Uni Arge givið avboð til landsliðið

Fótbóltur: Toppskjúttin í føroysku kappngini kann ikki fara til Spania, tí hann er skaddur í lærkrikanum

Tað tynnist út millum teirra, sum Allan Simonsen hevði ætlað sær at hava við niður til Spania í morgin.

Í vikuskiftinum fekk landsliðsvenjarin tvey avboð, og tað kundi sæð út til, at trupulleikar við lærkrikanum eru nakað, sum smittar. Todi Jónsson hevur havt sínar trupulleikar, og nú eru teir so mikið álvarsligir, at hann ikki kann fara við.

Uni Arge, toppskjúttin í føroysku fótbóltskappingini í 1997, hevði verið upplagt val til plássið, tá Todi er burtur, men hann kann heldur ikki fara við. Hann plágast av sama skaðanum, sum Todi hevur at dragast við, og tá hann greiðir frá, er tað sum at hoyra endurtøku frá prátinum við superligu spælaran.


Skaddur týskvøldið

Uni Arge gav fyrr í summar avboð til landsliðsferðina í Íslandi, og tá var orsøkin skaði í lærkrikanum. Síðani tá hevur hann spælt bæði við HB og landsliðnum, og hann er vorðin nógv besti málskjúttin í Føroyum. Men nú sigurr hann, at hetta er hann vorðin, sjálvt um hann ikki er hundrað prosent í standi:

­ Tá vit høvdu skotvenjing í HB týskvøldið í síðstu viku gjørdist tað so álvarsamt, at eg var noyddur at gevast, og síðani tá havi eg ikki sparkað ein bólt. Tað er ógjørligt at gera tað. Sjálvandi iðrar hetta meg, men tað er einki at gera við tað, og tað er einki nýtt, at lærkrikin plágar. Í veruleikanum hevur tað ikki verið møguligt hjá mær at spæla við fullari ferð síðani summarsteðgin. Eg havi valt at liggja meiri mitt fyri og ikki at fara so langt út í síðurnar, júst fyri so at siga ikki at leggja trýst á lærkrikan.

Hetta sigur Uni Arge, og vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at tað hevur eydnast væl, tí meiri ella minni skaddur hevur tað eydnast hjá honum so rudduliga at vinna gullskógvin.

­ Men tað ber ikki til at fara niður til Spania at spæla í sovornum standi, og als ikki eftir at skaðin versnaði so nógv í síðstu viku, staðfestir toppskjúttin, sum kom inn og skoraði eitt mál, tá Spania fyri ári síðani var á Svangaskarði.


Henning eisini skaddur

Í fyrstu atløgu var Henning Jarnskor ímillum teir átjan, sum Allan Simonsen vildi hava við niður til Spania, men tað er hann ikki longur. Vit frætta, at GÍ spælarin er so mikið skaddur, at tað ber honum ikki til at spæla á landsliðnum.

Kanningar hava víst, at hann hevur tað, teir kalla fyri stressbrot í skinnabeininum, og landsliðslæknin hevur mælt frá, at tað er ráðiligt at taka vongspælaran við.

Leygardagin spældi Henning í GÍ álopinum, og har lá tað væl fyri, tí hann skoraði eitt mál.

Sámal Joensen er eisini tikin út til ferðina niður til Spania. Hann spældi ikki við GÍ leygardagin, tí hann hevði ein lítlan vøddaskaða, men hann var hjá fysioterapeuti í gjár, og tað varð ikki mett, at hann fór at havva truplleikar at spæla í Spania.


Nýggju

menninir

Allan Simonsen hevur tikið tríggjar nýggjar menn við í ferðalagið til Spania fyri Una Arge, Toda Jónsson og Henning Jarnskor. Teir eru Heðin á Lakjuni úr KÍ, og B36 menninar Djóna N. Joensen og Arnbjørn Danielsen.

Hvussu venjarin ætlar sær at loysa álopstrupulleikarnar, sum hann hevur fingið, rokna vit við at frætta seinni í vikuni.