at VB hevði trýst í fyrra hálvleiki, men bert fekk eitt mál. Í seinna hálvleiki komu gestirnir betri við, og teir vóru dugnaligari til at gera mál og vunnu 4-1. Í Gøtu spældu oddur og botnur móti hvørjum [...] botninum undan seinast umfari. Fram var farið niður, men B71 og KÍ skuldi kappast um hvat av liðunum skuldi sleppa undan at spæla niðurflytingardyst. B71 hevði heimadyst móti Skála, og tað gekk illa hjá sandingum [...] og tað førdi við sær, at hóast KÍ tapti sín dyst í Klaksvík, so var B71 verandi aftanfyri, og skal spæla móti 4. deildarliðnum hjá B36 um eitt pláss í 3. deild næsta ár. Í Klaksvík endaði dysturin millum
tá hann spældi fyri fyrstu ferð í 1. deild, var tað ímóti HB. B36 tapti 2-1, men tað var Tummas Eli Hansen, sum skoraði málið fyri B36. Símun Petur Justinussen Liðformaðurin hjá GÍ, Símun Petur Justinussen [...] langt síðpani boðað frá, at hann ætlar sær ikki at spæla meiri í 1. deild. Hann hevur sagt, at um B36 hevði vunnið FM heitið í fjør, so hevði hann givist tá, og um teir ikki høvdu vunnið í ár, so hevði [...] Hansen er fegin um, at hann kann gevast sum FM vinnari. Sterki B36 miðverjin, sum hevur verið á landsliðnum 27 ferðir, hevur verið á besta B36 liðnum í fimtan ár. Tey fyrru árini var hann álopsmaður, og tá
eftir at skaðin versnaði so nógv í síðstu viku, staðfestir toppskjúttin, sum kom inn og skoraði eitt mál, tá Spania fyri ári síðani var á Svangaskarði. Henning eisini skaddur Í fyrstu atløgu var Henning Jarnskor [...] vongspælaran við. Leygardagin spældi Henning í GÍ álopinum, og har lá tað væl fyri, tí hann skoraði eitt mál. Sámal Joensen er eisini tikin út til ferðina niður til Spania. Hann spældi ikki við GÍ leygardagin [...] ferðalagið til Spania fyri Una Arge, Toda Jónsson og Henning Jarnskor. Teir eru Heðin á Lakjuni úr KÍ, og B36 menninar Djóna N. Joensen og Arnbjørn Danielsen. Hvussu venjarin ætlar sær at loysa álopstrupulleikarnar
fyri málskjótingina hjá B36 í ár. Hann fekk stungið fram ímillum og so var mál. B71 slapp uppí Sandoyingar tóktust vera smokkaðir heilt niður, men síðsta korterið tóku teir av, tá B36 menninir í sigursrúsinum [...] hegnisligt mál, tá hann snaraði fleiri av sær, og innímillum var tað ein av ungu monnunum, Kári Sørensen, sum fekk mál, tá bólturin rakti í hann eftir misskiljing ímillum málverjan og miðverjuna hjá B36. Gull [...] Børga B. Hansen, næstformanni, og Ísaki Mikladal, aðalskrivara. FSF handaði Tummasi Eli Hansen, liðformanni hjá B36, Føroya Bjór steypið, og so fingu Tummas Eli og allir hinir fleiri enn tjúgu B36 menninir
feløgum. Kennir tú tað soleiðis, at tú ert komin á mál sum fótbóltsspælari, um tú fært sáttmála við Kongsvinger? ? Í fyrstu atløgu eri eg komin á mál, men eg skal ikki dylja yvir, at mítt størsta ynski [...] sær av sáttmálasamráðingunum fyri Julian. Felagið hevði fyri stuttum ein umboðsmann í Føroyum, og B36 spælarin er tryggur við at lata teir gera arbeiðið fyri seg: ? Teir hava royndir, og teir hava umboðað
hálvfinalurnar og finalurnar. Hjá monnum hittust VB og B36 í báðum hálvfinalunum, og B36 vann báðar. B361 vann 2-0 og B362 3-0. Finalan millum bæði B36 liðini gjørdist jøvn og spennandi. Spælt varð í tvær [...] annað liðið fekk mál, og tað gjørdist B36, sum fekk hetta avgerandi málið. Í hinari hálvfinaluni spældu NSÍ og LÍF og NSÍ vann 2-1. Finalan millum B36 og NSÍ gjørdist rættiliga einvegis. B36 kom fram um 2-0 [...] ferðir fimm minuttir og í hálvleikinum var 2-0 til B361. B362 togaði seg uppá javnleik 3-3, men avgerandi málið fekk B361. Hjá kvinnunum hittust B36 og KÍ í aðrari hálvfinaluni. Hesin dysturin endaði 2-2
FÓTBÓLTUR: Í morgin verður árligi fundurin millum Fótbóltssamband Føroya og feløgini. Fundurin verður í B36-húsunum frá klokkan 10.00, og til viðgerðar er fótbóltskappingin 1997, útgreiningar í kappingarreglunum [...] verða kjakast nógv um, og FSF fer á fundinum at leggja eitt upplegg fyri feløgini at kjakast um. Hetta mál verður ivaleyst tikið fram aftur á aðalfundinum, sum verður eftir ársskiftið.
sloppu Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Nordplayer í Føroyum og Tomislav Sivic, venjari hjá B36, at ferðast í hesi vanliga stongdu verð. Teir vóru gestir hjá enska stórfelagnum, og var tað nakað [...] gekk ikki væl fyrstu løtuna, men eftir einar 20 minuttir kom gongd á heimaliðið, og teir skoraðu trý mál. Stóra stjørnuskotið í Liverpool, blaðungi Michael Owen, gjørdi øll trý málini, og ikki minst tað seinasta
halda fram í B68, men umstøðurnar gera, at eg ístaðin fari at spæla við HB. B68 skilur mína støðu, nú eg búgvi í Kvívík og arbeiði í Havn. Tað hevði verið ómetaliga trupult hjá mær at vant í B68 komandi ár [...] fjør, men skulu hesi mongu mál sammetast við nakað líknandi, er tað júst avrikið hjá Súna Fríða Johannesen í kappingini í 1995, tá fyrrverandi B68-arin eisini gjørdi 24 mál. Fyri meg er tað ein veldug [...] kappingarárið, og eftir at teir í ár noyddst at lata seg noyða við næstfremsta plássið í deildini, eftir B36, sum fór við gullinum, eru teir í HB meiri svangir enn nakrantíð eftir gullinum. HB hevur fingið sær
hálvfinalurnar. B68 vann bólk 1 framman fyri NSÍ, meðan B36 vann bólk B og TB gjørdist nummar tvey. Í hálvfinalunum vann NSÍ 7-6 á B36, sum annars var á odda 4-0 einu løtuna. Hina hálvfinaluna vann B68 7-3 á TB [...] sum hevur spælt við EB/Streymi, spælir í ár við B68. Í Atlantic Cup gekk væl hjá honum. Hann fekk sjey mál og gjørdist besti málskjútti í kappingini. B36 hevði fyrrverandi VB-aran Poul Thorsteinsson á liðnum [...] liðnum, meðan Óli Johannesen, sum í 1996 og 1997 spældi við B36, nú er farin aftur til barndómsfelagið TB. Hjá GÍ slapp danski álopsspælarin Allan Birk at royna seg. Hann er nú farin aftur til Danmarkar