skulu gjalda fyri fiskidagarnar. Samstundis er oljuprísurin tvífaldaður meðan veiðan stendur so at siga í stað. Tí dugi eg ikki at síggja stórvegis møguleikar fyri at skipini klára at gjalda fyri fiskidagarnar [...] nógv verður lagt fyri á fiskigrunnunum Ikki nóg mikið til nýíløgur ? Eg haldi, at tað er ótrúligt, at teir ditta sær at koma við hesum uppskotinum, bara tí at vinnan hevur klárað seg nøkunlunda í tvey [...] hava verið góðar, so hevur vinnan kortini ikki klárað seg betri enn væl. Enn er alt ov lítið avlop til, at vinnan hevur møguleika til at endurnýggja seg. Tí heldur Bjarti tað vera púra burturvið, at koma
at tað er dýrt at lata skipi sigla tómt heimaftur úr Skotlandi og fyri at fáa betri rakstur í skipi, hava vit roynt at funnið útvegir fyri at fáa farm at flyta til Føroyar eisini, sigur Símun Gullakesen [...] verður fyri tað mesta skorið og fryst í blokk. Stjórin á Kósavirkinum sigur, at fiskurin er ikki nóg góður til at gera nakað annað burturúr. Johan Páll Joensen vil ikki siga, hvat upsin er keyptur fyri. Men [...] hesum. Úrslitið av hesi royndini verður so avgerandi fyri, um hetta er ein táttur, Kósavirkið tekur uppaftur. Sjálvur dylir Johan Páll Joensen ikki fyri, at hann sær møguleikar í hesum. ? Men í løtuni vita
úttalilsi, tí føroyingar skulu nú klára seg sjálvar. Hann vísti á, at vit mugu nú vísa, at vit duga at seta pengar av til ring ár og metti sjálvur, at vit verða førir fyri at fyrireika okkum til at uppliva fleiri [...] kredittvirðið í tí landinum, sum hann stýrir, er so gott sum møguligt, og at tú hevur so nógvar møguleikar fyri kredittum sum tilber. -Eg kann ikki góðtaka slíkt. Tað er ein primitiv tjóðveldisuppfatan at siga [...] Og entá við rokfiskiskapi. Jóannes Eidesgaard heldur tað vera beinleiðis ábyrgdarleyst at úttala seg so, tí øll vita, at tað skal so ómetaliga lítið til í okkara samfelag, at landshúsarhaldið aftur gevur
heilt nýggjan hátt. Ja, tað er mangt, ið letur seg gera. Knut Nøst væl nøgdur Knut Nøst hevur sína kirkjuligu bakgrund úr norsku statskirkjuni og innan fyri norska KFUM- og K felagsskapin. Í samrøðu við [...] dagarnir í Føroyum, samstundis sum hann hevði givið sær sjálvum, eisini høvdu verið sera gevandi fyri seg. Hann fegnaðist um høga støðið ? bæði tónleika- og sangliga. Hann bað eisini heilsa, at hann fegin [...] innan gospelsang og -tónleik. Alt eigur at verða gjørt fyri at henda »perla« kemur at verða varðveitt og stuðlað. Góðan byr framyvir og takk fyri eina frálíka konsert. Kórið hevur eitt stuðulsfelag, ið
nýggja sparikassabygninginum Yviri við Strond. Garry Kasparov fegnast um Føroyavitjanina og takkar fyri seg. Men áðrenn leiðin gongur heimaftur til Moskva vil hann fegin svara spurningum frá føroyskum [...] stórtelvarar gjørdu fyri 100 árum síðani. Tað finst nevniliga ein náttúrlig gongd fyri at fáa sær meira vitan. Men hvussu kunnu vit virðismeta tað stóra, sum onkur hevur gjørt við at lata upp fyri nýggjum stigum [...] kappingar í dag. Hóskar væl til telduøldina Vit spurdu Kasparov, hvønn týdning talv hevur fyri fólk, fyri mannaættina og fyri samfeløg sum heild og hvat tað er, sum er so hugtakandi við spælinum? -Talv er hugtakandi
