Føroyahúsið í Keypmannahavn

Tiltøk í november

Hvønn mánadag:

Kl. 16.30?18.30: Dagur og vika heiman, um tilfarið er komið. Samstundis ber til at keypa sær døgurða.

Hvønn týsdag:

Kl. 17.30: Døgurðaborð við kaffi og køku, 50-70 kr. Ring og sig frá í seinasta lagi dagin fyri.

Hvønn fríggjadag:

Kl. 17?18.30: Eydnustund við bíligum sodavatni og øli.

Hvønn dag:

Kl. 16.30?18.30: Ein verður hvønn dag. Tað kann vera knettir, frikadellur, flak, ræstur fiskur o.a. 35 kr. Smurt breyð við føroyskum viðskera: rullupylsu, skinsakjøti og møguliga turrum kjøti.


Mánadagin 10. nov.:

Kvinnufelagið fund/hugnaløtu kl. 19: Dekoratiónir, klipp og annað. Anna Nolsøe Toft leggur lag á.


Týsdagin 11. nov.,

mortansmessa:

Døgurði kl. 17.30: Stokt dunna við eplum og sós, kaffi og køku. 60 kr. Jóannes Erik Køtlum spælir harmoniku.


Leygardagin 15. nov.:

Víndagur: Vit taka uppaftur tað væleydnaða tiltakið við vínsmakking, borðhaldið við verðum úr somu londum sum vínið.

Tema: Jørðina runt 15. november: Vínsmakking kl. 16-18: Fleiri sløg av reyð-víni og hvítvíni. Hesu ferð verða vínsløgini úr Bulgariu Italiu, Grikkalandi, Fraklandi, Argentina/Kila, Kaleforniu, Australiu og Suðurafriku. Pauli Joensen, vínkennari, fer at greiða frá um vínsløgini, árgangir, dygd og spjøldur ? og um at smakka vín.

Borðhald kl. 19-22: Borðhaldið verður sera áhugavert og leskiligt sjálvtøkuborð við ymsum verðum (rættum) úr teimum átta vínlondunum. Jonnhild Janusarson og Marianna Andreassen standa fyri matgerðini og fríðkanini í hølunum.

Undir borðhaldinum verður felagssangur. Bólkurin »Moira« spælir undir.

Vínveitslurøðari hesa ferð verður Kristianna Rein, laborantur úr Havn.

Dansur kl. 22-02: Føroyski bólkurin »Moira« spælir. Í hesm bólki eru Kim Hansen, Terji Rasmussen, Kai Jóhannessen, Hjalti Joensen og Mikkjal Joensen.

Vínsmakkingin verður hesa ferð á 1. hædd.

Forsølan av atgongumerkjum er byrjað í Føroyahúsinum. Allur víndagurin frá kl. 16-02 bert 225 kr., vínsmakking 90 kr., borðhaldið 150 kr., borðhaldið og dansurin 200 kr. og dansurin 60 kr.


Sunnudagin 16. nov.:

Fernisering kl. 15-17: Listamaðurin Jens í Dali sýnir fram málningar og tekningar.

Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn, sum skipar fyri, bjóðar vín og juice.


Týsdagin 18. nov.:

Døgurði kl. 17.30: Tvøst og spik og eplir. Kaffi og pannukøka omaná. 60 kr.

Bingo - bingo kl. 19-22: Umframt nógvar aðrar góðar vinningar er ein ferð til Føroya við Atlantic Airways at vinna. 12 spøl hvørt kvøld. Plátan kostar 10 kr. og lutaseðilin 5 kr.


Fríggjadagin 21. nov.:

Kafékvøld kl. 21-24: Íslendinguri Siggi Bjørns, Sigurður Bjørnsson, sum í 10 ár hevur verið sangari og útgivið fýra fløgur, fer at syngja og spæla løg frá 60?unum og 70?unum. Siggi er ættaður av Flateyri á Vestfjørðum og var sjómaður, áðrenn hann gjørdist stangari. Atgongumerki 25 kr.

Kaffistovan er opin kl. 14-24.


Leygardagin 22. nov.:

Jólamarknaður kl. 15-20: Leiga eitt borð fyri 50 kr. og kom og sel jólaprýði av ymsum slag á tínum egna borði. Støkk inn á gólvið í Føroyahúsinum hendan hugnadagin og keyp tær advents-krans, jólapynt, kaffi, køku og gløgg.

Jólaborð kl. 17-19: Sjálvtøkuborð við leskiligum føroyskum og donskum mati. Kostnaður 75 kr.


Sunnudagin 23. nov.:

Bókadagurin kl. 15-18: Framløga av føroyskum bókum, sum komnar er í ár. Upplestur og tónleikur.

Gestir: Marianna Debes Dahl, rithøvundur, sum nú gevur bók út við endurminningum.

Árni Dahl, sum hevur forlagið Fannir, fer at siga frá um forlagsarbeiðið í Føroy-um og Heðin Klein, rithøvundur og lærari, fer at siga eitt sindur um Steinbjørn B. Jacobsen, sum fylti 60 ár í heyst, og fer at lesa upp yrkingar hjá honum.

Føroyingafelagið skipar fyri saman við bókavørðinum í Føroyahúsinum, Arnbjørn Dalsgarð.


Týsdagin 25. nov.:

Døgurði kl. 17.30?19: Kjálkar, eplir og smelt, kaffi og køkur. 50 kr.


Fríggjadagin 28. nov.:

Kafékvøld kl. 21-24: Bólkurin »Safir« við Tor Verland Jóhansen og Janusi Trúgvason syngja og spæla. Atgongumerki 30 kr.


Stórfingnar gávur

Føroya Sparikassi hevur latið úr Gávugrunni Sparikassans kr. 10.000 til nýgerð ella umvæling í Føroyahúsinum.

Carlsbergs Mindelegat hevur latið úr teirra grunni kr. 30.000 til nýggja ljóð- og tónleikaútgerð í Føroyahúsinum.

Føroyahúsið er báðum grunnunum sera takksamt. Og somuleiðis H. N. Jacobsens Bókhandil fyri 10 eintøk av nýggju Føroya Fólks Songbók, sum handilin hevur latið okkum.


Gev gætur!

Jólatræið verður sunnudagin 7. des.

Jólaheilsanir verða sendar sunnudagin 14. des.

Norðuratlantskvøld verður í Sámuelskirkjuni leygardagin 13. des. kl. 17 við Húsakórinum, grønlendska MIK-kórinum og Aavaat-kórinum og Íslendska Kórinum.

1.?9. november er fjølbroytt føroysk mentanarvika í Løgten/Skødstrup.