Deyðstíttleikin er størst millum roykjarar

Talið av fólki sum doyggja av royking, er tilsamans størri enn talið av teimum, ið doyggja av alkoholismu, ferðsluvanlukku, sjólætni og sjálvsmorði, sigur yvirlæknin, sum heitir á fólk um at kenna ábyrgd fyri sær sjálvum, heldur enn at sita hendur í favn og lata onnur um tað

Sløk 1300 fólk luttóku í kanningini, sum Hjartafelagið skipaði fyri í fjør.

Vekt og hædd, blóðtrýst, blóðsukur og kolesterol varð mátað, eins og fólk vóru spurd um tey royktu, og hvussu ofta tey ótu fisk um vikuna.

Úrslitið av kanningini, sammett við somu kanningar frá tíðarskeiðnmum 1988 - 1997 vísti m.a. at vektin hjá fólki økist og at 25 pst. eru tubbaksroykjarar.

Viðvíkjandi likamsvektini, er fyri mannfólk galdandi, at 76 pst. viga ov nógv, og 21 pst. eru feitir.

Hjá konufólkunum vísti kanningina, at 55 pst. vigaðu ov nógv og 16 pst. vóru feit.

Heðin Thomsen, yvirlækni á medisinsku deild og serkønur í hjartasjúkum, hevur staðið fyri kanningini. Spurdur um ein tilvildarligur bólkur í samfelagnum, sum kemur til slíkar sjálvbodnar kanningar, er eftirfarandi sum meting fyri allar føroyingar, sigur Heðin Thomsen:

? Vanliga verður roknað við, at um fleiri enn 1000 fólk luttaka í kanning, so er hon eftirfarandi. Skeivleikin í hesi kanning er kanska, at bert fólk, sum eru áhugað í heilsuni, hava luttikið, men hon gevur tó eina góða mynd av heilsustøðuni, sigur HeðinThomsen.

Fólk sum eru ov feit ella eru roykjarar eru í vandabólki fyri at fáa hjartasjúkur, æðrakálking og aðrar lívshættisligar sjúkur.


Øll kunu fáa hjartasjúkur

? Eru fólk við likamligum krevjandi arbeiði meira útsett fyri sjúkum enn tey, sum sita á skrivstovu?

? Vit hava ongantíð talt sjúklingar upp í sosialar bólkar, men eg haldi, at fólk við hægri útbúgvingum eru eins nógv sjúk og tey, sum hava strævið likamligt arbeiði.

Hvat kan gerast til tess at bøta um heilsuna, sigur Heðin Thomsen, at slík tiltøk sum Hjartafelagið skipar fyri og upplýsing annars, eru amboð til at taka.

Seinastu árini hevur tubbaksroyking eisini verið sett í samband við hjartasjúkur, umfrat lungna- o.a. sjúkur.


Torført at fáa fólk

at broyta vanar

? Verður nakað gjørt fyri at fáa fólk at broyta livihátt, ella at ansa betur eftir heilsuni?

? Ein partur av arbeiðinum í sjúkrahúsverkinum er at fyribyrgja. Tað er m.a. at hava eftirlit við teimum, sum hava verið innløgd, fyri at vita um tey fylgja ráðum okkara. Eitt nú um tey taka ávísta heilivágin og broyta kostvanar,sigur yvirlæknin, sum viðgongur at nakrir sjúklingar lætna, tó ikki so nógvir, og at nakrir leggja av at roykja, men at teir heldur ikki eru nógvir.

? Tá vit fáa sjúklingar við hjartasjúkum inn, gera vit eina uppseting og vísa á, hvat eg galið. Tað er rættiliga einfald lýsing í fimm - seks punktum, sum vit tosa við sjúklingin um.

? Flestu teirra skilja væl tað neyðuga í at umleggja kostvanarnar o.a., men tað er torført hjá teim flestu at gevast at roykja og at klænka seg.

? Í Danmark eru t.d. sjúkrahús, sum bjóða fólki viðgerð fyri at leggja av at roykja, á sama hátt sum rúsdrekkamisnýtarar hava í boði. Slíkan møguleika hava vit ikki til okkara sjúklingar, men eitt nú fæst nikotintyggigummi, plástur o.a. sum kann lætta um avvenjingina.

? Vit kunnu bert upplýsa um vandarnar, men vit kunnu ikki broyta lógirnar, leggur Heðin Thomsen aftrat, og sipar til politikararnar, sum hann heldur sova á hesum øki.

? Tað, at allar kioskir selja sigarettir, eisini til børn, er burturvið, tí at tað júst í ungum árum., at óvanin at roykja kemur. Tað sæst einamest av, at tað sjáldan kemur fyri, at tilkomin fólk byrja at roykja.


Sigarettpakkin átti

at kosta 100 krónur

? Eg haldi, at loyvda aldursmarkið fyri at keypa sigarettir átti at verið 20 ár, og sigarettpakkin skuldi kosta 100 krónur, sigur yvirlæknin.

Hóast fólk, ið hava havt blóðtøpp, fáa at vita, hvussu vandamikið tað er fyri heilsuna at roykja, so hava tey ilt við at leggja av. Eisini um tey fáa at vita, at vandin er størri fyri at fáa blóðtøpp aftur, og at æðrakálkingin heldur fram.

? Roykingin kann eisini vera orsøk til at øll onnur viðgerð ikki virkar so væl, sum hon átti, sigur yvirlæknin.

