Undirskotið av ungum kvinnum er stórt í Føroyum. 13% færri kvinnur eru enn menn í aldrinum 20 til 24 ár, og 11% færri kvinnur í aldursbólkinum 20-39 ár
- Undirskotið av ungum kvinnum er munandi størri enn miðalhagtøl geva fatan av. Tað eru serliga kvinnur í aldrinum frá 20 til 35 ár, sum vanta. Hesir aldursbólkar fevna eitt nú um árini, tá fólk nema sær útbúgving, seta búgv, fáa børn og leggja sína yrkisleið, skrivar www.kveik.fo, sum hevur roknað upp á nýggjastu fólkahagtølini.
Um tað ?normala? er, at eins nógvar kvinnur og menn búgva í einum landi, so mangla fleiri enn 900 kvinnur í aldrinum 20 til 34 ár og nærum 2000 kvinnur í aldrinum 20 til 64 ár. Og hóast kvinnurnar liva væl longri enn menninir, er eitt samlað undirskot av kvinnum upp á 4%, tá allir aldursbólkar verða taldir saman.
Í aldursbólkinum 20-24 ár eru 13% færri kvinnur enn menn
Í aldursbólkinum 25-29 ár, eru 12 % fleiri menn enn kvinnur
Í øllum hinum aldursbólkunum, býtt á 5 ár, liggur munurin millum 4 og 9%.
Tað eru færri kvinnur enn menn í øllum aldursbólkum, til vit koma upp um 70 ár. Tá vendir myndin, og kvinnurnar gerast fleiri í tali ? tí teirra miðalivialdur er munandi hægri enn hjá monnunum.
Tann 01.01.2007 vóru 48.350 føroyingar, av hesum 25.135 menn og 23.215 konufólk. 52% menn 48% kvinnur
Kelda: Hagtøl fyri aldursbýtið 2007 www.hagstova.fo, fólkahagtøl.
www.kveik.fo