ini. Tað er hetta, sum hevur volt til miklan orðadrátt í Íslandi, men hevur einki við ta arvagransking at gera, sum vit ætla okkum undir í Føroyum. Viðvíkjandi tí gransking, sum vit fyrireika, er stutt [...] pening av til hetta virksemi. Vónandi fer tað eisini at bera til at fáa granskingarstuðul frá grunnum og møguliga privatan pening eisini. Vit hava soleiðis eisini fyrireikað umsókn til grunnin hjá danska [...] soleiðis sum tað er skrivað í kirkjubókum. Annað beinið er diagnosan, sum skal vera væl staðfest, og tað triðja eru blóðroyndirnar. Eftir ætlan verður tað tann klinikarin, sum hevur ávísa sjúku sum sítt serumráði
seinna fyrikemur at vera púra burtur við, so velja vit at trúgva, at tað er venjingarstøðan hjá kollfirðingum sum ger, at teir vera so avbukaðir sum teir vórðu mikukvøldið. Ein nýggj stjørna Toppskjútti [...] føroysku 1. deildini í hondbólti, mugu vit staðfesta. Spælið hjá stradingum hekk nógv betur saman mikukvøldið enn tað hevur gjørt hinar báðar dystirnar, men tá skal eisini havast í huga at mótstøðan var út [...] StÍF - KÍF 39-18 (22-8) Í síðstu viku skrivaðu vit, at tað ikki hevur gingið strandingum so væl í hond í byrjanini av kappingarárinum. Báðir fyrstu dystirnir í ár vórðu taptir, og skuldu teir ikki fella
brúk fyri pengum. Seinni kom hugurin so eisini, og nú er tað hann, sum drívur. Tú verður eisini betri nøgdur við teg sjálvan sum dómara, tá tað er hugurin, sum drívur verkið. Sjáldan meira enn 20 minuttir [...] hevur tað bert verið døming á skránni, sigur Petur, sum heldur ikki ivast í, at tað eisini næsta ár verður sum dómari, at hann verður á vøllinum, og ikki sum spælari. ? Eg spæli ikki meir, tí tá eg bleiv 1 [...] ildini. Dómarin er ein persónur, sum skal hava myndugleika, og sum spælararnir skulu hava virðing fyri. Hava spælararnir nakra sum helst virðing fyri einum manni, sum ofta er nógv yngri enn teir? ? Tað
hevur rætta verumáta og hevur eisini ein góðan fyrimun við tað, at hann er so stórur. Vit hava ofta tosað um menn sum Bo Karlsson og Kim Milton Nielsen ? stórir menn, sum hava myndugleika. Hetta hevur [...] um í dag er Niklas á Líðarenda úr Gøtu, sum byrjaði at døma í 1. deild í 1979. Hann var av fyrstan tíð ein av teimum, sum helt Peturi Hansen til at døma, og sum hevur hjálpt honum væl. ? Eg havi alt gott [...] er kanska, at hann er so ungur og longu nú fær harðar uppgávur á seg. Tí eiga vit eisini at fara varliga fram, tá vit skulu avgera, hvørjar dystir hann skal døma, tí tað er eingin ivi um, at tað kann ganga
parametrum, hava vit ivaleyst bara teknifilm eftir. Originalan Disney teknifilm frá 1935 til 1967. Tað fært tú helst fólk flest at verða samd um, fert tú at spyrja. Men flyta vit fjøll við tí? Tæna vit tjóðini [...] sterkur miðil sum Sjónvarpið aldri hevur tikið føroyska ungdómin í álvara. Eg meini á heimligum botni. Tað ber ikki til at skjóta seg undir, at øll eru ungdommilig, at flestu ung eisini finna frægd í tíðindum [...] við bjørtum litum. Fyri trimum árum síðani var eg boðsendur av fyritøku í Havn, sum átti altskyns digitala videoútgerð, sum ofta stóð fyri onki. Mestu úrtøkuna fær fyritøkan, tá eins og nú, við at gera lýsingar
