Skógvahandilin Pastell í Sandavági er nú lýstur til sølu. Tað er Turid G. Davidsen, sum hevur havt handilin í Sandavági síðan 2007. Hon byrjaði við at selja gamlar antikmøblar og stellið, RICE.
- Men, av tí, at skógvahandlarnir í Vágum lótu aftur í 2008, byrjaði eg at selja skógvar. Handilin hevur borið seg væl øll árini, og tað ger hann framvegis. Tí vilja fólk helst eisini spyrja meg, hví eg nú vil selja?
Turid sigur, at tá hon læt handilin upp, áttu tey eina dóttir, sum tá var fýra ára gomul, og í 2008 fingu tey eisini ein son. Av tí, at handilin tá var so nýggjur, arbeiddi hon sjálv og hevði ikki farloyvi.
- Maðurin hevur altíð verið sjómaður, so hann kundi heldur ikki vera heima. Men, sonur okkara var sera góður í sær, og tí kundi eg hava hann við mær til arbeiðis, tá handilin er í kjallaranum.
Turid G. Davidsen hevur havt fólk í starvi síðani 2009.
- Nú vil eg gjarna vera meira heima hjá børnum mínum, og eg hugsi nógv um, at tað má verða, áðrenn tey gerast vaksin.
Hon sigur, at hon hevur verið ógvuliga glað fyri sína fyritøku, sum eisini hevur givið henni nógvar avbjóðingar og upplivingar.
- Eg havi havt gott samstarv við aðrar handlar og fyritøkur. Nú eg gevist, vil eg takka mínari familju fyri at hava hjálpt mær so væl, tá á hevur staðið. Uttan familjuna, hevði hetta ikki borið til.
Turid G. Davidsen ynskir eisini at takka øllum sínum trúføstu viðskiftafólkum, og hon ivast onga løtu í, at hon fer at sakna hesi nógv, nú hon gevst.