nýggjár, og er tað so, at manningar virkuliga vilja sleppa út millum jóla og nýggjárs, er neyvan hugsandi, at vit fara at sýta teimum tað. Men, leggur nývaldi felagsformaðurin dent á, at tað er eit ynski [...] Jan vísir á, at hann var eitt óskrivað blað millum fiskimenn og Føroya fólk sum heild. - Øll kendu Óla og tað, sum hann stendur fyri, og Dan er eisini kendur úr politikki. Spurdur, um kanningin, sum Norðlýsið [...] at flestu línuskip og ísfiskatrolarar liggja um jólini, men tað eru nøkur skip, serliga ísfiskatrolarar, sum loysa beint eftir jól. - Tað, sum eg kundi hugsað mær, er, at flotin liggur um jólini og millum
at vísa tað, sigur Pall Oddur Rubeksen. Jaliga ávirkan á kropp og sál Hóast flest øll menniskju um okkara leiðir eru von við at eta hvønn dag, og halda hetta vera tað mest natúrliga, so eru tað jaligar [...] Tað var eitt sjónvarpsinnslag um ein mann, sum át annan hvønn dag, sum gav Páll Oddi blóð á tonnina. Honum hevur altíð dámt væl at geva sær sjálvum eina avbjóðing, og tað var júst tað torføra í hesum lívsstíli [...] líknandi, har matur er karmur um góða hýrin. - Tá er tað ómetaliga torført at halda seg frá mati – um tað so bert er eitt breyðstykki ella ein kakubiti. Men tað hjálpur væl at hava vatn ella thé hjá sær, greiður
bera fram. Hann skrivar úrslitini niður, og lurtar eftir viðmerkingunum. -Tað eru ikki øll sum tíma hetta. Men eg veit, at tað ofta koma fólk inn til mín sum ikki hava so stóran áhuga fyri valinum. -- [...] sigur Jógvan Hanusarsson. Ov nógv valevni Tað varð nevnt í útvarpinum dagin fyri valið, at tað vóru so øgiliga nógv valevni til fólkatingsvalið í Føroyum. Tað sjónarmiðið er Jógvan púra samdur í. -Eg má [...] skjótt eg hevði lært meg at lesa, gleddi meg hvørja ferð at blaðið "14. September" kom út. Tað var eitt gott blað, sigur hann. Uppundur hetta fólkatingsvalið hevur hann eisini roynt at fylgt væl við í
um, at tað má verða, áðrenn tey gerast vaksin. Hon sigur, at hon hevur verið ógvuliga glað fyri sína fyritøku, sum eisini hevur givið henni nógvar avbjóðingar og upplivingar. - Eg havi havt gott samstarv [...] rnir í Vágum lótu aftur í 2008, byrjaði eg at selja skógvar. H andilin hevur borið seg væl øll árini, og tað ger hann framvegis. Tí vilja fólk helst eisini spyrja meg, hví eg nú vil selja? Turid sigur [...] Skógvahandilin Pastell í Sandavági er nú lýstur til sølu. Tað er Turid G. Davidsen, sum hevur havt handilin í Sandavági síðan 2007. Hon byrjaði við at selja gamlar antikmøblar og stellið, RICE. - Men,
hava tað gott, men tað eru eisini tey, sum ikki hava tað gott og ikki eru líka væl fyri. Tí haldi eg, tað hevur stóran týdning at varpa ljós, at tað eru fólk, sum hava autismu, sigur Elmar Ósá. - Tað almenna [...] Føroyum er ikki tað sama, sum at gera tað í Danmark ella aðrastaðni. - Tað er eyka ekstremt at gera tað í Føroyum, tí her eru so nógvar brekkur, og haraftrat er nógvur vindur. Um eg hevði gjørt tað í Danmark [...] góðu undirtøkuna. Hann heldur tað hava stóran týdning at varpa ljós á autismu. - Tað kann vera ringt hjá vanligum fólki at skilja, hvat autisma er, og hvat tað snýr seg um. Tað eru autistisk børn og vaksin
