Ofta hevur tað borið til ? við at kaga í kappingarskipanina ? at lúrt av, hvørji feløg teir í Fótbóltssambandinum rokna við fara at verða tey mest sannlíku, ið fara at liggja best fyri í kappingini um FM heitið.
Ofta hevur tað verið soleiðis, at ein ella tvær innan-hýsis uppgerðir millum feløg, sum hava staðið seg væl seinnu árini, hava verið lagdar síðsta leikdag, men hetta tykist ikki at hava ligið frammarlaga, tá skráin fyri leikárið 1998 varð løgd, ella hevur tað kanska ikki borið til at fingið kabalina at ganga upp.
Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum leygardagin varð uppskot um skrá fyri kappingarárið 1998 býtt út, og formaðurin í kappingarnevndini, Dánjal Andreasen, staðfesti í hesum sambandi, at øll tey mongu árini, hann hevur verið upp í arbeiðnum í FSF, hevur tað ongantíð áður verið so torført at fáa puslispælið at rigga, sum tað hevði verið hesa ferðina. Og tað hevði aftur við sær, at tað skuldu ógvuliga góðar orsøkir til at sannføra FSF, áðrenn teir fara at ganga møguligum ynskjum um broytingar í uppskotinum á møti.
Feløgini hava freist til 9. februar at koma við møguligum viðmerkingum til uppskotið.
Grannastríð beinanvegin
Kjartan Mohr hevur í mong ár verið kassameistari hjá B36, og tað var kanska væl skiljandi, at hann ikki var serliga glaður fyri, at felagið hjá honum longu í fyrsta umfarinum skal spæla ímóti grannunum.
Meistararnir úr B36 skulu sambært uppskotinum spæla í móti silvurvinnarunum úr HB sunnudagin 3. mai, og beint eftir ólavsøku ? sunnudagin 2. august ? verður gjørt av, hvat felag í 1998 kann erpa sær av at vera hitt besta í høvuðsstaðnum. Í 10. umfari eigur HB heimavøll í móti B36.
Havnarfeløgini eru av tí áskoðan, at um hesir báðir dystirnir lógu nærri endanum á ávikavíst fyrru og seinnu hálvu av landskappingini, so hevði sannlíkið fyri fleiri áskoðarum verið størri.
Og ivaleyst kann tað sama sigast um onkrar av hinum grannauppgerðunum, sum eru ásettar at verða í fyrsta umfarinum. Tá skulu TB og VB spæla á Sevmýri, NSÍ og GÍ í Runavík og ÍF og KÍ í Fuglafirði.
Bara besta deildin
Leygardagin 3. oktober er ætlanin at 18. og síðsta umfarið í landskappingini í 1. deild hjá monnum skal avgreiðast.
Eins og í fjør verða hetta vikuskiftið bara dystir í bestu mannfólkadeildini, tí hinar deildirnar verða avgreiddar frammanundan. Í 2. og 3. deild verður lagt til brots í sama vikuskiftinum, sum fyrsta umfarið í bestu deildini verður spælt, men í bæði í 2. og 3. deild verður 18. og seinasta umfarið spælt leygardagin 26. september.
Kappingin um FM í fjør varð so at siga avgjørd, tá B36 í triðji síðsta umfarinum vann 2-1 í Vági.
Og tað er møguleiki fyri, at annar av innanhýsis dystunum millum hesi bæði feløgini eisini í ár fer at verða ein av lykladystunum, tá avgerðin skal falla um, hvar skápið skal standa.
Síðsta leikdag skulu vágbingar í Gundadal. Sambært uppskotinum er eingin av teimum so kallaðu nýklassikarunum lagdur síðsta leikdag. Næstsíðsta umfarið skulu verandi meistararnir úr B36 norður í Sarpisgerði, har teir tíðliga á leikárinum í fjør løgdu lunnar undir góða kappingarárið. Tað kundi hent, at tann dysturin fer at verða rættiliga spennandi.
Endarnir
Sambært uppskotinum verður tað soleiðis, at í helvtini av umførunum verður ein dystur spældur leygardag og í onkrum einstøkum føri tveir.
Tað eru trý suðuroyarlið í bestu deildini í 1998, og tá tvey teirra eiga heimavøll í sama umfari er annar dysturin settur at verða leygardag.
Fyrsti landskappingardysturin í bestu deildini verður leygardagin 2. mai, tá toftamenn skulu suður á Krossin í Sumba. Onkuntíð hevur verið hildið, at uppflytararnir hava fingið eina torføra byrjan. Um tað verður mett sum lagalig byrjan at spæla á heimavølli fyrst, so hava uppflytararnir úr Sumba fingið lagaliga viðferð, tí teir sleppa at royna seg tvær ferðir á heimavølli, áðrenn teir verða sendir út at ferðast. Í øðrum umfari fáa teir vitjan av fuglfirðingum. Ella vit kunnu siga tað soleiðis, at teir fáa vitjan av teimum báðum liðunum, sum endaðu niðast í bestu deildini í fjør, tá tey bæði verða roknað frá, sum noyddust at flyta niður.
3. mai verður spælt soleiðis: B36-HB, TB-VB, NSÍ-GÍ og ÍF-KÍ.
Í síðsta umfarinum verða allir fimm dystirnir spældir samstundis leygardagin 3. oktober, og tá verður spælt soleiðis: B68-NSÍ, Sumba-KÍ, ÍF-HB, B36-VB og TB-GÍ.
Í 2. deild verður spælt soleiðis fyrsta leikdag, ið verður 2. mai: EB/Streymur-Royn, KÍ-LÍF, B36-HB, GÍ-B71 og FS Vágar-NSÍ.
Síðsta leikdag verður spælt soleiðis í 2. deild: Royn-FS Vágar, EB/Streymur-LÍF, B36-B71, GÍ-NSÍ og KÍ-HB.