Niðan á informatiónsmotorvegin

Teldurnar, serliga nú tær eru skipaðar í tað heimsumfatandi netið - Internetið, hava longu broytt tann mátan, sum virkir og stovnar samskifta innanhýsis og sínámillum, og mátan, sum virkir og stovnar samskifta við síni viðskiftafólk. Teldurnar ella Internetið geva tí einstaka atgongd til eitt hav av meiri ella minni relevantum upplýsingum, og tær gera tað eisini møguligt skjótt og bíliga at skriva teldubrøv til fólk, líkamikið hvar á knøttinum tey eru stødd, skrivar Erhard Jacobsen, bókavørður

Erhard Jacobsen


Tann velduga menningin á telduøkinum hesi seinastu árini hevur reist spurningin um, hvussu vit skipa okkum við teldunum, hvussu viðurskiftini millum teldur og menniskju skulu vera.

Tá ið teldur nú einaferð fara at verða ein so stórur partur av okkara gerandisdegi, sum spátt er, og sum tekin eisini longu eru um, so er tað onki uttan natúrligt, at vit vanligu fólk, sum skulu brúka hesar teldurnar bæði í okkara arbeiði og til gerandisendamál, fara at gera vart við okkum, fregnast og seta fram krøv.

Teldur eru ikki bara teknikkur, nei, tær hava longu og fara framyvir at føra við sær broytt arbeiðslag og broyttar arbeiðshættir; tær skapa grundarlag fyri nýggjum vinnugreinum, nýggjar mátar at samskifta, at keypa og selja, at læra og øðrvísi mátar at skaffa okkum undirhald.

Í síðsta enda eru teldurnar ein samfelagsspurningur, og eisini ein spurningur um mentan ella mentunarpolitikk.


Teldurnar lætta um

og gera heimin minni

Teldurnar, serliga nú tær eru skipaðar í tað heimsumfatandi netið, Internetið, hava longu broytt tann mátan, sum virkir og stovnar samskifta innanhýsis og sínámillum, og mátan, sum virkir og stovnar samskifta við síni viðskiftafólk. Teldurnar ella Internetið geva tí einstaka atgongd til eitt hav av meiri ella minni relevantum upplýsingum, og tær gera tað eisini møguligt skjótt og bíliga at skriva teldubrøv til fólk, líkamikið hvar á knøttinum tey eru stødd. Teldurnar lætta um, og tær gera heimin minni.

Men teldurnar fara at gera meira enn tað.

Tað sum veruliga fer at broyta okkara gerandisdag í framtíðini, vænta serfrøðingar, fer at verða hin sonevndi informatiónsmotorvegurin. Hesin informatiónsmotorvegur er ikki til enn, men hann fer møguliga at líkjast Interneti, sum vit nú kenna, men hann fer samstundis eisini á mangan hátt at virka øðrvísi enn Internet. Tað er heldur ongin ivi um, at menningin av informatiónsmotorvegnum fer at fáa munandi størri avleiðingar fyri alt samfelagið, enn t.d. Internetið higartil hevur havt.


Fleiri miðlar

í sama miðli

Tað, sum eyðkennir informatiónsmotorvegin er fyrst og fremst samanrenningin av fleiri ymiskum miðlum í ein miðil. Miðlar, sum í dag eru atskildir, teldan og telefonin, sjónvarp, útvarp, bløð og onnur kunning ætlað borgarunum fara, tá ið informatiónsmotorvegurin er veruleiki, at verða integrerað í ein miðil, sum fer at varpa út multimedia: tvs. telduskjøl, sum fara at verða sett saman av ljóði, myndum, teksti og livandi myndum ella video. Hetta sum vit longu nú kenna frá teimum sonevndu CD-rommunum og partvís Interneti. Øll flyting av data og informatión er digital, so her er altso talan um eina samanrenning av teldutøkni og telesamskifti.

