Forsetin í Ukraina óttast russiskt álop mikudagin

Zelenskij hevur lýst mikudagin sum »dagurin fyri samanhaldi« í Ukraina. Tann dagin kann innrásin byrja, sigur hann.

 

Ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij, nevnir mikudagin sum dagin, tá russiska innrásin kann byrja. - Foto: Valentyn Ogirenko/Reuters

Ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij, sigur, at hann hevur frætt, at mikudagurin kann gerast dagurin, tá Russland ger innrás í landið.

– Tey siga, at 16. februar kann verða dagurin, tá innrásin verður. Vit vilja gera tað »dagin fyri samanhaldi«, sigur Zelenskij í kvøld í røðu til tjóðina.

– Tey royna at ræða okkum við at nevna eina dagfesting fyri byrjanina upp á hernaðarligu innrásina.

Forsetin sigur ikki, hvør tað er, sum hevur víst á hendan dagin.

Men amerikanski miðlar hava skrivað, at amerikanska stjórnin heldur, at russisku deildirnar kunnu vera klárar hendan dagin, um russiski forsetin, Vladimir Putin, gevur boð um innrásina.

Amerikansk fregn bendir á, at tað nú eru umleið 130.000 russiskir hermenn kring Ukraina.

Russland hevur víst aftur, at landið hevur ætlanir um at leypa á Ukraina.

Fyrr í dag lat russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, skilja, at Russland er til reiðar at halda fram við samráðingum við lond í vesturheiminum um spentu støðuna.

Í morgin kemur týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, á vitjan hjá Putin í Moskva. Scholz hitti zelenskij í ukrainska høvuðsstaðnum, Kijev, í dag.

Amerikanskir miðlar hava – út frá fregnartænastufrágreiðingum – mett, at Russland kann byrja innrásina, eftir at vitjanin hjá Scholz hjá Putin er av, skriva tíðindastovurnar dpa og AFP.

Zelenskij hevur higartil roynd at niðurtóna, at eitt russiskt álop kann nærkast.

Í røðu síni til tjóðina í kvøld segði hann, at hann hevur skrivað undir eini boð um, at mikudagurin er »dagurin fyri samhaldi« í Ukraina.

Tað hevur millum annað við sær, at fólk skulu flagga við ukrainska flagginum og landsins bláu og gulu litir.

/ritzau/Reuters

 

Ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij, nevnir mikudagin sum dagin, tá russiska innrásin kann byrja. - Foto: Valentyn Ogirenko/Reuters