verið ein kjarni í háskúlanum, er nú á veg inn í fólkaskúlan, hvør skal siga, Háskúlin var framman fyri sína tíð. Endamál háskúlans er tað sama enn í dag, og í okkara so øðrvísi tíðum enn í 1899, fari eg [...] ungir føroyingar á háskúlanum í Askov í 1896, miðvingurin Rasmus Rasmussen og skarðsmaðurin Símun av Skarði, og í viðføri høvdu báðir hetta, ?..at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum?, og brátt vóru [...] avgerð, og so varð farið til bøndurnar í Vági at biðja sær setur. Hetta varð játtað teimum, og eisini gyllinamenninir í Akursmørk í Vágshaga játtaðu. So langt var alt í lagi, men skuldi jørð verða keypt, mátti
Teir hava verið á vitjan hjá grannunum í Norðanlondum, men teir hava eisini verið í fjarskotnari londum. Millum annað hava teir verið í Grikkalandi, Ísrael og í Egyptalandi. Sera væl umtóktir Karlakórið [...] Kórið eitur Heimir, og er ikki minni kent í Íslandi enn songfelagarnir úr Reykjavík. Og fyrsta dagin verða teir at hoyra í Føroyum. Kórið hevur ferðast nógv í Íslandi, og eisini nógv uttanfyri íslendsku [...] nýtt kór, tað varð stovnað í 1927 og tí er talan um eitt kór við sera drúgvum royndum. Umleið 70 sangarar eru við í hópinum, og teir flestu hava tað til felags, at teir eru bóndur í Skagafirði. Hava givið
plastikkbolla hevur hann í vinstru hond. Bollin er tómur; aftur í dag hevur seyðurin fingið kraftfóður afturvið feita grasinum uppi á trøðni. Sjeytiogátta ára gamli Levi Petersen í Hósvík, hevur vunnið sær [...] kapprógvararnar í Føroyum. Víkamaðurin, ið varð uppfostraður á Selatrað, og seinni giftist til Hósvíkar, róði kapp í 34 ár. ? Men, sigur hann, eg havi ongantíð verið við at vunnið, fyrr enn nú í síðstuni? [...] tað var eisini tað heila. Bekkatøk og sovorðið, tað var ikki fyrr. ? Eg snakkaði við Arngrím inni í Fjørð í Kollafirði, ið plagdi at rógva við Greivanum. Hann segði, at hetta við at rógva kapp; ja, teir ungu
trolaralógin, sum kom í gildi í apríl 1898 fekk sín stóra part av skylduni av innrásini við Føroyar, tí at tað skuldi vera so nógv ?bíligari? at vera tikin í føroyskum sjógvi enn í íslendskum, umframt tað [...] lemmarnir festir beinleiðis í sjálvt netið, í sjálvar vengrirnar á trolinum, har sum rammurnar við gangarunum áður høvdu verið festar í bummtrolið. Tað var ikki fyrr enn í 1923, at næsta kollveltandi [...] kvøldið í skýmingini í januar mánað 1900 koma Hanus bóndi á Eiði og hansara manning tøssandi inn av Norðhavinum í árabáti. Tá kemur uttanífra ímóti teimum ein trolari grøvandi við fullari ferð, og í tí hann
Vestmanna Ítróttarfelag fer seinnapartin í morgin at skipa fyri tiltaki, sum endar við báli Inni á Fjørð. Tiltakið byrjar kl. 16.3o og heldur so fram út á kvøldið. Á skránni verður tað »vanliga«, sum plagar [...] hvørjum teir skulu spæla ímóti. Lutakastið verður umleið hálvan juli, og dystirnir skulu spælast seinast í august.
