Fyribils eru trygdarskeiðini á Sjómansskúlanum í Klaksvík.
Í farnu viku vóru teir 14 í tali, sum vóru á trygdarskeið í eina viku.
Á skeiðnum læra luttakararnir ástøði og gera ymiskar venjingar, sum líkjast teimum um viðurskiftum, ið teir kunnu koma fyri, um óhapp henda á sjónum.
Eitt nú verða luttakarnir sjóðraðir av skipi, teir fara í svimjihøllina at læra at venda einum gummibáti, verða tiknir upp úr sjónum í krana, sum skal ímynda bjarging við tyrlu á havinum.
Ein dagur er ásettur til eldsløkkingarvenjingar. Hetta fer fram á Brandskúlanum við Áir.
Tey ungu mugu
sjálvi gjalda
Hóast tað er eitt lógarkrav, at ungfólk skulu hava verið á trygdarskeið, áðrenn tey fara til skips, so skal skeiðluttakarin sjálvur gjalda útreiðslurnar.
Skeiðið kostar 2400 krónur, umframt kost og uppihald.
Óli Olsen, lærari á Sjómansskúlanum í Klaksvík sigur, at í ávísum førum gjalda reiðaríini fyri skeiðið hjá manningum, men at nógvir luttakarar gjalda sjálvir.
Á skúlanum fáa luttakararnir kaffi við onkrum afturvið fyri fimm krónur, og døgurða fyri 25 krónur. Tað var 1. oktober í ár, at tað gjørdist eitt lógarkrav, at ungfólk ikki sleppa til skips, um tey ikki hava verið á trygdarskeið.
Áðrenn 1. oktober næsta ár, skulu sjófólk, sum hava verið eitt ár til skips, á trygdarskeið o.s.fr.. So hvørt sum frálíður, skulu øll hava verið á trygdarskeið, fyri at sleppa til skips.
Altjóða krav
Hetta er krav sambært altjóða sáttmálanum STCW-F fyri fiskiskip, men kravið er eisini til sjófólk, sum sigla við farmaskipum o.s.fr.. Í ár 2000 skulu allar manningar hava verið á trygdarskeið, sigur Pole Mikkelsen.
Í Klaksvík hava teir skipað fyri trygdarskeiðum síðani 1990.
Trygdarskeiðið er galdandi í fimm ár, men tá skulu sjófólkini aftur á skeið í tveir dagar, fyri at fáa páppírini endurnýggjað.
Roknað verður við, at eini 2.500 føroyingar arbeiða á sjónum. Fyri at nøkta tørvin til trygdarskeið, krevur tað, at eitt skeið verður hildið hvørja viku frameftir.
Umframt at skipa fyri trygdarskeið, tekur Sjómansskúlin í Klaksvík ímóti næmingum, sum læra til skiparar og kokkar. Eisini er ein fiskivinnuflokkur á skúlanum.
Næmingarnir læra tað mest grundleggjandi, áðrenn teir fara burtur, eitt nú navigatión, skipsteknikk, sjóreglur og rokning, umframt um trygdina á sjónum.
Skiparar kunnu taka prógv, sum gevur teimum rætt til at føra skipa upp til 300 tons út á 30 fjóðringar.
Lítil áhugi
fyri sjólívinum
Pole Mikkelsen heldur kortini, at alt ov fáir ungdómar eru áhugaðir í at fara til skips. Teir læra í skúlanum, at HF-skeið ella stundentaskúlin og handilsskúlin eru neyðugir skúlar hjá øllum ungfólki at royna.
- Eingin fer til skips longur. Teir, sum hava áhuga fyri sjóvinnuni, teljast á einari hond, sigur Pole Mikkelsen.
- Tað er heldur ikki so ynskisvert, tí skipini eru gomul, eins og vinningurin ikki er so stórur, sum vit ofta hoyra um.
Tað er kortini ein bólkur, sum kundi hugsað sær at farið á trygdarskeið. Tað eru tey arbeiðsleysu, sum kortini einki hava at taka sær til.
Um arbeiðsleys kundu farið á trygdarskeið, høvdu tey ein møguleika at farið til skips, men møguleikar eru ikki at fáa stuðul.
- Vit hava kannað møguleikarnar og tosað við Almannastovuna um hetta, men vit hava einki frætt aftur, sigur Pole Mikkelsen.
Prioritera ítriv
fram um trygdina
Hann heldur tað vera løgið, at so umráðandi frálæra ikki kann veitast fyri ein lagaligari pening, serliga tá hugsað verður um at fólk hava møguleikar at ganga á kvøldskúla og fáa undirvísing í onkrum ítrivi ein heilan vetur, fyri bert 300 krónur.
- Tað er ógvuliga løgin prioritering, sigur Pole Mikkelsen.
Sjómansskúlin í Klaksvík hevur ikki skrásett trygdarskeiðini fyri næsta ár. Fyribils verða tvey skeið aftrat í ár.
Á Sjómansskúlanum í Havn eru eisini trygdarskeið, men tey eru bert fyri næmingunum, sum ganga á skúlanum.
Tó hava verið onnur trygdarskeið, eitt nú fyri manningunum á skipunum hjá Strandferðsluni.