Eitt annað, sum eyðkennir informatiónsmotorvegin er møguleikin at samskifta við informatiónsleverandørin, tvs. at tú kanst velja og seta saman tað, sum tú vilt lesa, hoyra ella síggja, og hetta kann gerast á ein heilt annan hátt, enn vit kunnu við verandi fjølmiðlum.

Hetta seinasta fer avgerandi at víkja frá tí, sum vit kenna frá fjølmiðlunum, eitt nú sjónvarpi ella útvarpi, har vit øll mugu hyggja at ella lurta eftir tí sama ísenn. Við informatiónsmotorvegnum fara vit sostatt burtur frá tí, sum verður rópt synkronari transmissión og yvir til asynkrona transmissión.

Og hví skal okkara tjóðskaparligi samleiki liggja í hesum, at vit øll hoyra tey somu tíðindini ísenn, ella at vit øll í senn sessast at hyggja eftir Degi og Viku ella onkrari aðrari sending í sjónvarpinum?

Var tað ikki meira ómakaleyst, at vit fingu sendingarnar sendandi, goymdu tær og so hugdu, lósu ella lurtaðu, tá ið tað lá best fyri hjá okkum, og at vit lósu, hugdu ella lurtaðu eftir tí, sum vit hvør einstakur hildu vera mest áhugavert og viðkomandi, tvs. at vit valdu sjálvi heldur enn, at onkur annar valdi fyri okkum.

Onnur týðandi eyðkenni við informatiónsmotorvegnum kundu eisini verið nevnd, men lat okkum gevast her.


Tjak og skriving um

informatiónsmotorveg

Informatiónsmotorvegurin var annars eitt evni, sum var nógv umrøtt fyri nøkrum árum síðani.

Í USA legði varaforsetin Al Gore fyrst í hálvfemsárunum fram ætlanir um »The National Information Infrastructure« og setti orð á hugtakið »the information superhighway«.

Í maj mánað í 1994 legði ein ES-nevnd, undir leiðslu av Martin Bangemann fram sítt álit: ?Europe and the Global Information Society?, eitt álit, sum síðani hevur verið nevnt Bangemann-rapportin. Danir fóru eisini tíðliga av seingini, tí longu í oktober mánað sama árið lat hin sonevnda Dybkjær-Christensen-nevndin úr hondum eina drúgva frágreiðing við heitinum ?Info-samfundet år 2000?.

Í hesum álitum og frágreiðingum hevur dentur verið lagdur á at lýsa møguleikar og vandar og vísa á, hvørji politisk tiltøk ella átøk eru neyðug, fyri at sum mest kann fáast burtur úr teimum nógvu møguleikunum, sum fara at koma við menningini av informatiónsmotorvegnum.

Og sjálvandi er eisini skrivaður ein hópur av bókum og greinum um hesa nýggju samskiftistøknina, bæði fakbøkur og meira ella minni veruleikakendar skaldsøgur.

Her fara vit at halda okkum til nakrar av fakbókunum.

Í 1995 gav Nicholas Baran út bókina ?Inside the Information Superhighway?, ið er ein áhugaverd og seriøs lýsing av tí, ið koma skal. Á donskum hevur henda bókin fingið heitið: Informationsmotorvejen - genvej til fremtiden.

Hin kendi Bill Gates, hann sjálvur við Microsoft, gav árið eftir út bókina ?The Road Ahead?, ið er hansara boð uppá, hvussu vit best fyrireika okkum til eina framtíð, har framkomin teldutøkni verður týðandi lutur í at kalla øllum lívsins viðurskiftum. Á donskum hevur bókin hjá Bill Gates fingið tað sigandi heitið: Grib fremtiden.

Ein triðja bók um hetta evnið, sum eg kundi hugsað mær heilt stutt at viðgjørt her, er bókin »Being Digital« hjá Nicholas Negroponte. Eisini henda bókin kom út í 1995 og á donskum eitur hon: Det digitale liv.


Skal vera ein verulig tænasta

Eins og hinar bøkurnar, so er bókin hjá Negroponte ein lýsing av framtíðini. Lýsingin er sjálvandi merkt av, at nógv er gitingar, men Negroponte hevur tó sínar greiðu meiningar, og hann hevur eisini góð ráð at geva teimum, sum sambært honum ikki hava sæð skriftina á vegginum enn.