trivnaðarnevndini og kanska eisini í mentanarnevndini, áðrenn tað kemur í fíggjarnevndina. Vit vóru nøkur, sum beinanvegin søgdu, at vit kundu ikki taka undir við málinum. Tað sýntist sum løgtingsfólk útilokandi [...] etiskur spurningur, har vit skulu taka støðu til nøkur grundleggjandi viðurskifti. Í trivnaðarnevndini sita fólk, sum hugsa tann sosiala og etiska vegin, í fíggjarnevndini sita fólk sum hava áhuga fyri búskapi [...] sigur Rúna Sivertsen. - Eg havi ein varhuga av, at tað eru aðrir tinglimir sum hava somu fatan sum eg hesum viðvíðkjandi og vit eiga tí at fáa eitt kjak í lag um hetta málið. Tað er ikki sørt ørkymlandi
fáa hølið so væl egnað sum gjørligt til fimleik. Sum vit skilja, hevur umvælingin gingist væl, og ætlanin er, at hølið í framtíðini eisini skal nýtast til undirhaldstiltøk. Tey sum vanliga gingu í Glyvra [...] áhoyrarafjøld til kappingina higartil í ár, og um sama undritøkan verður í Eysturoy, sum vanligt, er brúk fyri so stórum sali sum gjørligt, fyri at hýsa áhoyrarunum. Pallurin er heldur eingin trupulleiki, tí [...] Finalan varð hildin á Kambsdali, var eisini vanligt at enda um miðnátt, og síðan at halda fram við dansinum í Glyvra-Bio. Tað er í hesum sambandi, at matir bólkar, sum eitt nú »Big Guitars from Memphis«
svarar hann: -Vit hava merkt, at arbeiðið er vorið meira støðugt. Men tó haldi eg ikki at fólk eru vorðin eins vill og tey vóru í áttatiárunum. Tey duga betri at nýta pening sín í dag. Men eisini haldi eg, [...] teir hava útvegað vindeygu, hurðar og húsaklædning til, var Albert Hall á Argjum. Síðani hava teir eisini útvegað klædningin til nýggju sjónvarpshúsini. Ikki hevur gingist illani hjá virkinum, og tískil [...] eina av orsøkunum til hetta vera, at bankarnir ikki longur eru so fúsir at veita fólki lán, sum teir vóru fyrr, sigur Pætur M. Hansen við Sosialin.
norðurlendsku bóksavnsvikuna, 9.-15. nov., er ætlanin eisini at skipa fyri einum hugnakvøldi á Fuglafjarðar Bókasavn. Ætlanin við hesum tiltaki, sum komið er í lag í einum samstarvi millum PR-Felagið fyri [...] á samleikan millum Norðanlondini - eisini í bókasavnshøpi. Á Landsbókasavninum verður skipað fyri fleiri tiltøkum í hesum sambandi. Á Fugjafjarðar Bókasavni fara vit at hava upplestur og sanghugnað nú [...] drukku jólini hjá Harald Blátonn Kongi«. Tað sermerkta við hesi løtu verður eisini, at samstundis, meðan Frits lesur, og vit hava sløkt fyri elektriska ljósinum og kveikt kertuljós, hendir júst tað sama
Vit kunnu ikki leggja nakað afturat teim mongu tíðindunum, sum fjølmiðlar okkara hava borið okkum teir seinastu dagarnar um tær vanlukkur, sum ódnin við vindi og regni hevur ført við sær. Tað er eyðsýnt [...] avvarðandi, sum tú ikki kanst fáa samband við, ber til at senda eftirlýsing gjøgnum Reyka Kross, skriva tínar upplýsingar so gjølla sum møguligt um identitet og bústað á donskum ella enskum, so senda vit hesar [...] hesar upplýsingar víðari. Eisini kanst tú senda fax beinleiðis til Dansk Røde Kors: 035 25 93 50, sum er vitandi um hetta tíðindaskriv. Í dag er upplýst, at til ber at ringja til londini og tað er besti máti