Skal Tom Hagen tiga ella tala?

Ymiskir verjuadvokatar halda, at tað kann gerast ein fyrimunur fyri norska miljarderin, at hann fyribils ikki vil lata seg avhoyra í gátuføra málinum um konu sína.

 

Síðan í summar hevur drápsskuldsetti norski miljarderurin, Tom Hagen, ikki viljað latið seg avhoyra av norsku løgregluni. Tað merkir tó ikki, at hann ongantíð er avhoyrdur áður um konu sína, Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heiminum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018. Tom Hagen hevur nevniliga verið til nógvar avhoyringar, umframt at hann eisini hevur verið á fleiri fundum við løgregluna í málinum. 

Nú hevur norska heimasíðan VG spurt ymiskar verjuadvokatar, hvønn týdning tað kann hava fyri málið, at miljarderurin - eftir tilmæli frá verja sínum, Svein Holden, advokati - ikki vil lata seg avhoyra, sum hann eisini hevur fullan rætt til. Sum skilst á heimasíðuni, halda verjuadvokatarnir, at hetta kann gerast ein fyrimunur fyri Tom Hagen, um hann seinni verður ákærdur í málinum.

- Um maðurin verður ákærdur, eigur hann at taka málið til umhugsunar, hvørt hann vil avhoyrast ella ei. Tá hevur hann fult yvirlit yvir málið, og tá hevur hann eisini yvirlit yvir tað, sum løgreglan nú einaferð kann halda vera illgrunasamt. Tá kann Tom Hagen í sínari frágreiðing leggja dent á at "avmystifisera" tað, sum løgreglan hugsandi kundi komið við, sigur advokaturin, John Christian Elden. 

Nakrar tímar eftir, at hin 70 ára gamli miljarderurin varð handtikin í Lørenskog, tá hann um morgunin hin 28. apríl í fjør var á veg til arbeiðis, hevði løgreglan eina stutta avhoyring av honum. Men, Tom Hagen var ikki sitandi leingi í varðhaldinum, tí hóast tingrætturin dømdi hann at sita í varðhaldi í fýra vikur, gjørdi lagmansrætturin nakrar dagar seinni av at leyslata mannin aftur, tí hildið varð ikki, at prógvini hjá løgregluni vóru nóg góð.

Umleið ein mánaða seinni skuldi Tom Hagen til nýggja avhoyring hjá løgregluni, men her var avhoyringin bara byrjað, tá hon aftur varð avblást vegna heilsustøðuna hjá miljarderinum, sum ikki var serliga væl fyri henda dagin. Eftir ætlaðu avhoyringina segði táverandi løgregluadvokatur, Haris Hrenovica, sum seinni fór úr starvi sínum, at Tom Hagen var trupul at samstarva við, og hann kallaði mannin "pjusk", sum norskir miðlar hava endurgivið táverandi løgregluovastan fyri at siga.

Úttalilsini hjá løgregluovastanum vóru ein av fleiri orsøkum til, at verjin hjá miljarderinum, Svein Holden, mælti honum frá at fara til fleiri avhoyringar. Verjin helt heldur ikki, at kanningararbeiðið hjá løgregluni leggur upp til at greiða málið um, hvat hendi Anne-Elisabeth Hagen, og verjin helt eisini, at løgreglan leitar í blindum og einans er úti eftir at fella Tom Hagen. Verjin hevur eisini fýlst á, at persónligir upplýsingar frá avhoyringum regluliga leka út til miðlarnar.

- Tað óhepna við, at Tom Hagen ikki letur seg avhoyra, men bíðar eftir, um ein møgulig ákæra verður reist, og soleiðis kennir innihaldið í ákæruni frammanundan, er, at hann tá kann vera lagdur undir at tillaga sína frágreiðing. Tað er kent, at ákærumyndugleikin brúkar slíkt í rættinum - eisini, tá tillaging ikki er farin fram. Fyrimunirnir við ikki at lata seg avhoyra nú kunnu hinvegin vera, at hin ákærdi, sum gevur frágreiðing, kennir ákærurnar og tískil kann vera betur fyrireikaður at taka tær, tá tær koma, sigur ein annar verjuadvokatur, Vidar Lind Iversen, við VG.

Tað týdningarmesta er, halda verjuadvokatarnir, at hin ákærdi velur at greiða frá í rættinum, men ger viðkomandi ikki tað, kann tøgnin brúkast ímóti hinum ákærda.

Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sigur í einum telduposti við VG, at Tom Hagen hevur verið til 12 avhoyringar, sum snúgva seg um fleiri hundrað síður við frágreiðingum. Haraftrat hevur hann verið á fleiri fundum við løgregluna, eins og hann hevur sent eina rúgvu av skrivligum upplýsingum til kanningarbólkin hjá løgregluni. - Soleiðis, sum støðan er í løtuni, hava vit mælt Tom Hagen til ikki at lata seg avhoyra. Vit meta um tørvin fyri avhoyringum leypandi, og vit fara at geva løgregluni boð, um vit broyta meining, sigur Svein Holden.

Verjin heldur tað annars vera púrasta óhugsandi, at ákæra verður reist ímóti Tom Hagen við grundarlagi í teimum skjølum, sum í løtuni fyriliggja í málinum. - Men, vit vóna virkuliga, at løgreglan megnar at loysa málið og kann reisa ákæru móti teimum, sum hava framt brotsgerðina ímóti Anne-Elisabeth Hagen, og tá vil Tom Hagen sjálvandi greiða frá í rættinum sum vitni, sigur verjuadvokaturin.

##med2##