Fyribils eru trygdarskeiðini á Sjómansskúlanum í Klaksvík. Í farnu viku vóru teir 14 í tali, sum vóru á trygdarskeið í eina viku. Á skeiðnum læra luttakararnir ástøði og gera ymiskar venjingar, sum líkjast [...] sjóðraðir av skipi, teir fara í svimjihøllina at læra at venda einum gummibáti, verða tiknir upp úr sjónum í krana, sum skal ímynda bjarging við tyrlu á havinum. Ein dagur er ásettur til eldsløkkingarvenjingar [...] farmaskipum o.s.fr.. Í ár 2000 skulu allar manningar hava verið á trygdarskeið, sigur Pole Mikkelsen. Í Klaksvík hava teir skipað fyri trygdarskeiðum síðani 1990. Trygdarskeiðið er galdandi í fimm ár, men tá
21 milliardir. Hetta komst serliga av støðuni í Jugoslavien og í Somalia. ST hevur friðarvarðveitandi eindir í ikki færri enn 15 londum. Úr einum kassa í annan Fyri at koma aftur til fíggjarstøðu ST?s [...] amerikansku dagbløðunum. Marathon renning Ein stórhending her í New York er tann árliga Marathon renningin, sum verður hildin sunnudagin seinast í oktober ella fyrst í november mánað. Byrjað verður á Staten [...] gjørdist spurningurin mær viðkomandi: Nær man dagur upprenna - ella man dagur upprenna, tá Merkið veittrar á hesum stað? Hóast ST-bygnaðurin hevur heimstað í New York, so er ikki talan um amerikanskt øki
Kl. 16.30?18.30: Dagur og vika heiman, um tilfarið er komið. Samstundis ber til at keypa sær døgurða. Hvønn týsdag: Kl. 17.30: Døgurðaborð við kaffi og køku, 50-70 kr. Ring og sig frá í seinasta lagi dagin [...] »Moira« spælir. Í hesm bólki eru Kim Hansen, Terji Rasmussen, Kai Jóhannessen, Hjalti Joensen og Mikkjal Joensen. Vínsmakkingin verður hesa ferð á 1. hædd. Forsølan av atgongumerkjum er byrjað í Føroyahúsinum [...] 60 kr. Sunnudagin 16. nov.: Fernisering kl. 15-17: Listamaðurin Jens í Dali sýnir fram málningar og tekningar. Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn, sum skipar fyri, bjóðar vín og juice. Týsdagin 18. nov
Birita doyði í 1949. Elsti sonur teirra var Líggjas. Hann var føddur í 1922, og búði í mong ár í Klaksvík. Tey seinnu árini búði hann í Havnini. Líggjas doyði í 1992??. Hanna, sum í nógv ár búði í Grønlandi [...] doyði í 1970, Marin Malena, sum er fødd í 1916, býr í Sørvági, Anna Katrina, sum er fødd í 1918, býr í Leirvík, Elsa Maria ella Lisa, sum hon varð kallað, búði í Klaksvík. Hon var fødd í 1921, og hon doyði [...] Grønlandi, men sum nú í fleiri ár hevur búð í Danmark, var fødd í 1925, Anna Katrina, sum er fødd í 1927, býr í Klaksvík, og Thomasia var fødd í 1931. Hon og hennara familja fluttu í 1970 til Grønlands, og har
knív, gaffil, skeið, krúss og skamtaða matin í. Skamtaði maturin var ein lítil pakki av sukri, ein pylsuendi og kanska ein dós av onkrum, og hetta skuldi vara í fýra dagar. - Tá ráddi so sanniliga um at duga [...] Í 1950-árunum vóru rakár í Føroyum, og byrjanin til rakárini var sum í 1990-árunum. Í 1952 fór Sjóvinnubankin av knóranum, og alt steðgaði upp. Men tá var einki, sum æt arbeiðsloysisstuðul, og nógv vita [...] hevði arbeitt í Týsklandi fyri kríggið sum umboðsmaður fyri eina danska fyritøku og tosaði tí væl týskt. Eina ferðina fyrst í fimtiárunum var Jákup saman við brórðuri sínum Páll ein túr í Týsklandi og vitjaði
