Í dag og í morgin skal 7. umfar av landskappingini avgreiðast, og í 1. deild hjá monnum verða tveir dystir spældir longu í dag, meðan tríggir bíða til í morgin. Mest áhugaverdi dystur er uttan iva í Havn [...] triðja plássi hevur B36 11 stig, meðan NSÍ hevur 10. Um eitt nú HB vinnur í morgin, og B36 ikki vinnur í Runavík, er HB aftur klárt á odda í kappingini. Um KÍ hinvegin fer við stigunum í morgin, fara teir [...] Trý og fýra í Runavík Tað verður ivaleyst eisini nógv fólk til fótbóltsdyst í Runavík í dag, tá B36 kemur at spæla stevnudyst móti NSÍ. Hetta er dystur millum nummar trý og nummar fýra í kappingini, og
sum NSÍ og B36 tapa. Liðið, sum streyk avstað við FM-heitinum í fjør, er ikki eins væl fyri í ár, og ein fær varhuga av, at fleiri av teimum eru mettir aftan á árið í fjør. Í morgin kemur GÍ í Gundadal, [...] koma nær teimum fýra málunum hjá HB, eru B36 og B68, sum hava latið sjey mál fara inn í skeiva endanum higartil í ár. Á veiku síðuni liggur TB, sum hevur tapt 26 mál í sjey dystum ? tað er næstan fýra mál [...] dystur, tí meðan GÍ-ararnir kanska vóru eitt sindur mettir í fjør, man svongdin vera komin aftur nú. Tá B36 og GÍ spældu í Havn í fjør, vann B36 5-2, og var hetta kanska tann mest týðandi sigurin av teimum
skyldum í gerandisdegnum, so eru betri stundir til fótbóltin. Higartil hevur verið vanligt, at feløgini hava hildið frí frá fótbóltinum í einar tvær vikur, eftir at fyrra hálva er lokin, men í fleiri feløgum [...] venjing í nakrar dagar, men teir skulu møta aftur í Brøndby 12. juli, og har skulu teir vera á venjingarlegu í átta dagar. Ferðalagið fer so av landinum 11. juli, men nógvir spælarar halda frí niðri í nakrar [...] frítíðarferð. Vit taka okkum av løttum í nakrar dagar, og so fara vit undir aftur venjingina. Annan leygardag flúgva vit niður, og vit skuldu halda til í Tarm í Jyllandi í tíggju dagar. Vit skulu venja nógv
tóku meiri lut í álopsspælinum, og í eina løtu hekk tað betri saman hjá B68, enn tað annars hevði gjørt. Heimaliðið var væl og virðiliga greitt um støðuna. Kanska vildu teir taka meiri lut í spælinum, enn [...] at teir vunnu. Teir høvdu fleiri møguleikar í 2. hálvleiki, og meðan tað var 1-0 til B68 í 1. hálvleiki, stútaðu teir á heimaliðnum eitt innlegg í stólpan. Í hesum HM tíðum verður ofta tosað um, hvønn spælistíl [...] fór í snarálop, Kasper L. Jacobsen stakk Gert Langgaard (fyri fyrstu ferð í langa tíð á liðnum) leysan í høgru, og Kristian Høgni Jacobsen møtti flata innlegginum, sum hann kanóneraði í meskarnar. Í staðin
ferð. Tólv stig í átta dystum er so langt í frá nóg mikið, og teir í B36 mugu finna seg í, at teir verða ikki mettir sum favorittar, nú teir fara til Vágs. Hvørki í verjupartinum ella í álopspartinum hongur [...] viðhaldsfólkini hjá B36 er í botni. Sigursrómin eftir meistaraheitið í fjør ? hitt fyrsta í 35 ár ? er avloystur av ørkymlan. Í fjør vunnu teir hvørja ferð, tá tað reið um snarið, og í ár tapa teir hvørja [...] formaðurin í HB, Gunnar Mohr, sigur, at tað er einki í hesum. Uni Arge fer beinleiðis aftur til Danmarkar, tá kappingin í Íslandi verður liðug. Hann hevur ikki loyvi at spæla í Føroyum. KÍ í skugganum av
