og tað setti sín dám á hann. Eftir lokið prógv arbeiddi hann í danska fíggjarmálaráðnum, til hann í 1947 kom til Føroya at starvast hjá Vinnulánsgrunninum, ein almennur grunnur, ið fíggjaði endurnýggjan [...] høgt virdur sum menniskja og sum embætismaður. Til almennar vitjanir var hann hin sakkøni í protokolspurningum, hjá honum lá tað líkasum í blóðinum. Eisini til samráðingar uttanlands var hann tann sakligi [...] løgfrøðiligu førleikar Johan Djurhuusar komu til sín rætt og gjørdu sítt gagn. Tað nívdi hann, tá politikkarar ikki vildu geva fyrisitingini tær umstøður, ið skuldu til fyri at kunna fylgja við í tí skjótt vaksandi
hevði vart einar 12 tímar. Hesa somu áskoðan høvdu fleiri aðrir tingmenn, og heittu teir eisini á landsstýrismannin um at boða Yrkisfelagnum til fundar og sita har, til ein semja var fingin. Prinsippmál Finnbogi [...] gjørdu helst sítt til, at orðaskiftið um svarið hjá Eilif Samuelsen gjørdist ógvuliga drúgt. Tveir og ein hálvan tíma vardi tað. Signar á Brúnni hevði spurt Eilif Samuelsen, hvør orsøkin var til, at umleið 900 [...] málinum. Sostatt fekst einki ítøkiligt at vita frá landsstýrismanninum í fyrsta umfari, um hvør orsøkin til framhaldandi verkfallið var. Hetta kom tó fram seinni, tá Eilif í einum av sínum fimm umførum á rø
tí áskoðan, at hetta eigur at hava við sær, at formanssessurin verður hildin uttanfyri politiska býtið av sessum, sum verður gjørt, tá kabalin skal ganga upp, eftir at samgonga er skipað. Fram til á ólavsøku [...] samgongan var skipað, var nýggjur formansskapur valdur. Nú ber hetta so at siga ikki til. Tingskipanin, sum sjálvsagt er skorin til eftir leistinum í stýrisskipanarlógini, sigur, at løgtingsformaður og formansskapur [...] so ber hetta bara til, um fýra fimtingar av tinginum skrivliga boða løgtingsformanninum frá, at teir krevja nýggjan formansskap í tinginum. Vit kunnu siga, at á pappírinum ber tað til at skifta formannin
d«-dystin móti H71. Í løtuni sær út til, at VÍF um góðar tveir mánaðir fer at fáa sítt 18. meistaraheitið í hús, men tó eru tvey lið, sum eru av eini aðrari áskoðan. StÍF er framvegis bert eitt stig aftan [...] umfar í endaspælinum hjá bæði kvinnum og monnum, og áhugaverdasti dysturin hetta vikuskiftið sær út til at vera tann millum VÍF og Kyndil í Vestmanna. Hóast Kyndil so at siga ongan møguleika hevur fyri at [...] føroyskum manshondbólti. Í løtuni eigur Kyndil 27 føroyameistaraheiti og VÍF 17. Vit skulu heilt aftur til 1956, tá SÍF varð meistari, fyri at finna eitt annað lið enn hesi bæði, sum er endað ovast. Annars
høvuðsheitum er vaksin frá ongum til 6 milliardir?«. Og her er tað at fíggjarnevndarformaðurin mistekur seg so tað stendur eftir. Hann sipar til tíðarskeiðið frá januar 1985 til januar 1989. Men hann sigur [...] annar við árslok 1988, ber illa til at sammeta gongdina við føroysku uttanlandsskuldini í hesum báðum landsstýrisskeiðunum. Lat meg at enda gera vart við, at eftir míni áskoðan er formanssessurin í løgtingsins [...] er gekkurin«. Tann skemtiliga partin av greinini, har fíggjarnevndarformaðurin ger javnaðarflokkin til gekkin, sum slær alt upp í glens, skal eg lata liggja. Skal bert sláa fast, at tá tað snýr seg um at
