Skuldsettur fyri at hava vápn í varðveitslu

Løgreglan hevur funnið fleiri skotvápn í heiminum hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen.

 

Norska løgreglan hevur nú reist eina nýggja skuldseting móti miljarderin, 70 ára gamla, Tom Hagen, ið er maður Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018.

Skuldsetingin snýr seg um nøkur skotvápn, sum maðurin ólógliga hevur havt liggjandi, og sambært norska kringvarpinum - NRK - fann løgreglan vápnini undir einari húsarannsókn í november í 2018.

Verjuadvokaturin hjá Tom Hagen, Svein Holden, váttar yvir fyri VG, at tað, sum NRK skrivar, er rætt. 

Sambært NRK hevur løgreglan funnið tvær plomberaðar pistólir av slagnum, Astra, eina rustaða pistól av slagnum Husqvarna frá seinna heimsbardaga, eina pistól av slagnum Smith & Wesson og eina lødda høglbyrsu.

Harumframt hevur løgreglan funnið fleiri høglpatrónir og 9-millimetur patrónir. 

Sambært løgregluni eru skotvápnini ikki goymd í hóskandi vápnaskápi, og verjin váttar yvirfyri VG, at Tom Hagen hevði ikki vápnakort til vápnini. Tað var í heyst, at løgreglan skuldsetti mannin í málinum.

NRK veit eisini at siga, at miljarderurin í kjalarvørrinum av, at kona hansara hvarv, hevur havt eina lødda høglbyrsu standandi við síðuna av songini, har hann hevur sovið. 

Í apríl í ár varð Tom Hagen skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, sum eingin hvørki hevur sæð ella hoyrt nakað til í meira enn tvey ár. Miljarderurin sigur, at hann ongan leiklut hevur í, at kona hansara er horvin.

Verjin veit eisini at siga, at Tom Hagen viðgongur, at hann ikki hevur kravda vápnakortið, og at pistólin av slagnum Smith & Wesson ikki var goymd á røttum staði. - Ætlanin hjá honum hevur verið at latið vápnini inni, men tíverri er hetta ikki gjørt, sigur verjin.

- Við tað, at restin av vápnunum ikki eru virkin - ella funktionell - eru tey sambært Tom Hagen ikki skotvápn í lógarinnar merking, og tað liggur tískil eftir hansara tykki eingin skylda at læsa hesi niður, sigur Svein Holden.

Sambært verjanum hevur Tom Hagen loyvt sær at havt eina lødda høglbyrsu í samband við potentiella vandan, eftir at kona hansara varð rænd. - Tom Hagen ynskir at hjálpa til við at loysa málið, og hann er sinnaður at góðtaka ein játtanardóm í málinum, sigur verjin.

Í samband við vápnini, sum eru funnin í heiminum hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen, skriva norskir miðlar eisini, at miljarderurin heilt frá ungum av hevur havt áhuga fyri vápnum, og at hann eisini hevur verið aktivur í onkrum skjótifelag.