læraraprógv á Haslev Seminarium í 1958. Hann var lærari við Vágs skúla í 1958-59, og hevur síðan 1959 verið lærari her í bygdini. Síðan 1967 hevur hann verið fyrstilærari. Í mongum bygdum fyrr var lærarin [...] okkara, sum í dag eru foreldur og hava børn í skúlanum, hava eisini havt Hilmar sum lærara. Vit minnast hendan unga og ídna læraran, ið gekk upp í sítt yrki við lív og sál og sum vildi nakað í tí gerningi [...] Í Porkeri hevur ein av okkara góðu og trúføstu lærarum, Hilmar Bech, sín seinasta skúladag í dag. Hann hevur røkt hetta starv nú í 40 ár - og vilja vit takka honum fyri tann ómetaliga týdning, ið hann
fólk eisini Rene. Síðstu tíðina hevur hann eisini leikt við Driv, sum hevur heimstað í Havn, men millum limirnar í Driv teljast fleiri suðringar. Rene hevur innrættað kjallaran soleiðis, at frálík upptøkuhøli [...] so mátti farast um fjørð og fleiri dagar setast av, tí túrarnir millum Suðuroynna og Havnina eru ikki so títtir. Men nú er so møguleiki hjá áhugaðum at leita sær til Tvøroyarar í RJ-Studio, har væl liggur [...] Dagfinn Olsen Úr einum kjallaravindeyga í einum húsum, ið liggja niðanfyri Sjúkrahúsið, hoyrast fagrir tónar. Har er nevniliga eitt upptøkuhøli komið og tað er Rene Jespersen, ið hevur tikið stig til hetta
var Símun Oliver Johannesen. Hann búði Heimi á Sandi í Fuglafirði, og lýsti hann í málningunum sínum, umhvørvið hiðani. Lorvíksfjall átti fastan sess í myndum hansara, og Tyrlarnir smæddust heldur ikki burtur [...] teir bestu málningarnir, sita enn í huganum. Kanska er tað so. Hetta var triði dagurin. Ljósið mentist í hvørjum. Og tað var gott. Ævigi listamaðurin Sælar løtur hava verið í fimleikarhøllini øll hesi árini [...] svallig døgg á tómum speglum men eisini skyggjandi knívar í skugga sannleikans kvirrar løtur livandi arr í slignum brekkum helluæðrar ørkymlandi mótloysi í trongum gøtum (Alexander Kristiansen)
Frederiksen í 1976 sum lærari í Porkeri, og vit vóru so tveir einir í gamla skúlanum, til vit fluttu niðan í nýggja skúlan í 1984. Tó so, ein kona í Porkeri, Judith Mortensen, undirvísti í fleiri ár í hondarbeiði [...] sum fimti lærarin. Góðar umstøður Í 1967 gjørdist Hilmar Bech fyrstilærari í Porkeri. Í 1963-64 var hann á árskeiði á Danmarks Lærerhøjskole og í ´87 - '88 á ársskeiði í Havn, umframt onnur skeið, hann hevur [...] ganga túrar í náttúruni við skúlabørnunum. Eisini hevur verið siður í mong ár, at børnini í 6. og 7. flokki fara ein túr norður um fjørð, so tey vitja uttanfyri Suðuroynna, meðan tey ganga í skúlanum. Tingmaður
Í dag hugsa vit ikki nógv um, tá ið rúmdarfør og -menn fara út í rúmdina, ja enntá spáka í leysari luft langt har úti. Í dag er tað einki, sum undrar okkum, tí vísindin hevur prógvað, at hon er farin langt [...] onkur kanska hugsaði, at slíkt fór Gud aldrin at loyva. Men tá ið klokkan var fýra minuttir í trý hoyrdist á røddini í radionum, at nú var okkurt við at henda ? og rætt var ? menniskjan kláraði tað, hon steig [...] og við tað sama varð Stars and Stripes reist í húnar hátt uppi á mánanum, og er tað ikki dottið av mánastormi, so flaggar tað enn. Hesa náttina skrivaði eg í dagbók mína m.a. »??Tað er undarligt at hugsa