ikki, at danir kunnu koyra okkum í ein pott saman við øðrum minnilutum, og heldur, at danir hava eina skyldu at veita okkum pláss, av tí at eingin slíkur skúli er í Føroyum, og tí at uppgávurnar til uppt [...] ið heldur, at møguligar orsøkir til hetta kunnu vera, at lønin er hægri í t.d. Danmark, og at arbeiðsviðusrskiftini á bløðum í Danmark kunnu vera betri, við m.a. at tað ikki verður kravt eins nógv av
ið í Føroyum eitt nýtt tiltak, kallað matiné-fyrrapartskonsert. Tað var organisturin í Havnar kirkju Oddvør Johansen sum tók stig til hesar konsertir, sum nú er fastur táttur innan tónleikalívið í Havn [...] tónleik í Havnar kirkju og aftaná er tíð at fara til handils. Í fyrstani var áhoyrara-talið so sum so, men sum tíðin leið, so komu fleir og fleir fólk. Í dag eru tað heilt nógv sum leita sær í Havn-ar [...] Havn-ar kirkju til matiné. Jólamatiné Í fjør heitti Konsertfelagið á Oddvør við hugskotinum at gera eina matiné í desember mánaði við heitinum jólamatiné. Skráin skuldi setast saman við kór- orkestur- og kam
Undirskotið av ungum kvinnum er stórt í Føroyum. 13% færri kvinnur eru enn menn í aldrinum 20 til 24 ár, og 11% færri kvinnur í aldursbólkinum 20-39 ár - Undirskotið av ungum kvinnum er munandi størri [...] tað ?normala? er, at eins nógvar kvinnur og menn búgva í einum landi, so mangla fleiri enn 900 kvinnur í aldrinum 20 til 34 ár og nærum 2000 kvinnur í aldrinum 20 til 64 ár. Og hóast kvinnurnar liva væl longri [...] tá allir aldursbólkar verða taldir saman. Í aldursbólkinum 20-24 ár eru 13% færri kvinnur enn menn Í aldursbólkinum 25-29 ár, eru 12 % fleiri menn enn kvinnur Í øllum hinum aldursbólkunum, býtt á 5 ár,
Sólja Jacobsen fer leygarkvøldið á pallin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði saman við Showmonnum, hetta verður byrjanin á eitt virkið summar. - Eg havi nógv at gera í summar. Nú hevur annars verið nokkso stilt [...] forbiðið feitt, sigur Guðrun, ið eisini gleðir seg til at sleppa á pall í Føroyum aftur. Guðrun hevur gjørt tvær fløgur, tann fyrra var seld í 40.000 eintøkum og var givin út sum vinningur fyri Stjerne For En [...] teimum. Fyrsta tiltakið á skránni er leygarkvøldið, tá Guðrun og Showmenn fara á pall saman í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Nógv er broytt síðan Guðrun Sólja Jacobsen fyri 4 árum síðan flutti til Danmarkar
rokkbólkur, ið hevði nógvar minniligar konsertir bæði í Føroyum og Danmark, umframt fløguútgávurnar YppBaraØksl og 21. Til ervið hjá Karl Anton í Kagganum í fjør kom bólkurin afturíaftur á kenslubornari konsert [...] Í sambandi við útgávuna av trífløguni Úr Maskinrúminum, spælir vestmenningurin Kaj Klein útgávukonsertir í Miðlahúsinum og á Bryggjuni Kaj Klein gevur mánadagin út Úr Maskinrúminum, ið hann hevur gjørt [...] gjørt í samstarvi við Tórodd Poulsen. eitt verk, har góður tónleikur og góðar yrkingar ganga hond í hond og skapa ein frálíka eind. Tónleikurin er trubadurkendur og væl spældur, sungin av ráu rokkrøddini hjá
