HB og Sumba hava gjørt mest um seg higartil

Fótbóltur: Størstu vónbrotini hava verið meistararnir úr B36, fuglfirðingar og tvørámenn, sum framvegis ongan dystin hava vunnið

Komandi sunnudag spæla VB og B36 útsetta dystin frá 9. leikumfari í Vági. Hini átta feløgini hava avgreitt fyrra partin av fótbóltslandskappingini, men tað er ov nógv sagt, at teir eru farnir í summarfrí. Nú verður so nógv lagt fyri í føroyskum fótbólti, at hjá nógvum verður so at siga vant og spælt út í eitt frá síðst í januar og til fyrst í oktober.

Tá farið varð undir kappingina vóru málini hjá feløgunum ymisk, og út frá støðuni, nú kappingin er hálvrunnin, ber til at staðfesta, hvussu kappingarárið higartil hevur roynst hjá teimum ymisku.


Full úrtøka til HB

Í HB dylja teir ongantíð, at teir á hvørjum ári fara undir fyrireikingarnar til steypakappingina og landskappingina við tí fyri eyga, at teir skulu vinna báðar kappingarnar. HB hevur vunnið steypakappingina, og tá teir eisini liggja nógv fremst í landskappingini kann ikki annað sigast, enn at kappingarárið hjá teimum hevur roynst sera væl.

Tað hevur ljóðað, at Uni Arge skuldi koma til HB eftir summarsteðgin, og tað hevur eisini ljóðað, at hann skal spæla við HB eftir at íslendska landskappingin er lokin, men formaðurin í HB, Gunnar Mohr, sigur, at tað er einki í hesum. Uni Arge fer beinleiðis aftur til Danmarkar, tá kappingin í Íslandi verður liðug. Hann hevur ikki loyvi at spæla í Føroyum.


KÍ í skugganum

av arvafíggindunum

Í Klaksvík hevur tað verið sera óstøðugt í mong ár. Viðhvørt eru teir við í stríðnum um oddasessin og gullmerkini, og onnur ár hava so at siga somu spælarar verið noyddir at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.

Í ár megnaðu teir at spæla seg fram til endadystin í steypakappingini, men tá taptu teir móti arvafíggindunum úr HB. Í landskappingini hevur KÍ fleiri ferðir sýnt fótbóltsspæl, sum hevur verið betri enn nakað annað lið hevur sýnt í ár, men úrtøkan hevur ikki altíð staðið mát við spælið, og nú kappingin er hálvrunnin, má KÍ finna seg í at standa í skugganum av HB. KÍ tapti so ruddiliga móti HB í Gundadali. Tríggjar ferðir hava teir bara fingið eitt stig, og serliga um javnleikin móti GÍ í Gøtu iðra teir seg ivaleyst. Klaksvíkingar iðra seg ivaleyst eisini yvir javnleikirnar í Fuglafirði og móti B36 í Klaksvík. Í Fuglafirði vóru teir hepnir at fáa eitt stig, og móti B36 vóru teir ikki hepnir. Soleiðis sum tað hevur gingið hjá meistarunum fram móti summarsteðginum iðra teir í Klaksvík seg ivaleyst um, at teir spældu móti teimum so tíðliga.


Fyrstu ferð

á krónukós

NSÍ hevur higartil verið elevatorliðið í føroyskum fótbólti. Síðsta ferðin teir fluttu upp var ikki longri síðani enn í fjør. Teir løgdu bragdliga fyri, men so kom ein lítil stígur í, og tað var ikki sørt, at onkur hevði illgruna um, at kynkurin fór at bera við sær, at NSÍ aftur skuldi stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.

Nú hevur NSÍ ikki tapt í fimm umførum upp í slag, og teir liggja greitt á bronsuplássinum. Megna teir at halda tørn um hetta plássið, so vinna teir fyri fyrstu ferð heiðurskrónur.

Og í Runavík iðra teir seg um, at teir ikki eru uppaftur betri fyri. Serliga iðra teir seg um, at teir ikki vóru nóg avgjørdir at fáa øll stigini á Sevmýri og í Fuglafirði móti tveimum liðum, sum sambært støðutalvuna eru verri fyri enn NSÍ.


Meistararnir

størsta vónbrotið

Tað er einki at siga til, at lagið millum nógvu viðhaldsfólkini hjá B36 er í botni. Sigursrómin eftir meistaraheitið í fjør ? hitt fyrsta í 35 ár ? er avloystur av ørkymlan. Í fjør vunnu teir hvørja ferð, tá tað reið um snarið, og í ár tapa teir hvørja ferð. Tólv stig í átta dystum er so langt í frá nóg mikið, og teir í B36 mugu finna seg í, at teir verða ikki mettir sum favorittar, nú teir fara til Vágs.

Hvørki í verjupartinum ella í álopspartinum hongur tað nóg væl saman, moralurin tykist ikki vera nóg góður, og tað er sera ónøktandi, at venjarin skal vera leikbannaður fram til miðskeiðis í august.

Serliga missurin av Juliani Johnsson á miðvøllinum hevur verið meinur, men tað er eisini sjónskt, at tað hongur ikki nóg væl saman í verjuni. Skal hesin parturin rættast upp aftur, so er Tummas Eli Hansen noyddur at finna skógvarnar fram aftur, ella má onkur styrkur fáast úti frá.


