Tá løgreglan í vár royndi at fáa norska miljarderin, 70 ára gamla Tom Hagen, varðhaldsfongslaðan, var ein illgruni til mannin í samband við málið um konu hansara, Anne-Elisabeth Hagen, at maðurin skuldi hava slettað tvey uppkall á telefon síni. Men, nú noyðist løgreglan at viðganga, at hetta er eitt mistak, og at skuldsetingin móti Tom Hagen er eitt mistak. Uppkallini, sum løgreglan helt miljarderin hava slettað, sóust á útskriftini, ið løgreglan hevði fingið frá televeitaranum, men tey sóust ikki á telefonini hjá honum. Talan var um uppkall, har Tom Hagen hevði ringt til konu sína sama morgun, sum Anne-Elisabeth Hagen hvarv. Hetta var seinasta dag í oktober í 2018.
Nú váttar løgregluleiðarin í hesum máli, Agnes Beate Hemiø, yvirfyri VG, at upplýsingarnar hjá løgregluni vóru skeivar, og at tað ikki er rætt, at Tom Hagen hevur slettað hesi uppkall. Í drúgva kanningararbeiðnum seinastu tvey árini hevur løgreglan lagt nógva orku í at seta upp eina tíðarlinju, sum skal hjálpa til at uppklára málið, ið løgreglan framvegis metir vera eitt drápsmál. Ein røð av elektroniskum prógvum eru løgd inn í hesa tíðarlinju, eitt nú telefonsamrøður og tekstboð.
Sambært Tom Hagen, sum noktar seg sekan í øllum skuldsetingum, høvdu hann og konan eina leysa ætlan um at fara í frítíðarhúsini hjá teimum í Kvitfjell henda dagin, tá konan sporleyst hvarv. Tey høvdu sambært miljarderinum avtalað, at tey skuldu finna út av hesum í telefonini, eftir at Tom Hagen var komin til arbeiðis. - Eg hevði lovað konu míni at ringja til hennara klokkan 10 henda morgunin. Vit høvdu skift orð um hetta dagin fyri, og vit høvdu eisini skift orð um hetta um morgunin. Men, tá eg ringdi til hennara, tók hon ikki telefonina, hevur Tom Hagen áður sagt.
##med2##
Útskriftir av uppkallum á fartelefonini hjá Anne-Elisabeth Hagen vísa, at Tom Hagen eitt nú ringdi til konu sína klokkan 10.06 og 10.07, og hetta var við einari eldri Nokia fartelefon. Júst hesi uppkallini hevði løgreglan ikki funnið aftur á fartelefonini hjá drápsskuldsetta, Tom Hagen. Tískil hevur løgreglan higartil hildið, at miljarderurin hevur slettað hesi uppkall fyri at fjala spor. Tá Tom Hagen um morgunin hin 28. apríl varð handtikin og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, bað løgreglan dómaran um, at maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Í rættinum brúkti løgreglan eitt nú uppkallini, sum tey hildu, at Tom Hagen hevði slettað, og hetta var við til at gera, at tingrætturin gekk við til at varðhaldsfongsla miljarderin í fýra vikur. Tingrætturin helt orsøk vera til at halda, at miljarderurin kundi hava ein leiklut í, at kona hansara var horvin. Men, verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, var ikki samdur við rættardóminum og kærdi avgerðina um varðhaldsfongsling til lagmannsrættin. Her fekk verjin viðhald, tí lagmannsrætturin helt ikki orsøk vera til at halda, at Tom Hagen var sekur. Eftir teirra tykki kundi hann eins væl vera ósekur. Rætturin helt ikki, at løgreglan hevði nógv góð prógv fyri, at maðurin kundi vera sekur. Tískil avgjørdi rætturin, at Tom Hagen skuldi leyslatast.
Aftur í lagmannsrættinum brúkti løgreglan sonevnda telefonprógvið, har miljarderurin eftir teirra tykki hevði slettað tvey uppkall. Kortini helt lagmannsrætturin próvgrundarlagið hjá løgregluni vera ov veikt. Seinni er løgreglan so komin eftir, at eldri fartelefonir sjálvar sletta uppkall, og at skuldsetingarnar ímóti Tom Hagen tískil eru skeivar. - Tað er rætt, at vit brúktu uppkallini, sum vit hildu vóru slettað, í rættinum, og her vóru tey partur av einari heildarmeting í málinum. Úrslitið av tekniskum kanningum vísa nú, at nevndu uppkall eru ikki slettað av skuldsetta, viðgongur løgregluleiðarin, Agnes Beate Hemiø.
Hon leggur aftrat, at tá løgreglan vildi hava ræðið á húsunum hjá Tom Hagen, meðan nýggjar kanningar vórðu gjørdar í fjør summar og í heyst, brúkti løgreglan ikki horvnu uppkallini sum grundgeving í rættinum. Kortini kom tingrætturin til ta niðurstøðu, at orsøk var til at loyva løgregluni at gera nýggjar kanningar. - Eftir okkara uppfatan broyta nýggju upplýsingarnir ikki okkara grundarlag undir skuldsetingunum, sigur løgregluleiðarin.
##med3##
Verjin, Svein Holden, heldur ongan iva vera um, at drápsskuldsetingin móti Tom Hagen stendur veikari í dag, enn hon gjørdi í vár. - Vit eru fegin um, at skuldsetingin um, at telefonnummarið er slettað, er burtur, men tað er bara spell, at tað hevur tikið løgregluni so langa tíð at finna út av hesum, sigur hann við VG. Verjin heldur ikki, at løgreglan higartil hevur megnað at prógvað, at eitt dráp er farið fram í heiminum í Lørenskog og leggur aftrat, at eingi sum helst prógv eru fyri, at Tom Hagen eigur nakran lut í, at kona hansara er horvin.