- Eg fari altíð tíðliga á val

- Tað var lætt at seta krossin hesaferð. Høgni Hoydal er mín maður, sigur fyrsti veljarin í Hvalvík í gjár, Jógvan Hanusarsson

Fyrsti veljarin í Hvalvík kom á valstaðið kl. 9:20. Tað var Jógvan Hanusarsson úr Hvalvík.
- Eg eri eitt typiskt A-menniskja. Eri morgunmaður um ein háls, og tí fari eg altíð tíðliga á val, sigur hann, beint eftir at hava greitt atkvøðu.
Og fyri Jógvan er eingin ivi um, hvar krossurin skal setast. Hann hevur valt sama flokk síðani hann fekk valrætt.
-Eg ivist onga løtu í, at vit í Tjóðveldisflokkinum vinna stórsigur hesaferð, sigur hann.

Lættur krossur
Jógvan hevur verið sjómaður alt sítt lív. Í samfull 45 ár hevur hann verið til skips, og er tað enn.
Hann er við Skrápi, men fór ikki við henda túrin, sum teir byrjaðu mánakvøldið. Og tí kundi hann so eisini sleppa á val hesaferð, sum fyrsti veljari í Hvalvík.
- Eg má fáa hetta avgreitt sum skjótast. Nú fari eg eini ørindi yvir á Oyrar, og skal síðani ein túr til Havnar. So eg havi nógv á skránni í dag, sigur hann.
Hann fór inn í rúmið har atkvøðast skuldi, og evarska lítla løtu seinni er hann úti aftur og leggur atkvøðuna í kassan.
-Fyri mær er eingin ivi: Høgni Hoydal er mín maður. So tann krossurin var skjótur at seta, sigur Jógvan.

Skrivar úrslitini niður
Jógvan hevur altíð fylgt væl við í tí politiska orðaskiftinum her á landi ? heilt frá barnaárunum.
- Eg minnist at eg, so skjótt eg hevði lært meg at lesa, gleddi meg hvørja ferð at blaðið "14. September" kom út. Tað var eitt gott blað, sigur hann.
Uppundur hetta fólkatingsvalið hevur hann eisini roynt at fylgt væl við í orðaskiftinum, har hann avgjørdur metir, at flokkur hansara hevur klárað seg sera væl.
Valkvøldið plagar hann eisini at fylgja við í tí, sum fjølmiðlarnir bera fram. Hann skrivar úrslitini niður, og lurtar eftir viðmerkingunum.
-Tað eru ikki øll sum tíma hetta. Men eg veit, at tað ofta koma fólk inn til mín sum ikki hava so stóran áhuga fyri valinum.
-- Men tá so úrslitini byrja at koma inn, gerast tey eisini spent uppá úrslitið, sigur Jógvan Hanusarsson.

Ov nógv valevni
Tað varð nevnt í útvarpinum dagin fyri valið, at tað vóru so øgiliga nógv valevni til fólkatingsvalið í Føroyum.
Tað sjónarmiðið er Jógvan púra samdur í.
-Eg má faktiskt geva Johan í Kollafirði rætt í tí hann segði ? tað er ikki alt líka býtt sum hann sigur! Hann helt, at hvør flokkur skuldi bara stilla tvey valevni upp.
-Var tað so, ivaðist eg onga løtu í at vit í Tjóðveldisflokkinum fingu bæði umboðini. Hetta valið verður nevniliga eitt gott tjóðveldisval, sigur Jógvan at enda.