Lítil breidd á Toftum

Toftamenn vóru í botninum í fjør. Tað eru teir ikki í ár, men støðutalvan boðar frá, at teir hava ikki nátt málinum, sum var at vera við í stríðnum um heiðursmerkini og pláss í europeisku kappingunum.

Spælarahópurin hjá B68 er ikki nóg stórur, og teir hava týðuligar veikleikar, bæði í verjupartinum og í álopspartinum. Í fjør miseydnaðist royndin við útlendskum venjara og tveimum útlendskum spælarum fullkomiliga. Í ár hava teir tveir útlendskar spælarar. At teir bara viðhvørt eru á liðnum sigur so mikið sum at royndin at styrkja um liðið við fremmanda monnum bara fyri ein lítlan part hevur eydnast.


VB vendi

óhepnu gongdini

Í fjør vunnu vágbingar sær rættin til luttøku í europeisku veddingarkappingini. Við ósigrinum í Kekkia er altjóða leikluturin hjá VB av á hesum sinni. Møguleikin at sleppa av landinum komandi ár er ikki burtur, men skal hann varðveitast, so er neyðugt at vinna á B36, tá meistararnir koma suður í vikuskiftinum.

Tá VB í øðrum leikumfari tapti 5-0 á heimavølli móti NSÍ, lá tað líka sum í luftini, at teir skuldu stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, men síðani hava teir fótað sær, og ikki minst sigurin í Gøtu mundi koma væl við. Alt tos um niðurflyting er í hvussu so er tagnað.


GÍ spælir fyri

altjóða plássi

Gøtumenn hava so at siga slept vónini um, at teir aftur í ár skulu vera við í kappingini um gullkrónurnar. Nú er málið at røkka altjóða luttøku. Gera teir tað, so hava teir verið við í Europa Cup á hvørjum ári síðani 1994.

Kappingarárið higartil hevur ikki verið nakað at reypa av. Teir hava havt stórar trupulleikar at gera mál, og teir hava eisini havt trupulleikar longri afturi á vøllinum, bæði í at fáa samanspælið at hanga saman og í verjupartinum. Ábendingar eru um, at tað gongur rætta vegin, og lítil ivi man vera um, at teir fara at megna einum endaplássi, sum er hægri enn núverandi støðan.

Undan kappingarbyrjan vóru onkrir fremmandir spælarar í Gøtu, og tað hevur ljóðað, at aðrir skuldu koma afturat, men higartil hava teir bara fingið Søren Skov Jørgensen. Hann skuldi vera álopsstyrkur, og í fyrsta dystinum í Runavík skoraði hann, men seinni er hann gliðin longri aftur á vøllin.


Treiskir sumbingar

Tá sumbingar fluttu upp í 1. deild, mundu tað vera mong, ið roknaðu teir sum kanónføði og harvið at teir fóru skjótt niður aftur í 2. deild, akkurát sum teir gjørdu í 1991.

Higartil hava sumbingar gjørt hesum spádómum til skammar. Teir hava fingið sjey stig, og teir hava ongantíð lagt rygg til stórtap av tí slagnum, sum teir onkuntíð gjørdu fyrru ferðina, tá teir vóru í 1. deild.

Og tað er lítið ella einki, sum bendir á, at teir fara at enda á niðasta plássi og harvið fara at flyta beinleiðis niður í 2. deild.

Teir siga sjálvir, at høvuðstrupulleikin er, at teir hava ongan upplagdan málskjútta, men teir arbeiða við at loysa henda spurningin. Spælararnir eru annars ungir og grammir, og tað vil siga, at teir styrkna fyri hvørja royndina, sum teir fáa á vøllinum. At teir fara at fáa fleiri stig er lítil ivi um.


Vónbrot hjá fuglfirðingum

Piotr Krakowski er royndur venjari í Føroyum, men eftir støðutalvuni at døma, so hevur tað higartil ikki skorist væl hjá honum og ÍF.

Í fyrsta umfarinum átti ÍF at fingið trý stig móti KÍ. Teir høvdu fleiri upplagdar møguleikar, men teir megnaðu ikki at fáa mál, og tað var fyrsta fráboðanin um, at úrtøkan fór at vera lítil.

Miðvallarspælið hevur heldur ikki hingið nóg væl saman, og nú er stóri spurningurin, hvussu tað fer at hilnast eftir summarsteðgin, men at tað verður strevið er lítil ivi um.


TB framvegis

sigursleyst

Aldursforsetin kom aftur í 1. deild í ár, og tað er har TB hoyrir heima, verður aftur og aftur tikið til.

Hvat er í hesum ynskinum skal vísa seg í úrslitunum á vøllinum, og har mugu vit ásanna, at tað hevur skorist út av lagi soltið higartil. TB hevur ongan dyst vunnið, og tríggir javnleikir gera, at teir eru greitt niðastir.

Á heimavølli hava teir verið tætt við sigri, ikki minst tá teir fingu eitt mál ímóti sær í yvirtíðini, tá NSÍ var á Sevmýri. Í Gundadali móti HB stóðu teir seg væl ? taptu 4-3 ? men síðani hevur verið soltið. At teir ikki megna at vinna, tá teir hava styrk av flatlondum, boðar ikki frá góðum.