Guðrun Sólja Jacobsen fer leygarkvøldið á pallin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði saman við Showmonnum, hetta verður byrjanin á eitt virkið summar. - Eg havi nógv at gera í summar. Nú hevur annars verið nokkso stilt eina tíð, men kalendarin er nokkso fullur í summar, greiður Guðrun frá. Hon spælir nógv til veitslur og tílíkt serliga saman við gittarleikara sínum Henrik Nielsen, men eisini onkuntíð við klaveri og saksofon afturat teimum.
Fyrsta tiltakið á skránni er leygarkvøldið, tá Guðrun og Showmenn fara á pall saman í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Nógv er broytt síðan Guðrun Sólja Jacobsen fyri 4 árum síðan flutti til Danmarkar. Stjerne For En Aften vinnarin hevði plátusáttmála, ferðaðist frá konsertstaði til konsertstað í limosinu. Eftir tvær útgávur á tveimum ymiskum plátufeløgum eru limosinurnar býttar um við bussar og metro, plátusáttmálin er býttur um við starv sum reingerðarfólk á skurðdeildini á sjúkrahúsinum í Gentofte. Men enn er eftirspurningur eftir Guðrið, og meðan vit sita og práta, ringir telefonin. Onkur vil hava hana at syngja til eitt brúdleyp.
Guðrun gleðir seg til leygarkvøldið
- Eg eri nokkso nervøs, hugsi kemur nakar? Hvør kemur? Fara tey at dáma tað? Eg havi spælt saman við Showmonnum einaferð fyrr, tað var á Summar Festivalinum. Tað var forbiðið feitt, sigur Guðrun, ið eisini gleðir seg til at sleppa á pall í Føroyum aftur.
Guðrun hevur gjørt tvær fløgur, tann fyrra var seld í 40.000 eintøkum og var givin út sum vinningur fyri Stjerne For En Aften, meðan tann seinna við bert lániløgum var minni væl eydnað.