Brotið breiddi seg skjótt á facebook, tað bleiv sett upp ímóti samgonguskjalinum og varð sera nógv viðmerkt. Tað var tað heilt stóra samrøðuevnið. - Í fyrstuni lat eg tað bara ganga sína gongd. Men tá onkur [...] handlað øðrvísi. Men hon var spildurnýggj í Tinginum, og tað var ringt at hava tað stóra yvirblikkið. - Tað var sum ein bóltur, sum fór á rull, og tað bleiv bara meiri og meiri og meiri. Men eg haldi, at eg [...] seinni stongdi sín facebookprofil, varð eisini tað tikið upp til analysu og kjak í útvarpinum - bæði í tíðindunum og morgunsendingini. - Eg kendi tað, sum at øll ábyrgdin fyri alt, sum stóð í samgonguskjalinum
viðgerðini. Øll rørsla er góð og øll fótafetini í gerandisdegnum hava týdning. Hóast eg var púra ferdigur, eftir at eg var komin niðan trappurnar, so sá eg tað sum ein týðandi part av viðgerðini, og tað hevur [...] slapp frá at hugsa um tann partin, og læt tað í hennara hendur. Hevði eg verið gamal drongur, so hevði eg helt víst ikki farið til lækna í góðari tíð, so tað havi eg henni at takka, sigur hann. Kendi at [...] gingið. – Eg havi ikki tikið eina tablett fyri pínu, ella havt nakran svøvnleysa nátt við stúran, sigur hann. – Um eg nú sleppi út at røra meg tríggjar ella fýra ferðir um vikuna, so er tað gott. Rørslan vísur
Eg ynski, at tað fer at ganga Eydnu, mær, børnunum og teirra væl í komandi ári, eins og eg eisini ynski tað besta fyri familju, vinir og kenningar. Ja, fyri samfelagið í sini heild - at øll fara at kenna [...] 2014 verður eitt enn betri ár, ikki minst um olljuboringarnar fara at hepnast væl, sum eg havi góðar vónir um. Tað vildi verið heilt fantastiskt, sigur Bjarni Djurholm. [...] Hvat hevur tú at siga um árið 2013? - Persónliga hevur farna árið verið gott. Vit kundu frøast um, at onnur dóttir okkara varð gift í august. Hin giftist í 2012. So kunnu vit eisini gleðast um, at báðar
Justinussen ger, kundi tað í stóran mun verið merkt av avmarkingum og vánaligari lívsgóðsku. - Eg má tó siga, at eg havi ikki merkt nakað til tað. Eg havi ongatíð verið happaður og havi ikki havt psykiskar [...] ferð valdur inn í Klaksvíkar kommunu. Tað er helst so sum Atli brosandi tekur til: - Eg havi roynt so nógv í mínum lívi, at tað er næstan bara gynækolog sum eg ikki havi roynt. Hugsa alternativt Tá ein ber [...] sum skipar fyri norðoyastevnuni. - Lívið hevur lært meg, at tað nyttar einki at hugsa um tað farna, tí eg má fyrihalda meg til tað, sum eg havi. Hetta er sum at koyra í Árnafjarðartunlinum: Um tú bara hyggur
haldi, at hetta sær gott út. Við fiskiskapi gongur upp og niður. Tað vita vit, sum hava fiskað í nógv ár. Onkur fiskastovnur veksur, annar minkar – og síðan vendir. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis [...] sum hevur róð út burtur av síðan 1987, tó ikki øll árini á egnum kjøli. Línan verður rikin um í landi, og síðan verður sett úr trakt. Agnið er fyri tað mest gágga. Samson veit at siga, at útróðrarbátarnir [...] hvítingi. Men Samson, sum hevur róð út øll hesi mongu ár, er nærlagdur útróðrarmaður sum veit, hvar hann kann fara fyri at fáa nakrar fiskar. - Seinastu útróðrardagarnar havi eg roynt á leiðunum norður úr Mykinesi