Tá tosið fellur á íslendskan manskórsang, verður ofta av sær sjálvum farið at tosa um kórið úr Reykjavík, men tað er nú ikki so, at íslendingar bara hava tað eina manskórið, minni enn so.
Á Skagafirði hava teir eitt manskór, sum teir eru meiri enn stoltir av. Kórið eitur Heimir, og er ikki minni kent í Íslandi enn songfelagarnir úr Reykjavík. Og fyrsta dagin verða teir at hoyra í Føroyum.
Kórið hevur ferðast nógv í Íslandi, og eisini nógv uttanfyri íslendsku landoddarnar. Teir hava verið á vitjan hjá grannunum í Norðanlondum, men teir hava eisini verið í fjarskotnari londum. Millum annað hava teir verið í Grikkalandi, Ísrael og í Egyptalandi.
Sera væl umtóktir
Karlakórið Heimir er sera væl umtókt kór. Teir ferðast javnan kring landið alt og hava konsertir. Skráin er løtt og áhugaverd, og tað ger, at tað sum oftast er fullsett har teir eru, og tað kemur meiri enn so fyri, at kórið má halda eykakonsertir.
Tað er nú ikki so, at talan bara er um felagssang, ella kórsang, tí kórið hevur fleiri einastandandi góðar solosangarar við, og teir fara neyvan at smæðast burtur á Føroyaferðini.
Umframt solosang verður onkur duett og onkur trio at hoyra eisini.
Ikki er talan um eitt nýtt kór, tað varð stovnað í 1927 og tí er talan um eitt kór við sera drúgvum royndum. Umleið 70 sangarar eru við í hópinum, og teir flestu hava tað til felags, at teir eru bóndur í Skagafirði.
Hava givið
fleiri fløgur út
Karlakórið Heimir hevur sum sagt drúgvar royndir, og teir smæðast ikki burtur at vísa tað teir duga til.
Teir hava givið fleiri fløgur út, allar við sínum sermerkta stílið, sum fevnir um alt millum himmal og jørð. Har eru íslendskir sangir við brá av fosturlandskenslu, íslendskir sjómanssangir og ariur úr kendum operum.
Sangirnir eru ein góður blandingur millum tað, sum ger ein í heilt góðum hýri, og tað, sum er eitt sindur tyngri.
Syngja í múrinum
Íslendska kórið fer á Føroyavitjanini at halda seks konsertir. Fimm teirra verða hildnar í meira vanligum konsertumhvørvi, meðan tann allarfyrsta verður hildin inni í Kirkjubømúrinum. Hon verður fríggjadagin 11. juni klokkan 10.30.
Seinni fríggjadagin syngur kórið á torginum í SMS. Hetta verður klokkan 16.30.
Leygardagin fer kórið ein túr til Klaksvíkar, har ein konsert verður hildin í Ósaskúlanum klokkan 17.00. Sunnudagin er kórið aftur í Havn, og klokkan 16.00 sunnudagin syngur kórið í Norðurlandahúsinum.
Men tað verða ikki bara norðingar, sum sleppa at hoyra og síggja kórið, tí mánadagin gongur leiðin suður um fjørð, og klokkan
19.30 syngur kórið í Trongisvágsskúla.
Steðgurin sunnanfyri verður ikki drúgvur tí longu klokkan 16.00 týsdagin skal kórið syngja úti í Nólsoy, og hetta er samstundis seinasta framførsla Heimirs á Føroyavitjanini.
Mikudagin fer kórið aftur til Íslands við Norrønu, sum teir eisini komu til Føroya við. Í ferðalagnum, sum kemur til Føroya, eru ikki færri enn 130 fólk. Kórleiðari á túrinum til Føroya er Stéfan R. Gíslason og ferðaleiðari á Føroyavitjanini er eingin annar enn altingsmaðurin og Føroyavinurin Árni Johnsen.