hvassliga at ætlanini. Teir søgdu báðir, at Fólkaflokkurin hevði boðað frá, at hann var ímóti, at uppskotið yvirhøvur verður lagt fyri Løgtingið. Helena Dam á Neystabø avsannar hetta. Hon ásannar, at eftir [...] vera og Jógvan á Lakjuni vil ikki góðtaka, at lógin skal strikast um, at fólkaatkvøða skal vera, tá ið skúlar skulu niðurleggjast. Hann stúrdu fyri, at hetta fer at føra eina ”gallopperandi” miðsavning við [...] sindur farið eg avgjørt ikki at taka undir við tí, staðfestir hann. Teir báðir Fólkafloksmenninir, siga, at nógvir ósvaraðir spurningar eru. Í hesum sambandi vildu teir hava at vita, hvussu stór sparingin
Tað var ikki tí, at hann var so ósamdur við Tjóðveldi, at Karsten Hansen í 2006 tók seg úr flokkinum. Óbeinleiðis var tað 266b, men Karsten Hansen sigur, at veruliga orsøkin var, at tingmanningin breyt [...] avtalu um, at einki uppskot skuldi berast í tingið, uttan so at fall semja var um tað, men so hendi tað kortini, sigur Karsten Hansen. Eitt kvøldi ringdi flokformaðurin til hansara og boðaði frá, at ein partur [...] - Høgni Hoydal visti væl, at eg ikki kundi taka undir við tí. Tað vísti seg, at umframt Karsten Hansen vistu tveir aðrir tinglimir ikki um uppskotið. Tá helt Karsten Hansen, at hann illa kundi halda fram
vóna, at teir møguleikar, sum stóra fiskavirkið í Vági hevur, fara at verða brúktir. Hon vísti á, at virksemið hjá Faroe Farming longu er á staðnum, og at tað tí ikki verður hetta, sum kemur at skapa meiri [...] kortini hava vónir um, at tað fer at eydnast nýggju eigarunum av fiskavirkinum at skapa nýggjar møguleikar og fleiri arbeiðspláss, nú hølisviðurskiftini hjá alifyritøkuni fara at gerast so nógv betri og [...] Joensen, segði, at teir fóru við í tilgongdina, tí tað vísti seg ikki, at áhugi var fyri virkinum í Vági sum vanligt fiskavirki. - Vit vildu ikki liggja nøkrum í vegin, men tá tað vísti seg, at eingin áhugi
burtur úr ætlanini at umskipa kommununala bygnaðin við at leggja allar Føroyar í níggju stórar kommunur og leggja eldraøkið undir kommunurnar at verða umsitið. Poul Michelsen heldur, at ymisku útsøgnirnar [...] Annika Olsen helt, at vit hava ongantíð verið so nær eini semju. Jørgen Niclasen sigur, at Fólkaflokkurin hevur slept kravinum um at leggja skúlan undir kommunurnar, men krevur afturfyri, at fólkaatkvøða verður [...] heldur Poul Michelsen, at tað er alneyðugt við einum nýggjum kommunalum bygnaði. Men skal fólkaatkvøða verða fyri at tryggja eina fólksliga tilgongd, eigur alt Føroya fólk at sleppa at siga sína meining um
landsstýrismaðurin í Heilsumálum, John Johannessen, fer at gera, er at fáa tey trý sjúkrahúsini í landinum at samstarva um sjúklingar. Tað merkir, at er long bíðitíð til eina viðgerð á einum sjúkrahúsið, [...] Í løgtinginum eru tríggir læknar og ein teirr, at Jenis av Rana, heilsaði hesum vælkomnum. Men hann viðgekk, at hann hevði ringar vónir um at hetta fer at eydnast, tí hetta hava skifandi landsstýrisfólk [...] Og hetta er nettupp eitt mál, hann ætlar at taka upp á næsta leiðslufundi. - Tað má bera til at flyta sjúklingar ímillum sjúkrahúsini, so at vit sleppa undan, at starvsfólk á summum sjúkrahúsum eru ovbyrjað
