Gjáramorgunin klokkan 09.14 vóru júst tvey ár liðin, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, gav frá sær sítt seinasta lívstekin. Tá snakkaði hon í telefon við sonin hjá sær, men henda samrøða vardi bert heilt stutt. Løtu seinni ringdi sonurin aftur til mammu sína, men tá tók hon ikki telefonina. Klokkan 08.56 henda morgun koyrir ein bilur inn móti húsunum hjá hjúnunum við Sloraveien 4 í Lørenskog. Løgreglan heldur, at júst hesin bilur kann hava stóran týdning í málinum, men sum skilst á norskum miðlum hevur ikki eydnast løgregluni at finna út av, hvør bilurin var, ei heldur hvør var í honum.
Sambært tv2.no hevur løgreglan eitt ástøði um, at drápsskuldsetti miljarderurin og maður Anne-Elisabeth Hagen, Tom Hagen, kanska bíðaði eftir "ókenda" bilinum, áðrenn hann fór frá húsum henda mongun. Miljarderurin fór nevniliga nakað seinni frá húsum og til arbeiðis enn vanligt. Sjálvur hevur Tom Hagen sagt, at hann og konan saman við einum vinapari kvøldið fyri høvdu verið til ein sjónleik í Oslo, og at tað var seint, tá tey vóru aftur við hús. Tískil valdi hann at sova eitt sindur longur um morgunin.
Løgreglan hevur brúkt nógva tíð í royndini at finna út av, hvat hendi minuttirnar fyri klokkan 09.14 og eftir samrøðuna, sum Anne-Elisabeth Hagen hevði við sonin. Vanliga plagar Tom Hagen at fara frá húsum umleið klokkan 08, men morgunin, tá kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv, fór hann ikki fyrr enn um 09-tíðina. Vakmyndatól við arbeiðsplássið hjá miljarderinum vísa, at Tom Hagen parkerar bilin millum klokkan 09.10 og 09.15 - ella júst um somu tíð, sum kona hansara gav sítt síðsta lívstekin í telefonsamrøðuni við sonin. Løgreglan hevur gjørt nógv fyri at kanna sonevndu morgun-rutinurnar hjá ríkmanninum, og bæði Tom Hagen sjálvur og fólk, sum kenna mannin, eru vorðin spurd um hesar. Í avhoyringum hevur hann sagt, at hann og konan góvu sær góðar stundis henda morgun, tá tey bæði høvdu verið uppi so leingi kvøldið fyri.
Herfyri almannakunngjørdi løgreglan eina upptøku, har tey halda seg síggja, at ein bilur koyrir móti húsunum hjá hjúnunum í Lørenskog klokkan 08.56 henda morgun. Men, hesar upptøkur eru sera vánaligar, og tað er trupult at síggja, hvat gongur fyri seg. Sambært Tore Skansen, sum hevur verið granni hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen í 40 ár, sigur hann, at tað er óvanligt, at bilar koyra inn á smala gonguvegin, sum gongur gjøgnum økið. Stórar partar av árinum liggur ein stórur steinur fyri, soleiðis at bilar ikki kunnu koyra eftir gøtuni. - Hetta er ein gonguvegur, og tað er ikki vanligt at koyra eftir honum, tá tú skalt til húsini við Sloraveien, sigur Tore Skansen.
Sambært tv2.no heldur løgreglan tað ikki vera óhugsandi, at persónarnir í júst hesum bili kunnu hava havt ein leiklut í Hagen-málinum, og tískil er bilurin eisini sera áhugaverdur í eygunum hjá løgregluni. Eitt ástøði, sum tv2.no vísir á, er, at Tom Hagen kann hava bíðað heima við hús, til hann sá bilin koma - og at hann síðan fór til arbeiðis. Men, miljarderurin noktar seg sekan og sigur seg ongan leiklut hava í, at kona hansara er horvin. Hann heldur framvegis, at konan er rænd við fíggjarligum endamáli. Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, heldur, at løgreglan hevur lítið at byggja sítt ástøðið í hesum sambandi á. Verjin heldur tað slett ikki vera løgið, at Tom Hagen fór seinni til arbeiðis henda morgunin, tá kona hansara hvarv.
- Tey komu til hús seinni enn vanligt kvøldið fyri, og eg haldi, at fólk flest høvdu gjørt tað sama. Hetta er púrasta vanligt, sigur verjin við tv2.no. Hann leggur aftrat, at ástøðið hjá løgregluni um, at Tom Hagen bíðaði eftir einum bili, sum skuldi vísa seg at gerast partur av málinum, trýr hann ikki uppá. Svein Holden heldur tað vera ómøguligt at útiloka, at talan kann vera um ein bil, sum sæst á vakmyndaupptøkuni, og at persónarnir í bilinum kunnu hava havt ein leiklut í málinum, men hann heldur tað ikki vera rætt av løgregluni at seta Tom Hagen í samband við bilin.
Verjin hevur eitt annað ástøðið um, hvør samanhangurin við nevnda bili kann vera. Hann heldur nevniliga, at talan kann hava verið um brotsmenn, sum hava bíðað eftir, at Tom Hagen var farin til arbeiðis. Tv2.no hevur eisini reist hesar spurningar yvirfyri løgregluleiðaranum í málinum, Agnes Beate Hemiø, men hon vil ikki gera viðmerkingar til upplýsingarnar hjá norska tíðindamiðlinum.
##med2##