Í Porkeri hevur ein av okkara góðu og trúføstu lærarum, Hilmar Bech, sín seinasta skúladag í dag. Hann hevur røkt hetta starv nú í 40 ár - og vilja vit takka honum fyri tann ómetaliga týdning, ið hann hevur havt fyri skúla okkara og bygd okkara.
Hilmar Bech, sum er ættaður úr Porkeri tók læraraprógv á Haslev Seminarium í 1958. Hann var lærari við Vágs skúla í 1958-59, og hevur síðan 1959 verið lærari her í bygdini. Síðan 1967 hevur hann verið fyrstilærari.
Í mongum bygdum fyrr var lærarin ein týdningarmikil persónur, sum ofta var tann, ið umboðaði fólkið og sum heitt var á, tá okkurt var á vási. - Soleiðis hava eisini mong okkara upplivað Hilmar - sum hin fryntliga mannin, ið vit høvdu álit á og sum vit altíð kundu leita ráð hjá.
Mong okkara, sum í dag eru foreldur og hava børn í skúlanum, hava eisini havt Hilmar sum lærara.
Vit minnast hendan unga og ídna læraran, ið gekk upp í sítt yrki við lív og sál og sum vildi nakað í tí gerningi, sum lá honum á hjarta.
Hilmar var nærlagdur og vísti uttan at gera mannamun, tí einstaka næminginum áhuga. Eins væl og hann eggjaði hin sterka næmingin at menna sínar bókligu gávur, so lærdi hann eisini hin minni sterka næmingin sjálvsálit og minti hann á, at hóast vit ikki øll eru so sterk bókliga, so eru aðrir virðismiklir eginleikar, sum í lívinum hava eins stóran týdning, sum hin bókligi kunnleikin.
Samstundis, sum Hilmar hevði tak á næmingunum og undirvísti við fastleika, so var hann hin fryntligi og vinarligi lærarin, sum næmingurin bæði kundi samskifta við og hava virðing fyri.
Mong okkara minnast við gleði aftur á, tá hann segði frá søgu Føroya og eisini bygdarsøgu okkara. Vit minnast tá sagt var frá um neyt, seyð, hoygg, torv og annað, ið fyrr var ein náttúrligur partur av føroyska bygdarlívinum. Vit minnast, tá sagt var frá nótakasti, útróðri, nærfiskiskapi og fjarfiskiskapi.
Síðan gloyma vit ikki virðismiklu barnasangir og fosturlandssangir okkara, sum hann lærdi okkum - sum eisini gjørdi sítt til, at vit fingu alsk til land okkara og vøkru náttúruna. - Tað fór ein ylur gjøgnum barnasálina, tá vit sungu sangir sum hendan hjá Hans Andrias Djurhuus: ?Vit kunnu øll at renna dyst? ella sangin hjá Mikkjali á Ryggi: ?Fagra fríða, vársól blíða?, ella ?Hvørjum man tykjast vakurt hjá sær? hjá Fríðriki Petersen og mangar aðrar. - Enn í dag, so mong ár aftanná, vakna kenslur frá barnaárunum, tá hesir vøkru sangir verða sungnir.
Stuttligt var eisini tá skúlabørnini fóru ein túr til gongu út í náttúruna. Sagt var frá søgum, ið høvdu tilknýti til tey ávísu støðini, ið vit sóu. - Hvør okkara minnist ikki Hilmar at greiða frá, tá vit komu út til Víkar, um Karpa og synir hansara, ið allir gingu burtur á báti sunnanfyri í Mýrafirði.
Á hesum útferðum spældu vit ymisk spøl eisini. Vit spældu langbólt, kastaðu spjót og stuttleikaðu okkum óført. - Eisini fóru vit saman við læraranum vestur í Gjógv í svimjihylin, tá veðrið var gott, og hevði Hilmar eina stong við, sum hann lærdi okkum at svimja við.
Tá vit so fóru úr skúlanum her og fóru aðrastaðir at ganga í skúla og at læra, so var Hilmar altíð áhugaður í okkum og spurdi foreldrini eftir okkum. Og tá vit í frítíðini vóru heima, prátaði hann altíð við okkum, um hann hitti okkum.
Soleiðis hevur Hilmar altíð verið ein náttúrligur partur í lívi okkara og í bygdarlívinum her. Hann hevur dagliga tikið lut í øllum her og hevur altíð steðgað á og havt eitt hugnaligt prát við øll, ið hann hitti.
Góði Hilmar - vit takka tær fyri hesi mongu ár, ið tú hevur verið lærari okkara og fyri tann góða anda, ið hevur eyðkent teg og skúla okkara. Vit minnast við gleði aftur á farin ár og eru takksom fyri, at vit eisini hava kunna sent børn okkara í skúlan, meðan tú enn vart lærari her.
Tá vit koma upp í árini, og leggja lívsstarv okkara frá okkum, mugu vit ásanna, at sólin er komin nakað vestur á luftina. - Spennandi var í barna og -ungdómsárum, tá sólin reis úr havi. Og vakurt var í manndómi, tá sólin stóð hægst á luftini.
Men, hvør hugtakandi, tá sólin er komin vestur um, og tekur seg niður ímóti fjallarøðini, litandi bø og haga, har seyðurin liggur og jótrar - og gyllir so fagurt fjørð og sjóvarmála, har æðurnar so friðsamar damla og børnini so hugnaliga spæla.
So vakurt síggja mong okkara, góði Hilmar, í dag umhvørvi okkara, sum tú hevur verið við til at gylla, og ynskja vit tær mong góð ár afturat saman við okkum her í bygdini. Takkandi tær ynskja vit tær Guds signing í komandi døgum.
Vinir.