Liktenstein og Montenegro eru saman við Føroyum styrkismett í veikasta bólkinum, tá lutakastið verður á Hotel Hilton í Stockholm í morgin. Lutakastið er háttað soleiðis, at í einum bólki verða tvey av niðast [...] kunnu koma í slíkan bólk. Tí hóast ein størri bólkur ber hægri ferðaútreiðslur við sær, so eru ítróttarligu útlitini betri í slíkum bólki. Fíggjarligi parturin kann tó vigað tungt, um Føroyar enda í sama bólki [...] sum tann fyri ger tað. Í føroyska ferðalagnum eru BillMcLeod Jacobse, landsliðsvenjari, Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, og Magnus á Stongum, nevndarlimur. Bólkavinnararnir í teimum tíggju bólkunum skulu
aftur í 2005 skipa fyri eini fiskivinnustevnu. Vit hava havt faldarar úti um stevnuna, og tí kennist ómetaliga sárt at fáa at vita, at eingin stevna verður í Runavík kortini, sigur borgarstjórin í Runavík [...] Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Rodmundur Nielsen, sigur seg vera ómetaliga vónsviknan av framferðarháttinum hjá fyrireikarunum av Fish Fair. -Spyrt tú meg, eg eri eg ikki í iva um, hvat er farið fram [...] fram. Kommunan og Stórkapitalurin í Havn hava snøgt sagt yvirbjóðað okkum, og longri er søgan ikki. Tað er eingin loyna, at vit hava lagt ómetaliga nógv í stevnuna, og tí kennist tað sárt, at vit nú brádliga
sum er í so stórum aldudali, sum føroyska rækjuvinnan er í løtuni. Bóru við rækjur Sámal sigur, at hetta er tíðin, tá ið føroysk rækjuskip okkurt árið hava borið við stórar og góðar rækjur í føroyskum [...] sum skipini plaga at fáa í føroyskum sjógvi hesa tíðina av árinum, eru av sama slagi, sum stóru og reyðu rækjurnar í Grønlandi, sigur Sámal Jacobsen. Á Flemmish Kap liggja skipini í løtuni um eini 10 tons [...] - Sólborg hevði nøkur hál á leiðini, nú teir vóru á veg vestureftir. Teir bóru við rækjur, men ikki í slíkum nøgdum, at fiskiskapurin er lønandi. Hann vísir á, at vóru fleiri skip á leiðini, er hugsandi
svartkjafti á Havsbrún 50 oyru fyri kilo. Haraftrat kemur, at oljan í Danmark er eini 25-30 oyru bíligari fyri liturin enn í Føroyum. So, samanlagt vóru hetta tveir rættiliga góðir túrar, sigur hann. Um [...] higartil eisini hevur verið tað besta hjá hinum svartkjaftatrolarunum í flotanum. - Skipini eru størri og effektivari, og fiskiskapurin higartil í ár hevur vignast væl, sigur hann. Reiðarin fýlist tó á, at tað [...] er Krúnborg aftur til fiskiskap vestanfyri Føroyar. Men báðar túrarnar undan hesum, seldi Krúnborg í Skagen. Sámal Jacobsen, reiðari, sigur, at hetta vóru tveir rættiliga góðir túrar. - Veiðan hvønn túrin
Bóndin í Koltri Bjørn Patursson hevur gjørt beiti til ungneyt av slagnum Scottish Highland Cattle í 478 metra hædd. Leygardagin flutti tyrlan hjá Atlantic Airways 11 ungneyt upp í hæddirnar, og hetta eitt [...] neytini eitt bein at standa á fyri garðin í Koltri. Bóndin slakter umleið 10 neyt um árið. Sambært Bjørn Patursson, siga skotar, at Scottish Highland Cattle eigur lívið í teimum. Neytaslagið verður nú flutt [...] sera væl. Bjørn Patursson sigur, at tey høvdu fyrireika seg væl, millum annað gjørdu tey eina roynd í fjør. Hann er sannførdur um, at neyvu fyrireikingar eru orsøk til, at alt eydnaðist so væl. Hann sigur