filmum. Myndaframsýning í biografi - Eg havi havt ein tanka um at fara at gera eina myndarøð á hendan hátt og sýna hana fram í einum biografi. Men hetta er bert ein tanki. Eg eri ikki komin longri enn tað [...] so, at tað er tá tú ert burtur, at tú sært tað góða í øllum heima. á hendan hátt skapast ein kensla, sum á ein hátt er at síggja í myndunum hjá mær. Eg haldi sjálvur, at tað er tungsinnið, sum eg royni [...] broytast, tí at hann eisini broytist sum persónur, sigur hann. - Men eg droymi, sjálvandi sum øll onnur um einaferð at flyta heimaftur og kunna liva av mínari list, men tað er bert ein dreymur, endar Tummas
framstig, men síðani er lítið og einki hent. - Sjónleikur eins og alt annað má vera á einum vegamóti, hvat viðvíkur búning og broyting, tí samfelagið broytist alla tíðina og sjónleikurin má fylgja við. Men tað [...] listargreinirnar. - Vit kundu ynskt okkum ein breiðari fólksligan stuðul, men eg veit ikki, hvussu vit kundu fingið hann. Í Føroyum ræður ikki um dygd, men nøgd. Spæla vit ein sjónleik og bert 1000 fólk síggja [...] mun til fólkatalið, so er tað ein stórur partur av fólkinum. Onga aðra staðni í verðini koma so nógv fólk til sjónleik sum í Føroyum, jú, kanska í Íslandi. - At vit fáa ein orðaðan mentapolitikk nýtist
t í fjareystri. ? Eg havi framvegis eitt gott samband við Michael Learns To Rock, sjálvt um eg ikki havi verið so nógv við á tveimum teimum seinastu fløgunum. Tað hevur verið ein natúrligur útviklingur [...] ? Eg segði ja til Dodo, tí eg helt tað kundi verða ein stuttlig uppgáva. Tey syngja á donskum, tað eru tað ikki so nógv sum gera júst nú, og so havi eg altíð hildið, at tónleikurin hjá teimum hevur verið [...] familju og vinum til hjálparfólk og plátufelag. Til seinast verður ein serlig tøkk givin til ?Klakksviks-effekten?. Orsøkin til hesa tøkkina er ein gomul sokallað Phaser-pedal frá seinasta í 70?unum, sum Óli
kenni meg væl fyri, hóast eg eri 37 ár. Eg havi verið so heppin, at eg ongantíð havi verið álvarsliga skaddur, men eg má venja meira nú enn fyrr. Men eg havi tað framvegis, sum um eg eri 18 ára gamal, [...] hevði mín egna gartnara. So á tann hátt má sigast, at tað er tað hægsta, eg havi rokkið, sigur H71-venjarin. ? Tað var sum ein Hollywood-filmur. Felagið var ríkt, men tó ikki so ríkt sum eitt nú Barcelona [...] sær verri út, tá ein stórur spælari kemur út ímóti einum minni spælara, heldur Hans Guðmundsson. ? Men hinvegin gera spælararnir feilir, sum ikki hoyra heima á einum 1. deildarliði. Eg havi roynt at lært
alistøðini er tað ein fyrimunur at trygd er fyri leveringini av smolti. ? Og somuleiðis er tað ein tryggleiki hjá smoltstøðini at hava fastan avtakara. ? Hjá kryvjivirkinum er tað ein stórur fyrimunur at [...] kanska 70 milliónir. ? Broytist rávøruprísurin so bara 10%, er talan um sjey milliónir. Og ein slík broyting kann skjótt broyta eitt yvirskot til eitt undirskot, og so ert tú um ein háls. ? Sjálvandi skal [...] upphædd í alivinnuni. ? Hetta er ein trupulleiki. ? Men hetta er ein trupulleiki, sum vit onki fáa gjørt við. ? Vit kunnu bara arbeiða útfrá teimum fortreytum vit hava. Hitt er ein politiskur spurningur. ? Men