Lívstrygging til hetta arbeiðið. Ein partur av upphæddini leyp av, og sjúkrasystranæmingarnir gjørdu at at lata peningin til AIDS -Ráðið í Føroyum. Tá Anna Samuelsen var í Danmark í øðrum ørindum, fór hon at [...] fyrilestur í Studentaskúlanum. Um arbeiðið í Føroyum, sigur Anna Samuelsen, at lyklapersónar eru víða um í landinum. Teir skipa javnan fyri tiltøkum, men at neyðugt er við einum samskipara í hesum arbeiðnum [...] fríggjadagin. 1. desember er altjóða AIDS-dagur, har evnið er: ?AIDS og børnini³. Í Føroyum er støðan øðrvísi, og tí verður dagurin hildin undir heitinum: ?Vit í Norðuri: AIDS er her framvegis³, sigur Anna
ivast í, hvussu væl vit eru førir fyri tí. Royndir í seinastuni vísa, at ein leggur størri dent á at behalda ein landsstýrismann enn at útinna tað verk, ein hevur ætlað sær. Verður tað so, at ein møgulig [...] verður betri orðað í uppskotinum. -Eg veit væl, at nógv av hesum fer at verða við í treytunum í sambandi við útbjóðing, men spurningurin er, um vit ikki skulu geva hesi fyrstu signalini í lógini, um at hetta [...] stórt arbeiði í hetta. Hann fegnaðist eisini um, at tað í lógini verður tikin hædd fyri, at tað í mest møguligan mun verður føroysk arbeiðsmegi, ið talan verður um. Politisk semja -Vit í javnaðarflokkinum
haldi eg at kappingin var góð, hetta var ein sera stór og sterk kapping, men tíverri var hetta ikki mín dagur, leggur Búgvi afturat. Ein hollendari vann kappingina í -78 kg., Lars Maagaard úr Danmark gjørdist [...] Poulsen, sum um vikuskiftið luttók í Swedish Open judokappingini. Búgvi tapti fyrsta dystin, og tað vildi so til, at hann fekk ongan møguleika afturat, so hann endaði í skeiva endanum, tá kappingin var liðug [...] var annars ein rættiliga stór kapping. Ikki færri enn 11 lond luttóku, og tey vóru: Ísrael, Týskland, Pólland, Bretland, Svøríki, Noreg, Føroyar, Norðurírland, Holland, Danmark og Finnland. Í vektbólkinum
landsstýrisformaður í Grønlandi, á almennari vitjan í Føroyum. Við í fylginum vóru embætisfólk í grønlendsku landsumsitingini. Ein teirra var Sólja í Ólavsstovu, úr Havn. Hon er skrivstovustjóri í deildini fyri [...] búgva í Danmark og í Grønlandi, sigur Sólja, at hon ongantíð treivst í danska samfelagnum, men at henni dámar sera væl í Grønlandi. - Hetta samfelagið líkist meira okkara, og eg kundi fyri tað verið í Føroyum [...] starvsfólk, bara á lógardeildini. Sólja í Ólavsstovu er útbúgvin løgfrøðingur, og starvaðist eftir lokna útbúgving sum stjórnarskrivari í Føroya Banka í nøkur ár, áðrenn hon í 1988 fór til Grønlands at arbeiða
undirhald. Í síðsta enda eru teldurnar ein samfelagsspurningur, og eisini ein spurningur um mentan ella mentunarpolitikk. Teldurnar lætta um og gera heimin minni Teldurnar, serliga nú tær eru skipaðar í tað [...] higartil hevur havt. Fleiri miðlar í sama miðli Tað, sum eyðkennir informatiónsmotorvegin er fyrst og fremst samanrenningin av fleiri ymiskum miðlum í ein miðil. Miðlar, sum í dag eru atskildir, teldan og telefonin [...] síðani. Í USA legði varaforsetin Al Gore fyrst í hálvfemsárunum fram ætlanir um »The National Information Infrastructure« og setti orð á hugtakið »the information superhighway«. Í maj mánað í 1994 legði