Dagny Joensen
AIDS-grunnurin í Føroyum, er stovnaður við tí fyri eygað, at veita upplýsing um HIV og AIDS, og at stuðla sjúklingum.
Tað vóru nakrir sjúkrasystranæmingar, sum gjørdi sítt til, at AIDS-grunnurin varð stovnaður. Tær gjørdu høvuðsuppgávu, og fingu stuðul frá Lívstrygging til hetta arbeiðið.
Ein partur av upphæddini leyp av, og sjúkrasystranæmingarnir gjørdu at at lata peningin til AIDS -Ráðið í Føroyum.
Tá Anna Samuelsen var í Danmark í øðrum ørindum, fór hon at tosa við umboð fyri AIDS- grunnin í Danmark, fyri at vita, hvussu tey har høvdu skipað seg.
- Eg fekk teirra viðtøkur, og vit hava nú lagað tær til føroysk viðurskifti, so grunnurin kundi stovnast, sigur Anna Samuelsen.
Hon er sera fegin um tiltakið, tí sum tað vísir seg, so knípur tað við at halda áhuganum uppi fyri hesum vandamáli í Føroyum.
Hóast talan ikki var um stóra upphædd, so hjálpti tað um, at Lívstrygging í samband við stovnina hevur latið 10.000 krónur til føroyska grunnin.
Áðrenn almenna fundin fríggjadagin, boðaði stigtakararnir frá, at fólk ístaðin fyri at gjalda atgongumerki, kundu lata AIDS-grunninum eina peningagávu.
Anna Samuelsen sigur, at tey ikki enn hava gjørt upp, hvat av peningi kom inn fríggjadagin.
1. desember er altjóða AIDS-dagur, har evnið er: ?AIDS og børnini³.
Í Føroyum er støðan øðrvísi, og tí verður dagurin hildin undir heitinum: ?Vit í Norðuri: AIDS er her framvegis³, sigur Anna Samuelsen, sum henda dagin fer at halda fyrilestur í Studentaskúlanum.
Um arbeiðið í Føroyum, sigur Anna Samuelsen, at lyklapersónar eru víða um í landinum. Teir skipa javnan fyri tiltøkum, men at neyðugt er við einum samskipara í hesum arbeiðnum.
Sjálv arbeiðir Anna Samuelsen sum sjúkrasystir stóran part av degnum, og at tað er avmarkað, hvussu nógv tíð er til AIDS-arbeiðið. Hon hevur arbeitt við málinum síðani 1992, men viðgongur, at tað er hugaligt,tá tað gongst væl í hond, sum nú tá grunnurin er stovnaður.