Negroponte er kendur sum stovnari og leiðari av tí navnframa Media Laboratory hjá Massachusetts Institute of Technology. Á hesi starvsstovuni hava tey serliga lagt dent á at granska og kunna seg um framtíðar samskifti, og roynt at lýsa hvussu hetta framtíðar samskifti fer at ávirka undirhald, útbúgving og vinnulív.

Negroponte hevur skrivað fast í tíðarritinum Wired, sum kann lesast á Interneti, og tað eru greinar úr hesum tíðarriti, hann hevur umskrivað og savnað í bókini ?Being Digital?.

Negroponte leggur dent á, at nýggja informatiónstøknin skal verða ein verulig tænasta og ikki bara brúkast til dagdvølju og reklamu. Tað snýr seg ikki bara um at oysa fleiri og fleiri bit niður yvir fólk, hóast møguleikin er har. Tað snýr seg um innihaldið og um sosialt fyrilit.

Samfelagslig menning sprettir ikki úr gekkaspølum og undirhaldi, men úr øktari vitan og royndum, og tískil verður tað avgerandi fyri framtíðar menningina, at hesin parturin á informatiónsmotorvegnum, vitanar-parturin, verður bíligur og lætt atkomiligur, og at vitan ikki bara verður nakað, sum ein vælbjargaður minniluti brúkar til tess at lívga egnum áhugamálum, meðan fjøldin má taka til takkar við tí bíliga undirhaldinum.

Loysunarorðini her eru sosial prísáseting og desentralisering.

Negroponte skrivar eisini um markamót ella grensuflatur, millumliðið millum maskinur og menniskju.

Markamót í dag kenna vit best sum valmyndina vit síggja á telduskíggjanum, ella knøttarnir vit trýsta á fyri at fáa fram myndir á sjónvarpsskíggjan. Skilagóð markamót, markamót, sum tykjast at hava vit og skil, verða avgerandi fyri, hvussu nógva nyttu vit vanligu fólk fara at fáa burturúr nýggju tøknini. Og Negroponte dugir ikki at síggja nakran vanda, hóast teldurnar uttan iva fara at yvirtaka alt fleiri partar av okkara gerandisstáki. Væl at merkja um rætt verður atborið. Hann ber ongan ótta fyri, at vit fara at hvørva sum menniskju í øllum teldurokinum. Vit fara í alt størri mun at brúka telduskráir, ella markamót, sum fara at duga at avgreiða eina ávísa uppgávu, men sum samstundis fara at duga serliga væl at samskifta við aðrar telduskráir.

Tað er í hesi sannroynd, at Negroponte sær fyri sær, at vit øll fara at fáa okkara elektroniska butlara, sum syrgir fyri øllum, sum vit hava tørv á, og sum skilir beinleiðis talu og kennir okkara tørv, á sama hátt sum hundurin kennir eigara sín á røddini og medferðini.

Spurningurin er bara, hvør fer at hava ráð til slíka tænastu.


Ein nýggjur leikpallur

Enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu um, hvussu endin verður á leikinum um informatiónsmotorvegin. Verður hesin møguleiki at náa allar heimsins borgarar brúktur til fjant og fjas í eini kommersiellari melduródn, ella verða tað tey mentunarligu og sosialu sjónarmiðini og tær innovativu og kreativu kreftirnar, sum her fara at fáa ein nýggjan leikpall. Tað fer so tíðin at vísa.

Tað verður tó helst seinur dagur, at vit fara at útflyta digitalan fisk, men harfyri eiga vit ikki at lata møguleikan at fáa lut í menningini av informatiónsmotorvegnum gleppa okkum av hondum.

Vit kunnu í hvussu er gera eina roynd at skilja og fyrireika okkum til hetta nýggja fyribrigdið.


Lisið upp í útvarpssendingini Vetrarbreytin, 22. nov. 1997.