- Slakar samgongan fyri kravinum frá Fólkaflokkinum um fólkaatkvøðu í øllum kommunum, er nýskipanin á kommunuøkinum ikki bara deyð, hon er skotin langt aftur í tíðina. Tað staðfestir Poul Michelsen, uttanflokka tingmaður á Løgtingi.
Hann sipar til greinarøðina á Portalinum um vikuskiftið, har vit gjørdu nógv burtur úr ætlanini at umskipa kommununala bygnaðin við at leggja allar Føroyar í níggju stórar kommunur og leggja eldraøkið undir kommunurnar at verða umsitið.
Poul Michelsen heldur, at ymisku útsøgnirnar frá Fólkaflokkinum hava órógvað málið illa.
Annika Olsen helt, at vit hava ongantíð verið so nær eini semju.
Jørgen Niclasen sigur, at Fólkaflokkurin hevur slept kravinum um at leggja skúlan undir kommunurnar, men krevur afturfyri, at fólkaatkvøða verður í kommununum um ætlanina.
Og Jógvan á Lakjuni heldur, at semjan er kanska ikki so nær kortini og hann leggur afturat, at tær kommunur, sum ikki vilja leggja saman, skulu sleppa undan, tí ongin skal tvingast.
Poul Michelsen sigur, at slakar samgongan fyri kravinum um, at hvør kommuna sær avgerð, um hon vil leggja saman ella ikki, er kommunu nýskipanin ikki bara deyð á hesum sinni.
- So er tilgondin skotin langt aftur í tíðina og so er betur at sleppa ætlanini, soleiðis sum Annika Olsen viðmerkir á Portalinum.
Hinvegin heldur Poul Michelsen, at tað er alneyðugt við einum nýggjum kommunalum bygnaði.
Men skal fólkaatkvøða verða fyri at tryggja eina fólksliga tilgongd, eigur alt Føroya fólk at sleppa at siga sína meining um lógina og tí skal hon sendast øllum Føroya fólki at atkvøða um.
- Er meiriluti fyri ætlanini, skal hon setast í verk, men er meiriluti ikki fyri henni, eiga vit somuleiðis at viðurkenna hetta, sigur Poul Michelsen.










