Vestmanna Ítróttarfelag fer seinnapartin í morgin at skipa fyri tiltaki, sum endar við báli Inni á Fjørð.
Tiltakið byrjar kl. 16.3o og heldur so fram út á kvøldið.
Á skránni verður tað »vanliga«, sum plagar at vera til sovorðin høvi.
Ponyríðing verður til børnini, og tær grillaðu pylsurnar verða heldur ikki gloymdar. Umframt verður okkurt drekkandi at fáa.
Vestmenningum dámar at syngja, og tónleikurin plagar ikki at mangla heldur.
Sungið verður úr sanghefti, sum gjørt er. Og har fara Sangkórið og Harmonikuliðið at skipa fyri.
Og so eru tað pengarnir, sum sjálvandi eisini fer at bera til at brúka.
Lutaseðlar, har millum annað tvær uttanlandsferðir kunnu vinnast á, verða seldir.
Umleið klokkan 18.3o - kanska seinni - verður bálið tendrað á nýggja sandinum uttan fyri grótkastið. Og røða verður hildin.
Ætlanin við tiltakinum er fyrst og fremst at savna pening til Europacupluttøkuna hjá fyrsta mansliði.
Enn er ikki greitt, hvørjum teir skulu spæla ímóti. Lutakastið verður umleið hálvan juli, og dystirnir skulu spælast seinast í august.










