Tað var ikki tí, at hann var so ósamdur við Tjóðveldi, at Karsten Hansen í 2006 tók seg úr flokkinum.
Óbeinleiðis var tað 266b, men Karsten Hansen sigur, at veruliga orsøkin var, at tingmanningin breyt eina avtalu, og tað kundi hann ikki góðtaka.
- Tingmanningin hevði eina greiða avtalu um, at einki uppskot skuldi berast í tingið, uttan so at fall semja var um tað, men so hendi tað kortini, sigur Karsten Hansen.
Eitt kvøldi ringdi flokformaðurin til hansara og boðaði frá, at ein partur av tingmanningini hevði lagt uppskotið um 266b fram.
- Høgni Hoydal visti væl, at eg ikki kundi taka undir við tí.
Tað vísti seg, at umframt Karsten Hansen vistu tveir aðrir tinglimir ikki um uppskotið.
Tá helt Karsten Hansen, at hann illa kundi halda fram í flokkinum. Hann var noyddur at vera trúgvur móti síni egnu sannføring.
Hann royndi at leggja trýst á flokkin, men einki hjálpti, og ein dag boðaði hann so frá, at hann tók seg úr flokkinum.
Beint tá hugsaði hann als ikki um at fara í nakran annan flokk.
Karsten Hansen sigur, at hann ongantíð fekk nøkur skitin orð frá tjóðveldisfólki um, at hann var farin. Tvørturímóti fekk hann fleiri vøkur orð frá fólki, sum takkaðu honum fyri árini í fokkinum. Summi royndu at biðja hann koma aftur.
Samstundis fekk hann áheitanir frá fleiri av hinum flokkunum um at koma til teirra. Hann samskifti nógv við Sjálvstýrisflokkin, men har ikki ov gott stev, og hann valdi at taka av tilboðnum frá Miðflokkinum, sum hann visti hevði somu sjónarmið sum hann í etiskum spurningum.
Í Miðflokkinum kennir hann seg heima.