semjast um at seta í verk. Vit leggja eisini til merkis, at landsstýrismaðurin Kristian Magnussen, sum varðar av hesum í landsstýrinum, eisini er av tí áskoðan, at ein broyting má verða gjørd í semju við [...] við arbeiðsmarknaðin. Og tað er at fegnast um. Men tað sum fyrst og fremst fekk meg til at gera hesa viðmerking, eru tey orð, sum løgtingsmaðurin Bjørn á Heygum kemur við í samrøðu við Dimmalætting fríggjadagin [...] Og hetta kann onki framkomið ella siviliserað samfelag liva við. Vit kunnu ikki bara lata standa til« ? verandi støða minnir mest um lógloysi og onki samfelag kann liva við tí?« At tað so eru elementir
góðar orsøkir til at sannføra FSF, áðrenn teir fara at ganga møguligum ynskjum um broytingar í uppskotinum á møti. Feløgini hava freist til 9. februar at koma við møguligum viðmerkingum til uppskotið. G [...] Ofta hevur tað borið til ? við at kaga í kappingarskipanina ? at lúrt av, hvørji feløg teir í Fótbóltssambandinum rokna við fara at verða tey mest sannlíku, ið fara at liggja best fyri í kappingini um [...] at hava ligið frammarlaga, tá skráin fyri leikárið 1998 varð løgd, ella hevur tað kanska ikki borið til at fingið kabalina at ganga upp. Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum leygardagin varð uppskot um
Í frágreiðing til Føroya landsstýri »Sjófarleið til Skotlands« verður m.a. upplýst, at tað ferðast uml. 12000 fólk árliga við Smyrli til Skotlands og at alt í alt er ferðafólkatalið til og frá Skotlandi [...] avlop ? kundi fingist til vega, við at ferðaseðlakostnaðurin varð hækkaður nakað og annars við øktari tænastu. Framvegis kundi tá føroyingurin havt møguleikan fyri eini »bíligari« ferð til eitt land, har gott [...] ábyrgd og viðvirka til loysnir, eisini á nevnda øki, sum í síðsta enda uttan iva fara at roynast samfelagsgagnligar. Mong bíða tí nú, og ynskja at frætta, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja
í longdini síggi eg ikki nakran møguleika at reka bátarnar víðari. Hann sigur, at nú ber tað ikki til at hava eitt skip gangandi ár um ár við undirskotið. Tað er ikki longur sum fyrr, at eitt partafelag [...] Tó heldur Osmundur Justinussen, at báði politikarar, og onnur hava viðhvørt eina sera trongskygda áskoðan á stuðul. Stuðul er mestsum blivin ein illbøn. Ofta manglar tað sjónarmiðið í kjakinum, at viðhvørt [...] skipa samfelagið. Tí eitt er greitt: Tað verður ein sera drúgv og djúptøkin prosess at laga samfelagið til at blíva stuðulsfrítt. Tí sos mugu vit venda byttuni og geva tí fyrsta liðinum tað, sum krevst fyri
Útvarpi Føroya um hvussu tað ber til, at vit hava tvær týðingar av bíbliuni. Hans J. Joensen, biskupur svaraði hesum spurningi. Jógvan á Lakjuni hevur síðan gjørt viðmerkingar til svar hansara. Síðan hevur Hans [...] umstøður ? at so lítið røktist fyri einari bíbliu á føroyskum ? vóru óivað høvðusorsøkin til, at Victor fór til verka. Úrslitið bleiv, sum øllum kunnugt, at bíblian hjá Victor kom út í 1949, og skundaði [...] við áðurnevdu grundgevingum sínum leggur upp til, at vit eiga í felag at fara at umseta eina bíbliu, ið øll kunnu nýta ? man so ikki heldur høvuðsorsøkin til hetta ynski hansara vera málbúnin í umseting