Mørkøre, sum í fjør spældi tvær ferðir fyri HB, hevur áður spælt fýra ferðir í Europa fyri KÍ, Bjarki Mohr, sum í fjør og í fyrraárið spældi tríggjar dystir fyri HB, umboðaði í 1994 B71 tvær ferðir í Europa [...] vann FM var í 1990, og tað var eitt ár ov tíðliga, um vit hugsa í Europa Cup høpi, tí fyrsta ferðin føroyskur fótbóltur luttók í Europa Cup var í 1992, tá meistaraliðið í 1991, KÍ, spældi í meistarakappingini [...] pingini og B36 luttók í steypakappingini. Minnisrík fyrsta ferð Fyrsta ferðin, HB var við í Europa Cup, var í 1993. Tá spældu teir í innleiðandi umfarinum í kappingini fyri steypavinnarar ímóti estlendska
onkuntíð hava verið í slíkum kappingum, fingu hol á. Føroyingar mistu í uppspæli í høgru, sviar fóru í mótálop, og innleggið varð í lítið pressaðari støðu beint út til horna, sum varð stútað í málið. Føroysku [...] Mortensen, HB, 60.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Pól Næs Joensen, B36, Helgi Justinussen, B36, Kristian Poulsen, B68 og Gisli Dánjalsson, Royn Gult kort: Jón Rói Jacobsen 22. [...] Høvuðsmálið hjá føroyingunum í fyrireikingunum til opnu norðurlendsku kappingina fyri U-16 landslið, sum í hesum døgum er á norðurlandinum í Íslandi, hevur verið at fáa venjingarstøðuna so mikið góða,
(tvey gul kort). Í gjár hvíldu føroyingarnir seg, men seinnapartin í dag klokkan 15 skulu teir aftur í eldin. Tá er mótstøðuliðið í Dalvík Finnland, sum í fyrradagin vann 3-2 á Svøríki. Í hinum bólkinum [...] ferðir hava tapt nógv ímóti í opnu NM kappingini. Síðst londini hittust var í fjør, tá kappingin var í Finnlandi. Í gjár fyri einum ári síðani vann Ongland 10-0 á Føroyum. Sæð í ljósinum av tí úrslitinum [...] liðið í Húsavík sá soleiðis út: Karstin Joensen, KÍ ? Bárður Johannesen, B36, Teitur Ellingsgaard, HB, Atli Gregersen, Neksø ? Jóannes L. Jacobsen, KÍ (Gisli Dánjalsson, Royn, 68.) Niels Joensen, B36, Símun
sjey ferðir higartil í landskappingini. Nú hava teir verið í Eysturoynni tvær ferðir upp í slag og hava tapt tilsamans 12-0! Komandi leygardag taka sumbingar ímóti B36, sum er væl fyri í løtuni. Um ÍF tá megnar [...] úr einum dysti. Ikki fyrr enn sunnudagin. Sumba var í Fuglafirði, og har trívast teir ikki væl. Í steypakappingini fyrr í ár taptu sumbingar 11-0 í Fuglafirði, og tað úrslitið var ikki langt frá at endurtaka [...] fyri 0-2 tíðliga í dystinum var einki endamál í at liggja afturi, og tað gav eisini ÍF betri sømdir. Egil Zachariasen økti til 3-0, áðrenn sumbingar høvdu fyrstu royndina á stongina. Í seinna hálvleiki
til Sarajevo sunnudagin 16. august. Í hópinum eru Sunvard Joensen úr GÍ og Jákup á Borg úr B36 spildurnýggir í A-landsliðshøpi. Í mun til hópin, sum var í Estlandi í byrjanini av juni, eru tríggjar broytingar [...] havt eitt rimmar ár við B36 higartil, og hann er í løtuni toppskjútti í 1. deild við 10 málum í 11 dystum. Annars er vert at leggja til merkis, at oddaliðið HB bert hevur tveir mans í hópinum, meðan KÍ, sum [...] at landsliðsvenjarin sjálvur var á staðnum leygardagin, tá GÍ og B68 spældu í Gøtu, og hann var eisini í Gundadali dagin eftir, tá B36 og KÍ hittust. Allan Simonsen hevur ivaleyst verið væl nøgdur við