2011 og at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at hann kann skipa eina almennari Tilfeingisbúð, har til ber at bjóða makrelkvotuni út. Tjóðveldi sigur, at hetta fer at tryggja, at tey føroysku [...] skip, ið hava møguleika at fáa mest gagn burturúr makreltilfeinginum, sleppa framat og samstundis kann ongin leggja seg omaná kvotur og rættindi. Tað fer eisini at tryggja, at at tað ikki verður politisk [...] sum Tjóðveldi nú fer at leggja fyri Løgtingið. Tjóðveldi sigur, at sáttmálaloysi á fiskivinnuøkinum elvir ikki bara til avmarkingar. - Hetta gevur samstundis føroyingum frælsi til at áseta sær sjálvum eina
ukrainska framgongdin í økinum fer at halda fram, og um hetta møguliga fer at órógva russisku álopini har suðuri í Ukraina. Reuters skrivar, at ukrainskar herdeildir nú royna at trýsta seg inn aftan fyri he [...] the Study of War, stytt ISW, sigur, at tað hevur ikki eydnast teimum at staðfesta tíðindini hjá russisku tíðindastovuni, Readovka. Tíðindastovan hevur nevniliga sagt, at ukrainskar herdeildir nú eru minni [...] Izium, og her royna ukrainar at steðga russisku veitingunum. Palle Ydstebø, sum er norskur oberstloytnantur við Krígsskúlan, hevur eisini víst á, at um ukrainskar deildir megna at koma heilt til býin, Kupiansk
ríkinum og at verja okkum upp á hendan mátan, segði hann. Samstundis átalar Edmund Joensen, at tað tekur okkum so langa tíð at taka avgerð um radaran, sum Nato hevur søkt um at sleppa at seta upp í Føroyum [...] Føroyum. Og hann heldur, at tað kemur okkum í ringt orð, at vit liggja og bøla á málinum, uttan at taka nakra avgerð. – Nato hevur gjørt eina radioskipan úr norði og heilt suður í Atlantshav. Men tað er eitt [...] hugsa um okkum, at vit ikki vilja seta radaran upp, sigur hann. Hann heldur, at radarin er vorðin til eina kastibløku í einum partapolitiskum stríði ímillum loysing og samband, ístaðin fyri at lata tað vera
46 ár síðani, at okkara fyrsta vaktar- og bjargingarskip, Tjaldrið varð bygt. Sostatt er tað eyðsæð, at tíðin er við at fara tí og tí er tað fleiri ferðir, at røddir hava verið frammi um at útvega nýtt skip [...] vit ikki hildið, at tað var so heppið og tí fer hann at virka fyri at finna eina loysn. Í dag hevur Páll á Reynatúgvu reist málið á tingið og har upplýsti Árni Skaale, at tað ber til at fáa eitt skip, sum [...] p í Bretlandi fyri 110 milliónir krónur. Hann sigur, at tað lýkur at kalla øll krøv, vit seta til slík skip. Einasti vansin er, at Vørn vil hava at eitt slíkt skip skal hava eina trekk-kravt upp á 100
Russland hevur víst aftur, at landið hevur ætlanir um at leypa á Ukraina. Fyrr í dag lat russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, skilja, at Russland er til reiðar at halda fram við samráðingum við [...] reiðingum – mett, at Russland kann byrja innrásina, eftir at vitjanin hjá Scholz hjá Putin er av, skriva tíðindastovurnar dpa og AFP. Zelenskij hevur higartil roynd at niðurtóna, at eitt russiskt álop [...] Ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij, sigur, at hann hevur frætt, at mikudagurin kann gerast dagurin, tá Russland ger innrás í landið. – Tey siga, at 16. februar kann verða dagurin, tá innrásin verður