Eg síggi ongan møguleika fyri at reka bátarnar víðari

Nú er vandi fyri at grundarlagið verður tikið undan allari gull-laksavinnuni í Lorvík. Tí verður íløgustuðulin tikin frá Stjørnuni og Polarhav, er ongin møguleiki at reka skipini víðari

­ Eg sigi ikki, at vit ikki klára at halta eitt litið sindur afturat. Men í longdini er tað ongin møguleiki fyri at fáa tað at ganga.

Eisini hjá Lorvíkingum verður tað ein vanlukka, um íløgustuðulin verður tikin av nú, sum ætlað.

Osmundur Justinussen, reiðari, sigur, at ger landsstýrið álvara av at kappa íløgustuðulin burtur nú 1, mars, dugir hann ikki nakran møguleika at reka hvørki Polarhav og Stjørnuna víðari.

­Eg sigi ikki, at vit ikki klára at halta víðari eina tíð, men í longdini síggi eg ikki nakran møguleika at reka bátarnar víðari.

Hann sigur, at nú ber tað ikki til at hava eitt skip gangandi ár um ár við undirskotið.

­ Tað er ikki longur sum fyrr, at eitt partafelag kundi ganga í áravís uttan at nakar læt við seg koma og hallið bara vaks og vaks.

­Nú eru tíðirnar so nógv broyttar. Partafelagslógin er blivin so nógv strangari. Fer eginpeningurin í einum smápartafelag niður í helvt, skal hann hækkast beinanvgin

Fara Stjørnan og Polarhav, verður tað eitt stórt bakkast, m.a. fyri Lorvík, ið so dánt er farið at reisa seg aftur eftir metstórt arbeiðsloysi tey ringastu kreppuárini.

Tí teir eru mesta grundarlagið undir gull-laksavinnuni í Lorvík.

Tvs, at ein heil vinna er í vanda fyri at fara fyri skeyti.

Eisini Osmundur Justinussen sigur sum báði vestminningar siga i greinini omanfyri, og suðuroyingar søgdu í gjár, at høvdu Stjørnan og Polarhav fingið stuðulin í eini trý-fimm ár afturat, hevði verið sloppið burturúr tí ringasta.

Osmundur Justinussen sigur, at verður íløgustuðulin tikin av, noyðist hann fara at meta um, antin hann ikki skuldi roynt at sloppið sær av við bátarnar, men so er ongin ivi um, at teir fara av landinum.

­ Høvdu vit fingið eitt brúkligt tilboð, kann gott vera at vit høvdu tikið av.


Eitt illavorðið orð

Osmundur Justinnusen sigur, at hann fer ikki at verða tann, sum fer at rópa harðast um stuðul.

­ Politikarar gera, sum teir vilja. Og tað er ikki ein hóttan, ella ein spurningur um at viga fyri og ímóti. Tað er er tvørturímóti tann nakni veruleikin, at tey nýggjastu skipini og djúpvatnstrolararnir, klára seg ikki uttan stuðul. So einfalt er tað.

Tó heldur Osmundur Justinussen, at báði politikarar, og onnur hava viðhvørt eina sera trongskygda áskoðan á stuðul.

­ Stuðul er mestsum blivin ein illbøn. Ofta manglar tað sjónarmiðið í kjakinum, at viðhvørt kann tað vera ein samfelagsligur fyrimunur at lata ein avmarkaðan stuðul, tí tey vinnutólini, sum fáa stuðulin, kasta so mikið nógv av sær, at tað skapar meiri inntøkur í seinna endanum, enn tey fingu í stuðul í fyrra endanum.

Hann heldur at tað er ov lætt sloppið bara at siga, at nú skal ongin stuðul vera.

­ Tey, sum siga tað, skylda okkum at greiða frá, hvussu vit so skulu skipa samfelagið. Tí eitt er greitt: Tað verður ein sera drúgv og djúptøkin prosess at laga samfelagið til at blíva stuðulsfrítt.

­ Tí sos mugu vit venda byttuni og geva tí fyrsta liðinum tað, sum krevst fyri at tað skal yvirliva, og so mugu alt annað klára seg við avlopið.

­ Nú er tað øvugt, at tað sum skapar inntøkurnar, má klára seg við avlopið.

­ Tey, sum nevna biddaraposan, hvørja ferð orðið stuðul verður nevnt, hava skilt lítið av samanhanginum, tað verið seg vanlig fólk ella politikarar.

Osmundur Justinnusen sigur t.d. at bátar sum Stjørnan og Polarhav kosta einar 35 -37 milliónir at byggja. Men skulu teir klára, mugu teir ikki standa í meiri enn 10 milliónir.

­ Tvs, at skalt tú byggja nýggjan bát, skal landið út við 25-27 milliónum í íløgustuðuli. Eg veit ikki hvør fer undir tað.

So eg dugi at síggja, at skulu sleppa stuðulin, skulu vit gloyma alt um at byggja nýggj skip.