Vil stytta bíðilistarnar á føroysku sjúkrahúsunum

Eitt tað fyrsta, nýsetti landsstýrismaðurin í Heilsumálum, John Johannessen, fer at gera, er at fáa tey trý sjúkrahúsini í landinum at samstarva um sjúklingar. Tað merkir, at er long bíðitíð til eina viðgerð á einum sjúkrahúsið, skal sjúklingurin sendast á annað av hinum báðum sjúkrahúsunum, er bíðitíðin styttri har og er tað annars læknaliga forsvarligt.

Tað hevur hann boðað Løgtinginum frá.

Hann nevnir til dømir, er tað nakrir mánaðir at bíða eftir eini viðgerð á Landssjúkrahúsinum, skal sjúklingurin fáa tilboð um at fáa viðgerðina í Klaksvík ella í Suðuroy, er bíðitíðn styttri har og er tað læknaliga forsvarligt at viðgerðin fer fram har.

Í løgtinginum eru tríggir læknar og ein teirr, at Jenis av Rana, heilsaði hesum vælkomnum.

Men hann viðgekk, at hann hevði ringar vónir um at hetta fer at eydnast, tí hetta hava skifandi landsstýrisfólk í heilsumálum roynt hesi seinastu 10 árini, men til fánýtis.

So nú hevur hann sum kommunulækni tikið málið í egnar hendur og tá ið hann ávísir ein sjúkling til viðgerð, kannar hann sostatt sjálvur eftir, hvørjum av teimum trimum súkrahúsunum, bíðitíðin er stytst.

John Johannessen sigur, at nýggja talgilda heilsuskipanin bindur heilsuverkið saman og tí er lættari at vísa sjúklingar ímillum sjúkrahúsinum fyri at gagnýta arbeiðsorkuna og játtanina best møguligt.

Somuleiðis hava leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum regluligar leiðslufundir og fundir saman við Heilsumálaráðið.

Og hetta er nettupp eitt mál, hann ætlar at taka upp á næsta leiðslufundi.

- Tað má bera til at flyta sjúklingar ímillum sjúkrahúsini, so at vit sleppa undan, at starvsfólk á summum sjúkrahúsum eru ovbyrjað samstundis sum starvsfólkið á øðrum sjúkrahúsum hava ov lítið at gera