Rækjur
Rækjutrolarin, Sólborg hjá Eileri Jacobsen, hevur verið nógv umrøddur seinastu tíðina.
Sámal Jacobsen, reiðari, sigur, at skipið nú er á veg yvir á Flemmish Kap.
- Skipið er ikki selt; tað er farið til fiskiskap undir føroyskum flaggi ? og undir okkara navni.
Sámal sigur, at tað serliga eru íslendingar, sum hava víst Sólborg áhuga, og hann væntar, at tað verða íslendingar, sum verða keypararnir, tá ið saman um kemur.
Hann sigur, at onkur fyrispurningur hevur eisini verið úr Spaniu.
Spurdur, um føroysk reiðaríir hava víst Sólborg áhuga, váttar hann, at fyrispurningar hava verið, men torført er at fáa fígging til eina vinnu, sum er í so stórum aldudali, sum føroyska rækjuvinnan er í løtuni.
Bóru við rækjur
Sámal sigur, at hetta er tíðin, tá ið føroysk rækjuskip okkurt árið hava borið við stórar og góðar rækjur í føroyskum sjógvi vestur ímóti markinum til Íslands.
- Sólborg hevði nøkur hál á leiðini, nú teir vóru á veg vestureftir. Teir bóru við rækjur, men ikki í slíkum nøgdum, at fiskiskapurin er lønandi.
Hann vísir á, at vóru fleiri skip á leiðini, er hugsandi, at okkurt av skipunum hevði rakt við størri nøgdir, men oljan er dýr, og tí gjørdi Sólborg av at halda leiðina fram yvir á Flemmish Kap.
- Rækjurnar, sum skipini plaga at fáa í føroyskum sjógvi hesa tíðina av árinum, eru av sama slagi, sum stóru og reyðu rækjurnar í Grønlandi, sigur Sámal Jacobsen.
Á Flemmish Kap liggja skipini í løtuni um eini 10 tons um samdøgnið, og siglingartíðin úr Føroyum er eini 5-6 samdøgur.