Fuglafjarðar bókasavn

 ? ? ?

Í samband við norðurlendsku bóksavnsvikuna, 9.-15. nov., er ætlanin eisini at skipa fyri einum hugnakvøldi á Fuglafjarðar Bókasavn. Ætlanin við hesum tiltaki, sum komið er í lag í einum samstarvi millum PR-Felagið fyri norðurlendsk bókasøvn og Norrønu Feløgini er at vísa á samleikan millum Norðanlondini - eisini í bókasavnshøpi.

Á Landsbókasavninum verður skipað fyri fleiri tiltøkum í hesum sambandi. Á Fugjafjarðar Bókasavni fara vit at hava upplestur og sanghugnað nú mánakvøldið, 9. nov. kl. 18.00, har øll eru vælkomin. Her fer Frits Johannesen at lesa fyri okkum 9. kap. úr Ormi Reyða, hjá Frans G. Bengtsson: »Hvussu teir drukku jólini hjá Harald Blátonn Kongi«.

Tað sermerkta við hesi løtu verður eisini, at samstundis, meðan Frits lesur, og vit hava sløkt fyri elektriska ljósinum og kveikt kertuljós, hendir júst tað sama á bókasøvnum í Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finlandi og Danmark.

Øll eru vælkomin til hesa hugnaløtu, sum er ókeypis.