? Føroya fólk fer ikki at lata seg tveita út í eitt tjóðveldiseksperiment

Tí eri eg so fegin um, at tað skulu vera tvær fólkaatkvøður um sjálvstýrispolitikkin. Eg eri samførdur um, at byggir alt tá bara á eina proklamatión, ein hungur eftir at kunna rópa seg uppá einar frælsar Føroyar, uttan at verða frælsar, so vil Føroya fólk kenna sína vitjunartíð og siga frá til ta tíð. Og tá verður tað eisini ein uppgáva fyri andstøðuna at greiða fólki frá, hvat hesir menn ætla, og hvat verður fylgjan fyri Føroya fólk, um hetta teir siga, verður sett út í kortið

Vit mugu kenna avleiðingarnar

-Ber tú nakran ótta fyri, at tjóðveldisflokkurin fer at ?sníkja? loysingina inn gjøgum bakdyrnar?

-Jú, eg eri bangin fyri tí, men eg havi álit á Føroya fólki. Eg veit, at Føroya fólk vil ikki lata seg kasta út í eitt tjóðveldiseksperiment. Tí eri er so glaður fyri, at tað sendur í samgonguskjalinum, at tað skulu vera fólkaatkvøður.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at bæði sáttmálin og grundlógin skulu til fólkaatkvøðu tvs. at Føroya fólk verður tikið við uppá ráð, áðrenn tey endaligu stigini verða tikin.

-Eg eri sannførdur um, at byggir alt tá á eina proklamatión, ein hungur eftir at kunna rópa seg uppá einar frælsar Føroyar, uttan at verða frælsar, so vil Føroya fólk kenna sína vitjunartíð og siga frá til ta tíð.

Tá verður tað so eisini ein uppgáva fyri andstøðuna at greiða fólki frá, hvat hesir menn ætla, og hvat verður fylgjan fyri Føroya fólk, um hetta teir siga verður sett út í kortið.


Teir vita, hvar javnaðarflokkurin stendur

-Men javnaðarflokkurin hevur jú longu meldað út, at tit taka undir við nógvum av tí, sum verður ført fram í samgonguskjalinum um meiri sjálvstýri - og kann ein ikki eisini siga, at tit harvið hava slept tykkara leiklut sum virkin andstøða og ístaðin eru farnir uppí part við verandi samgongu?

-Samgongan veit, hvar javnaðarflokkurin stendur. Tað hava vit boðað bæði tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum frá undir samgongusamráðingunum. Javnaðarflokkurin vil, at vit skulu økja okkara sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin.

Formaður javnaðarfloksins sigur víðari, at skal tú til at broyta ein samfelagsbygnað frá einum degi til ein annan, so krevur tað nakað, sum líkist eini kolvelting. Allur annar politikkur snýr seg um, at tú hevur ein kontroleraðan útvikling av nøkrum viðurskiftum.

Eg haldi tað er neyðugt at vit gera nakrar broytingar. Tað er í veruleikanum nakað, sum vit noyðast at broyta í teimum ríkisrættarligu viðurskiftunum, men tað skal sannniliga gerast undir kontroleraðum - skipaðum viðurskiftum, soleiðis at vit alla tíðina kenna út í minsta smálut avleiðingina av hvørjum stigi vit taka.


Saknar tann búskaparliga partin

Jóannes Eidesgaard sær fyri sær, at vit seta hol á ein veruligan sjálvstýrispolitikk, hvar vit fyrireika hetta landið til meira at kunna standa á egnum beinum, enn vit gera í dag, bæði umsitingarliga og búskaparliga. Men hann saknar tann búskaparliga partin og vísir á, at tann búskaparligi parturin, sum hevur verið frammi frá bæði tjóðveldisflokki og fólkaflokki snýr seg um smartar loysnir, har danir innganga, sum ein relevantur partur.