Um fólk gevast at roykja, fer likamsvektin upp.Tá síðani verður sagt at tað er vandamikið fyri heilsuna at viga ov nógv, virkar tað ørkymlandi?

Heðin Thomsen kvikar sær at siga, at tað er enn vandamiklari at roykja 20 sigarettir um dagin, enn at viga ov nógv.

Spurdur um kløn fólk ikki fáa hjartasjúkur, sigur Heðin Thomsen, at tað kemur fyri, men at 90 pst. av hjartasjúklingunum eru roykjarar.

Ráðini hjá yvirlæknanum eru, at skulu hesar sjúkur fyribyrgjast, mugu fólk gevast at roykja, eta minni og íðka meir.

? Kunnu fólk ikki gerast so bangin fyri at fáa sjúkur, at tað førir til strongd?? Um fólk eru bangin fyri sjúkum, eru hypokondarar, so kann tað føra til tey verða strongd, men eg havi ongan hitt, sum er vorðin sjúkur av at ansa sær sjálvum, sigur HeðinThomsen.


Fólk mugu taka ábyrgd fyri sær sjálvum

Hann heldur at einastu ráðini um heilsan skal varðveitast er, at fólk taka ábyrgd fyri sær sjálvum, og ikki bert líta á heilsuverkið.

? Um vit sammeta heilsuverkið við aðrar stovnar, so eru hópin av trygdarreglum galdandi, eitt nú viðvíkjandi bilum, skipum, arbeiðsreglum o.s.fr..

? Vit eiga at hava eins stóra persónliga umsorgan fyri likami okkara, og vit hava fyri bilinum, sum vit kanna javnan, um dekkini eru í lagi o.s.fr..

? Tað skuldi helst verið soleiðis, at fólk ansa eftir sær sjálvum og harnæst fáa vitan frá okkum læknum um, hvat er skaðiligt o.s.fr..

? Tað eru t.d. ráðini um at eta soltnan mat, og sum minst av feitum kjøti frá súgdjórum, og harnæst at eta sum mest av grønmeti og frukt.

? Okkara uppgáva sum læknar er at peika á vandar og eggja fólki til sjálvsrøkt og persónliga ábyrgd. Tað merkir, at fólk skulu gera hvat tey kunnu fyri at varðveita heilsuna, og ikki bert sita hendur í favn og lata læknar gera tað, sigur HeðinThomsen.

? Herfyri var ført fram í Danmark, at fólk sum vóru vorðin sjúk, av tí at tey fóru so illa við sær sjálvum, skuldu stillast aftast í bíðirøðini at sleppa í læknaviðgerð.


Spurningur um

at broyta hugburð

? Er tað hugsandi ein háttur at fáa fólk at ansa betur eftir sær sjálvum?

? Hjá okkum sleppa illa sjúk fólk framat beinanvegin, og hevur tað ikki skund, mugu tey bíða eitt sindur, sigur Heðin Thomsen, sum heldur vil tosa um at broyta hugburð, um rák og vandar viðvíkjandi heilsuni, enn at seta reglur fyri møguleikunum at sleppa í viðgerð.

Hann mælir til at fólk, sum roykja, eta nógva feitan mat o.s.fr., skulu fara til lækna tvær ferðr árliga at kanna blóðtrýstið, sum í millum læknar verður kallað »tigandi dreparin», av tí at fólk ikki merkja tað, um blóðtrýstið broytist.

? Um blóðtrýsið er ov høgt, ávirkar tað hjarta og nýru, og økir um æðrakálkingina. Hjartað víðkast og hjartaslátturin gerst óregluligur. Harnæst er høgt blóðtrýst høvuðsorsøkin til slagtilburðir.


Hvørt húsarhald sín blóðtrýstmátara

? Øll húsarhald áttu tí at útvega sær blóðtrýstmátara, sum fæst í handlunum, heldur Heðin Thomsen.

Í dag er elektronisk húsarhaldstól í hvørjum heimi, og tí skuldi tað verið náttúrligt at fólk vigaðu seg og mátaði blóðtrýstið 14. hvønn dag, sum partur av sjálvsrøktini.

Hava fólk høgt blóðtrýst og eru í viðgerð, er tað eisini gott hugskot at kanna tað heima, fyri at vita um viðgerðin er røtt.

Annað mál er, at kolesteroltalið hjá føroyingum er ov høgt. Tað er í miðal 6,5 og er hægri enn t.d. miðaltalið í Danmark.

Yvirlæknin heldur, at tað hevði verið ynskiligt um kolesteroltalið var fimm, tí tað hevði minkað munandi um hjartatilburðir.


Ótolnast ikki um sjúklingar ikki akta

? Hvat er tín yndisdreymur fyri føroysku fólkaheilsuna.

? Tað er at fólk góvust at roykja, fóru til lækna tvær ferðir árliga at máta blóðtrýstið, íðkaðu meir ítrótt e.a. virksemi og ótu minni, sigur Heðin Thomsen.

? Er tað ikki hugstoytandi tá sjúklingar, fyri at bøta um heilsuna, ikki gera eftir boðum tínum?

? Tað hevur áður nervað meg, men ikki longur. Tað loysir heldur ongar trupulleikar um læknin ótolnast, tí so koma fólk als ikki til kanningar, og tað ger støðuna hjá sjúklingunum enn truplari.