Sambært VG hevur Tom Hagen í nógv ár skrivað notatir og umrøddu notatir, sum VG sipar til, stava frá fyrst í 2000-talinum og fram til 2018. Hesar eru millum sonevndu prógvini, sum norska løgreglan hevur ímóti miljarderinum, sum er skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen.
Konan hevur verið sporleyst horvin síðan hin 31. oktober í 2018.
Norski tingrætturin heldur, at tað ikki er óhugsandi, at Tom Hagen hevur ein leiklut í, at konan er horvin, men miljarderurin hevur alla tíðina sagt, at hann ongan sum helst leiklut hevur í hesum.
Í avhoyringum hevur Tom Hagen greitt frá sínum notatum, har hann skrivar niður í smálutir um sínar ætlanir. Serliga hava notatbøkurnar sambært honum sjálvum havt týdning fyri hann sum vinnulívsmann. Sambært upplýsingum, sum VG hevur, rópar miljarderurin hetta STG-bøkur, og sambært honum merkja bókstavirnir "strategi, taktikk og gennemføring".
Sambært VG lesur løgreglan ávísar notatir í hesum bókum sum tankar um hevnd. Heimasíðan veit eisini at siga, at ein persónur er umrøddur, sum var partur av hjúnabandstrupulleikunum millum Tom og Anne-Elisabeth Hagen í 1993.
- Í notatunum stendur eitt nú, at Tom Hagen hevur fortalt einum persóni, at viðkomandi skal drepast "spakuliga, men sikkurt..." Hesar notatir eru frá seinastu átta árunum, veit heimasíðan at siga.
Sambært VG hevur løgreglan funnið eitt skjal, har Tom Hagen kortleggur fleiri persónar, sum hjúnini kenna, eitt nú omanfyrinevnda. Her hevur miljarderurin fest á blað bústað, arbeiði og bilar í hesum sambandi.
- Persónurin, sum Tom Hagen segði seg vilja taka lívið av, hevur greitt løgregluni frá, hvussu hann føldi seg drápshóttan í august í 1994. Tvær ferðir leitaði miljarderurin persónin fram - einaferð á skrivstovu hansara og eina ferð heima við hús, og hetta var í sama ári, veit VG at siga.
Málið varð meldað, men varð lagt til síðis. Nú løgreglan roynir at loysa málið um Anne-Elisabeth Hagen, hava tey aftur víst málinum áhuga, og seint í summar varð umrøddi maður avhoyrdur av norsku løgregluni.
VG sigur seg hava sett Tom Hagen og verja hansara, Svein Holden, fleiri spurningar. Í einum telduposti skrivar verjin eitt nú, at Tom Hagen sjálvviljað hevur lagt fyri løgregluni næstan 20.000 síður við sínum privatu notatum.
- Tom Hagen sigur seg einki minnast til, at hann í áðurnevndu notatum hevur skrivað nakað, sum gevur grundarlag fyri at siga, at hann hugsar í hevnisøku, soleiðis sum ført verður fram. Um nakar heldur tað, má tað byggja á eina misskiljing, har onkur roynir at draga fram einstakar setningar úr einum størri samanhangi, sigur verjin, Svein Holden, við VG.
Í avhoyringum hevur Tom Hagen púrasta víst aftur, at hann hevur hugsað um hevnisøku ella sjalusi, sum eitt møguligt motiv fyri at hava beint fyri konu síni - heldur ikki í samband við trupulleikarnar í hjúnalagnum í 1993. Miljarderurin hevur sagt, at hann ongantíð hevur verið eitt menniskja, sum hevnir seg ella hugsar um hevnd.