B36 vann eisini FM í innandurafótbólti

Fótbóltur: B36 vann bæði mans- og kvinnukappingina í innandurafótbólti, sum var í Vági um vikuskiftið

35 lið vóru um vikuskiftið við í innandurakapping í Vági. Kappingin, sum VB og Dimmalætting skipa fyri, er óalmenna føroyameistarakappingin í innandurafótbólti.

B36 gjørdist hesaferð stóri vinnarin, tí felagið vann bæði mans- og kvinnukappingina. Í manskappingini høvdu teir enntá bæði liðini í finaluni.

Spælt varð fríggjakvøldið og leygardagin, og sunnudagin vóru hálvfinalurnar og finalurnar. Hjá monnum hittust VB og B36 í báðum hálvfinalunum, og B36 vann báðar. B361 vann 2-0 og B362 3-0. Finalan millum bæði B36 liðini gjørdist jøvn og spennandi. Spælt varð í tvær ferðir fimm minuttir og í hálvleikinum var 2-0 til B361. B362 togaði seg uppá javnleik 3-3, men avgerandi málið fekk B361.

Hjá kvinnunum hittust B36 og KÍ í aðrari hálvfinaluni. Hesin dysturin endaði 2-2. Spælt varð síðani til annað liðið fekk mál, og tað gjørdist B36, sum fekk hetta avgerandi málið. Í hinari hálvfinaluni spældu NSÍ og LÍF og NSÍ vann 2-1. Finalan millum B36 og NSÍ gjørdist rættiliga einvegis. B36 kom fram um 2-0 í fyrra hálvleiki og í seinna hálvleiki øktu tær upp í 6-0.

Pól Thorsteinsson úr VB besti málskjúttin hjá monnum og hjá kvinnum var tað Sólvá Joensen úr B36. Tey bæði fingu virðisløn fyri tað.

Fleiri feløg vórðu ikki umboðað í kappingini, og t.d. høvdu GÍ og HB eingi lið við.

Tað var ikki sørt órógvandi fyri bæði áskoðarar og spælarar, at hátalaraannleggið í høllini ikki varð brúkt til at siga frá hvørji lið spældu. Hetta gjørdi tað trupult hjá áskoðarunum at fylgja rættiliga við, tí tað eru ikki øll, sum kenn allar spælararnar.