sum kennir oljuvinnuna bæði í Noregi og í Bretlandi, um stórir vandar eru fyri, at hon kemur at hava óhepnar avleiðingar fyri lítla føroyska samfelagið! -Tað er ein torførur spurningur. Sjálvur haldi eg [...] til havs uttan at tað skal hava stórvegis negativar avleiðingar fyri samfelagið. Hóast oljuvinnan eisini hevur havt negativar avleiðingar fyri Noreg, so hevur hon tó samanumtikið havt ómetaligan stóran týdning [...] forðar fyri, at nógvu oljupengarnir skapa eina yvirupphiting í samfelagnum. Hvat viðvíkur umhvørvinum so heldur Jan Evensen, at oljufeløgini í dag handfara tað heilt øðrvísi og betri í dag enn fyri bert
nakran ótta fyri, at tjóðveldisflokkurin fer at ?sníkja? loysingina inn gjøgum bakdyrnar? -Jú, eg eri bangin fyri tí, men eg havi álit á Føroya fólki. Eg veit, at Føroya fólk vil ikki lata seg kasta út í [...] tað verður tvørturímóti. Eg síggi heldur fyri mær, at sambandsflokkurin fer at sita óvirkin á tingi og bara siga, at hann einki vil broyta. Hann setir seg uttan fyri alla ávirkan. Sjálvur haldi eg, at tað [...] langt, at tey eru borðbar fyri føroyska fólkið. At broytingarnar, sum skulu henda, merkja økt sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Jóannes Eidesgaard er ikki fremmandur fyri tí tanka heldur, at samgongan
slíkum, og tað kann gerast ein stórur fyrimunur, fyri Føroyar at verða við í hesum samstarvinum. Schlüter er »europeari« burturav og heitur talsmaður fyri at eitt nú donsku fyrivarnini verða tikin burtur [...] vóru fyrilestrar. Og tað er synd at siga, at Klaksvíkin gekk í »smáum skóm«, tí fyrilestrarnir snúðu seg um handilsmøguleikar í Russlandi og um samstarv føroyinga við ES. Fyrilestrahaldarnir vóru sera kendir [...] hann sær nógvar fyrimunir við at vera í ES og tað merkti eisini fyrilesturin. Vit hava hoyrt okkum fyri hvat tað var hann røddi um. Føroyingar skulu sjávlir avgerða samstarvsháttin Í fyrilestri sínum kom
Føroyum. Fyri eini viku síðani komu Lis og Lauge Vestergaard til Føroya at vitja. Tey høvdu verið so heppin at vinna eina ferð til Føroya í eini kapping, sum Radio Alfa í Randers skipaði fyri, saman við [...] ótrúliga hjálpsamir, sigur hon. ? Teir syrgu fyri at Falck bóru meg upp í flogfari og at eg var hjálpt úr flogfarinum í Vágum. Haraftur hava tey syrgt fyri at vit kundu búgva á Hotel Hafnia í miðbýnum [...] hava verið ótrúliga hjálpsom í allar mátar. Vóru bangin fyri at alt var av ongum Hóast alt nú er væl fyrireika, so vóru hjúnini eina tíð bangin fyri, at alt fór at verða av ongum. ? Vit hoyrdu einki aftur
avtaluna, sigur hann seg vera sera fegnan um hana. Hann metir avtaluna av stórum týdningi fyri bæði Føroyar og oljufeløgini. Hon er eitt positivt stig fyri Føroyar og Bretland og fyri oljuídnaðin. Hon er [...] Føroyingar borið seg rætt at Sjálvur heldur hann, at føroyingar hava borið seg rætt at higartil. -Tit hava eina sera skilagóða, búnað og positiva oljuumsiting, sum veruliga sýnist at taka hædd fyri øllum, bæði [...] annað enn, at tað var væl ?timað?, tá tvey umboð fyri Agip bankaðu á dyrnar í gróthúsinum á Debesartrøð. Franco Polo og Ron Lansdell, sum standa á odda fyri kanningunum á Atlantsmótinum hittu leiðaran á