- Eg haldi, at útlitini eru góð

- Samanumtikið kunnu vit vænta, at 2014 verður eitt enn betri ár enn árið í ár, sigur Bjarni Djurholm.

Hvat hevur tú at siga um árið 2013?

 

- Persónliga hevur farna árið verið gott. Vit kundu frøast um, at onnur dóttir okkara varð gift í august. Hin giftist í 2012. So kunnu vit eisini gleðast um, at báðar eru við barn og skulu eiga til várs og móti sumri. Politiskt hava verið nógvar avbjóðingar, ikki minst viðvíkjandi blokaduni frá ES og nú eisini lutvíst frá russum. Annars er at frøast um, at samfelagsbúskapurin gongur rætta vegin, arbeiðsloysið er minkandi, og at okkara samfelag á nærum øllum økjum telist millum fremstu í heiminum - at Føroyar eru eitt gott og trygt land at vaksa upp í og at liva og virka í.

 

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Nýggjársaftan halda Eydna og eg við hús saman við børnunum og versynunum. Vit fara at eta føroyska gás og so okkurt lættari út á kvøldið. Vit hava okkurt smávegis av fýrverki. Verður veðrið hampiligt, fara vit út um eina løtu. Annars dámar okkum væl, tá fólk koma á gátt.

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Nei, eg gevi ikki nakað nýggjárslyfti. Vóni kortini at kunnu liva og virka í samljóði við teir forvæntningar, sum eru til mín frá familju, vinum og kenningum.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- Eg ynski, at tað fer at ganga Eydnu, mær, børnunum og teirra væl í komandi ári, eins og eg eisini ynski tað besta fyri familju, vinir og kenningar. Ja, fyri samfelagið í sini heild - at øll fara at kenna framburð í komandi ári.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?

 

- Haldi, at útlitini eru góð. Kortini kunnu handilstiltøkini frá ES og russum gerast ein sársaki fyri okkara búskap, so tað er at vóna, at vit sleppa undan hesum tiltøkum skjótast gjørligt. Samanumtikið haldi eg, at vit tó kunnu vænta, at 2014 verður eitt enn betri ár, ikki minst um olljuboringarnar fara at hepnast væl, sum eg havi góðar vónir um. Tað vildi verið heilt fantastiskt, sigur Bjarni Djurholm.