manninum, men undir øllum umstøðum havi eg altíð mett, at Jørn Astrup Hansen var eitt frávik frá hesi regluni. Dugnaliga hevur hann bankað tveir sperdar bankar upp til ein mastodont í føroyska fíggjarheiminum [...] allarhelst uttanlands eisini. Og álit er væl ein stórur partur av øllum samskifti í bankaverðini sum aðrastaðni. Bara hettar, at tú hevur dirvið til, at fara innan í ein peningastovn við einari millión krónum [...] hevur við sínum fastleika, fingið ein hóp av føroyingum at skilja, at eitt yvirfíggjað- og útspekulerað vinnulív eingin grundvøllur er undir tjóðini, soleiðis sum ein stórur partur av fólkinum var farið
vreiðu rættvísuni hjá Hackman, tá broytist hann til ein figur sum fyri tað kundi verið stigin út úr Gamla Testamenti. Man fær varhugan av at "The French Connection" eisini er ein roynd at vísa lyndismunin á [...] soleiðis órógvaði fólk, gjørdi at eg fann mær ein meiri einsligan sess longur frammi í salinum. Man kann so sjálvandi spyrja, um tað er eitt listarligt kriterii, tá ein filmur ávirkar bløðruna. Ja hví ikki? Tróndur [...] skrýtt við penninum hjá Óla Petersen, tað er javnaðarpolitikkur í dag. Og í veruleikanum er tað ein skandala. Ein flokkur við tí førningi sum javnaðarflokkurin ber, kunnu vit ikki vera fyriuttan í hesum sjáldsama
sum Hjartafelagið skipaði fyri í fjør. Vekt og hædd, blóðtrýst, blóðsukur og kolesterol varð mátað, eins og fólk vóru spurd um tey royktu, og hvussu ofta tey ótu fisk um vikuna. Úrslitið av kanningini, sammett [...] yvirlækni á medisinsku deild og serkønur í hjartasjúkum, hevur staðið fyri kanningini. Spurdur um ein tilvildarligur bólkur í samfelagnum, sum kemur til slíkar sjálvbodnar kanningar, er eftirfarandi sum [...] hava ongantíð talt sjúklingar upp í sosialar bólkar, men eg haldi, at fólk við hægri útbúgvingum eru eins nógv sjúk og tey, sum hava strævið likamligt arbeiði. Hvat kan gerast til tess at bøta um heilsuna
mær sjálvum, at hóast eg havi verið leingi á tingi, so er hetta eitt øki, sum í míni verður hevur verið rættiliga grátt. Eg havi ikki lagt serliga stóran týdning í tað, og havi heldur ikki havt serliga [...] til tess at samskiftið teirra millum kann fara fram smidliga og á ein so greiðan hátt sum gjørligt. Tað er m.a. í hesum sambandi, at ein uttanlandsdeild er vorðin skipað á løgmansskrivstovuni. Í Føroyum [...] tað er væl eitt av teimum undantøkunum, sum vit hava sett í samgonguskjalið, at tað er ein so stórur biti uppá ein gang, at tað er nakað, sum vit mugu gera eina avtalu um, hvussu vit skipa tað frameftir
smálutirnar, og at ein ger sær greitt áðrenn, hvat ein vil siga, sigur Edward. - List og mentan stendur ikki í stað. Tað er sum ein stór alda, sum skolar alla tíðina og alt fylgir bara við. Ein kann ikki steðga [...] eisini spurt, hví ein er í Føroyum - hví ikki aðrastaðni? Men hví ikki í Føroyum? Tað er líkamikið, hvar ein er. Tað positiva við at vera her er, at ein fær nógvar ymiskar uppgávur, og ein fær tær skjótari [...] ikki, at tú eigur at undirmeta hetta. - Ein er dómari hjá sær sjálvum, tað verður ein noyddur til. Ein skal altíð pressa citrónina. Ofta siga fólk um meg, at eg havi gjørt so nógv burtur úr hasari ella hasari