-Eg síggi eingi tekin til ein politikk, sum miðvíst gongur út uppá, at tað føroyska samfelagið skal útvikla seg til at vera sjálvfíggjandi. Og tað má vera politiski málsetningurin.

Formaður javnaðarfloksins ætlar sær at eygleiða samgonguna og landsstýrið í einum og hvørjum tey fyriteka sær. Hann ætlar ikki, at landsstýrið skal sleppa undan at svara øllum ivamálum og samtíðis eisini standa til svars fyri øllum sínum gerðum, nú tað so erpið tosar um einar sjálvstøðugar og frælsar Føroyar.


Fáa neyvan undirtøku frá sínum egnu

Sjálvur ivast hann stórliga í, um hetta landsstýrið, tá avtornar, fer at vinna so nógv á loysingarleiðini, sum tjóðveldisflokkurin leggur upp til. -Tað mesta, sum landsstýrið fer at fáa av undirtøku fyri tjóðveldispolitikkinum, er frá sjálvum tjóðveldisflokkinum. Í fólkaflokkinum og í sjálvstýrisflokkinum er ein rúgva av fólki, sum neyvan fer at taka undir við víðgongdum broytingum á loysingarleið.

-Tvs. at ein fólkaatkvøða við einum konsepti, sum tjóðveldisflokkurin einsamallur sleppur at stoypa úti í Tingansi, tað fellur við eitt brak. Eg trúgvi ikki tað ber til at fáa nakrar broytingar ígjøgnum á tí ríkisrættarligu síðuni uttan at samgongan tekur í hvussu er tann størsta andstøðuflokkin við, nevniliga javnaðarflokkin. Allarbest var um hon kundi tikið sambandsflokkin ella ein part av honum við eisini. Tí tá hevði verið møguleiki fyri at fingið nakrar broytingar ígjøgnum, sum høvdu eina breiða fólkaliga undirtøku. Tað skulu slíkar broytingar eisini hava, tí annars kanst tú enda í støðuni aftur frá 1946 ella tí, sum verri er, nevniliga, at alt fellur.

Nettup tí heldur Jóannes Eidesgaard, at tað er skeivt av samgonguni ikki at hava tikið andstøðu við í innleiðandi viðgerðina av øllum sjálvstýrisspurninginum, nú løgmaður boðaði frá, hvussu farast skal fram í næstum.

-Hvat sigur tú til teirra, sum siga, at leggur javnaðarflokkurin seg ov tætt upp at samgonguni í hesum málum, so verður sambandsflokkurin tann einasti, sum til eitt komandi val fer at standa sum garanturin fyri ríkisfelagsskapinum?

-Eg haldi tað verður tvørturímóti. Eg síggi heldur fyri mær, at sambandsflokkurin fer at sita óvirkin á tingi og bara siga, at hann einki vil broyta. Hann setir seg uttan fyri alla ávirkan. Sjálvur haldi eg, at tað er sera umráðandi, at vit í andstøðu kunnu fara inn og tosa hesar menninar í Tinganesi til fornuft, soleiðis at vit fáa ávirkað viðurskiftini, áðrenn tey koma so langt, at tey eru borðbar fyri føroyska fólkið. At broytingarnar, sum skulu henda, merkja økt sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin.

Jóannes Eidesgaard er ikki fremmandur fyri tí tanka heldur, at samgongan fyrr ella seinni fer at siga, at hon vil ikki ráðføra seg við javnaðarflokkin longur, tí hann er ov sambandskur ella torir ov lítið. -Tá eru vit í eini veruligari andstøðu til ta uppskot, sum teir koma við, og tað kunnu vit lætt enda við. Men fyribils velja vit at trúgva uppá ta politisku processina, tvs. at ein kann fara inn og við tí talaða orðinum ávirka aðrar til at broyta síni víðgongdu sjónarmið. Men gongdin higartil lovar ikki gott leggur hann aftrat, eftir ólavsøkurøðu løgmans.