Í dag eru júst tvey ár síðan, at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv. Maður hennara, 70 ára gamli miljarderurin, Tom Hagen, varð seint í apríl í ár handtikin og skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp. Men, maðurin noktar seg sekan og sigur seg ongan leiklut hava í, at kona hansara er horvin. Eftir handtøkuna, sum fór fram um morgunin, tá Tom Hagen var á veg til arbeiðis, sat hann í varðhaldi í 11 dagar.
Men, tá verjin hjá honum, Svein Holden, kærdi avgerðina hjá tingrættinum um varðhaldsfongsling, gjørdi lagmannsrætturin av at leyslata miljarderin, tí mett varð ikki, at løgreglan hevði nóg góð prógv ímóti honum. Norski hægstirættur staðfesti eisini avgerðina hjá lagmannsrættinum. Tá løgreglan vildi handtaka miljarderin aftur beint eftir leyslatingina, vísti ríkisadvokaturin á, at rættarskipanin hevði talað, og tískil varð ikki mett, at grundarlag var fyri nýggjari handtøku.
Eftir leyslatingina, bjóðaði miljarderurin tíggju miljónir norskar krónur til tann ella tey, sum kundu koma við tippum, ið kundu føra til, at Anne-Elisabeth Hagen verður funnin. Verjin hjá honum, Svein Holden, hevur áður sagt, at serliga tvey tipp komu, sum hann heldur vóru sera áhugaverd, og øll tippini vórðu send løgregluni. Tá verjin varð spurdur, hvat tey áhugaverdu tippini snúðu seg um, vildi hann ikki siga nakað ítøkiligt um tað. Og spurdur, um Tom Hagen seinni hevur goldið nøkrum pengar fyri góð tipp, sigur hann, at tað hevur maðurin ikki.
Tv2.no veit at siga, at tað eru nógvir ósvaraðir spurningar í málinum um Anne-Elisabeth Hagen. Talan er eitt nú um sonevndu Futurum-menninar, sum eru sæddir á vakmyndaupptøkum beint við arbeiðsplássið hjá Tom Hagen sama mongun, sum ríkmanskonan hvarv. Eitt annað mál er ein bilur, sum koyrir beint við heimið hjá hjúnunum í Lørenskog klokkan 08.56 - ella nakrar fáa minuttir fyri seinasta lívstekin hjá ríkmanskonuni. Eitt triðja mál er, hvør konan var, sum tvey vitni sama morgun sóu á baksetrinum í einum reyðum BMW-bili fáar tímar eftir, at Anne-Elisabeth Hagen var horvin.
Men, hvørji ting heldur so verjin, Svein Holden, at løgreglan eigur at hyggja nærri at? - Løgreglan hevur heilt aðrar fyritreytir, enn privatfólk hava. Okkara avbjóðing er, at Tom Hagen sum skuldsettur ikki veit ítøkiliga, hvat løgreglan hevur í málinum, tí hann hevur ikki innlit í skjølini hjá løgregluni, sigur verjin. Tað, sum helst vigaði tungt, tá Svein Holden fekk miljarderin leyslatnan úr varðhaldinum, var, at Tom Hagen var til arbeiðis feigdarmorgunin, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv. Løgreglan hevur skrásett morgunin hjá miljarderinum á arbeiðsplássinum - minutt fyri minutt - og her bendir als einki á, at hann nakrantíð var burtur av arbeiðsplássinum.
Løgregluovastin, Agnes Beate Hemiø, sigur við Tv2.no, at løgreglan framvegis leggur nógva orku í at uppklára hetta mál, og tey halda framvegis, at tað er Tom Hagen, sum stendur aftan fyri brotsgerðina móti konu síni. Kortini hevur løgreglan ikki slept møguleikanum, at talan kann vera um, at ríkmanskonan er rænd við fíggjarligum endamáli, soleiðis sum hidið varð teir fyrstu mánaðirnar, og soleiðis sum hóttanarbrævið, sum lá eftir í heiminum, tá konan var horvin, eisini leggur upp til.
##med2##
Agnes Beate Hemiø vil ikki avdúka, um løgreglan leitar eftir fleiri brotsmonnum í málinum, og hon vil heldur ikki í løtuni siga, hvussu tíðarætlanin hjá løgregluni sær út. Løgregluovastin fæst sambært tv2.no heldur ikki at geva eitt boð upp á, nær tey væntandi verða liðug at kanna málið. Verjin hjá miljarderinum, Svein Holden, heldur tað vera óhugsandi, at ríkisadvokaturin fer at reisa ákæru ímóti Tom Hagen, soleiðis sum málið liggur í løtuni.
Svein Holden heldur, at tað er langur vegur á mál hjá løgregluni, áðrenn nøkur ákæra yvirhøvur kann reisast. Í fyrsta lagi heldur hann, at tað verður trupult hjá løgregluni at prógva, at Anne-Elisabeth Hagen yvirhøvur er dripin í heimi sínum við Sloraveien 4 í Lørenskog. Hann heldur tað vera minst líka so sannlíkt, at konan er burturflutt, meðan hon enn er á lívi. - Vit vita heldur ikki, hvat er hent, eftir at hon hvarv. Lagmansrætturin helt ikki, at prógvini hjá løgregluni halda til fongsling og so vítt, eg veit, hevur løgreglan einki funnið, sum bendir á, at Tom Hagen stendur veikari, sigur verjin við tv2.no.












