Fyri nørkum árum síðan fingu vit innan konsertvirksemið í Føroyum eitt nýtt tiltak, kallað matiné-fyrrapartskonsert. Tað var organisturin í Havnar kirkju Oddvør Johansen sum tók stig til hesar konsertir, sum nú er fastur táttur innan tónleikalívið í Havn.
Hesar matinéir eru sera góð tiltøk, har alskyns tónleikur og tónleikarar fáa innivist. Kór og orkestur, solo- og kamartónleikur, áhuga- og yrkisleikarar og føroyskir og útlendskir tónleikarar. At leggja eina konsert leygardag kl. 11.30 er væl funnið uppá. Tú kanst taka tær av løttum um morgunin, síðan hoyra góðan tónleik í Havnar kirkju og aftaná er tíð at fara til handils.
Í fyrstani var áhoyrara-talið so sum so, men sum tíðin leið, so komu fleir og fleir fólk. Í dag eru tað heilt nógv sum leita sær í Havn-ar kirkju til matiné.
Jólamatiné
Í fjør heitti Konsertfelagið á Oddvør við hugskotinum at gera eina matiné í desember mánaði við heitinum jólamatiné. Skráin skuldi setast saman við kór- orkestur- og kamartónleiki, sum er góður at lurta eftir upp undir jól.
Hendan fyrsta jólamatinéin varð hildin leygardagin hin 20. desember 2003. Hon var sera væleydnað og nógv fólk komu at lurta.
Aftur í ár skipar Kon-sertfelagið fyri einari jólamatiné í Havnar kirkju. Tey sum spæla verða: Ein sangkvartett við Arinu Bischoff, Duritu Eliasen, Høgna Debes og Hans Debes. Oddvør Johansen, orgul.
Strúkiorkestur Tórshavnar Musikkskúla, stjórnað av Bernharði Wilkenson.
Solistar saman við orkestrinum verða Heiðrun Petersen og Jón Festurstein, bæði violin. Tórshavnar Manskór, stjórnað av Bjarna Restorff.
Hini sum syngja og spæla verða: Berghild Poulsen, sang, Andrea Heindriksdóttir, floyta og Árni Hansen, klaver.