Stór kapitalurin í Havn eigur munin

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, er ómetaliga harmur um, at Fish Fair flytur til Havnar. -Spyrt tú meg, eg eri eg ikki í iva um, hvat er farið fram. Kommunan og Stórkapitalurin í Havn hava snøgt sagt yvirbjóðað okkum, og longri er søgan ikki, sigur hann

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Rodmundur Nielsen, sigur seg vera ómetaliga vónsviknan av framferðarháttinum hjá fyrireikarunum av Fish Fair.
-Spyrt tú meg, eg eri eg ikki í iva um, hvat er farið fram. Kommunan og Stórkapitalurin í Havn hava snøgt sagt yvirbjóðað okkum, og longri er søgan ikki. Tað er eingin loyna, at vit hava lagt ómetaliga nógv í stevnuna, og tí kennist tað sárt, at vit nú brádliga missa stevnuna, sigur ein harmur Rodmundur Nielsen.

Stutt skotbrá
Rúnarvíkar kommuna fekk boðini frá fyrireikarunum av Fish Fair í farnu viku um, at teir høvdu valt at stinga í sekkin og flyta stevnuna til Havnar. Rodmundur Nielsen heldur, at alt ov lang tíð er fráliðin, áðrenn teir fingu boðini.
-Vit hava verið á fleiri stevnum uttanlands, har vit hava greitt útlendingunum frá, at vit aftur í 2005 skipa fyri eini fiskivinnustevnu. Vit hava havt faldarar úti um stevnuna, og tí kennist ómetaliga sárt at fáa at vita, at eingin stevna verður í Runavík kortini, sigur borgarstjórin í Runavík.
Spurdur, um hann ikki skilir grundgevingarnar hjá fyrireikarunum um at flyta stevnuna, tá tað hevur eydnast teimum at fáa hendur á størstu høllini í Føroyum, svarar Rodmund, at tað skilir hann væl, men tað kennist kortini ómetaliga sárt.

Stóran týdning
Spurdur, hvønn týdning stevnan hevur havt fyri Runavíkar kommuna, svarar Rodmund, at hon hevur havt ómetaligan stóran týdning.
-Í fjør vóru 11.000 vitjandi. Stevnan hevur havt stóra atdráttarmegi, og nú verður hesin møguleiki brádliga tikin frá okkum, og tað er við ringum tannabiti at vit mugu veittra stevnuni farvæl, sigur Rodmundur Nielsen at enda.