StÍF - KÍF 39-18 (22-8)
Í síðstu viku skrivaðu vit, at tað ikki hevur gingið strandingum so væl í hond í byrjanini av kappingarárinum. Báðir fyrstu dystirnir í ár vórðu taptir, og skuldu teir ikki fella heilt burtur ímillum, so skuldi dysturin móti KÍF vinnast.
Dysturin skuldi verið spældur í vikuskiftinum, men var útsettur til mikukvøldið ístaðin.
Hesir eyka frídagarnir høvdu tó ikki sett kollfir-ðingar eyka upp, heldur hinvegin.
Hóast teir fyri fyrstu ferð í ár høvdu Allan Mørkøre og Róa Árting, so munti hetta púrt einki. Allan fekk fýra mál, men Róiu fekk einki.
Harafturímóti høvdu strandingar óiva notið gott av teimum eyka frídøgunum. Teir hava havt trupulleikar at fáa spælið at hanga saman í álopinum, men tá ein í einum dysti skorar 39 mál, so er torført aftaná at siga, at álopsspælið ikki er so gott.
Tað skal tó sigast at mótstøðan strandingar fingu mikukvøldið var sera lítil. Teir gjørdu stórt sæð sum teimum lysti, og til dømis kann sigast at tá strandingar í byrjnanini av dystinum vóru á odda 10-0 vóru níggju av málunum gjørd í skjótálopi.
Hugurin var heima
Hóast kollfirðingar vóru komnir inn á Skála at spæla dyst, so vóru teir ikki heilir.
Hugurin til spælið var í hvussu er ikki við á vøllinum. Um hann var eftir heima ella hann lá í umklæðingarrúminum í høllini á Skála er ikki gott at vita.
Strandingar byrjaðu dystin við bál og brand og tá tíggju minuttir vóru farnir av dystinum vóru teir á odda 10-0. Hetta sigur ikki so lítið um munin í føroysku 1. deildini í hondbólti, mugu vit staðfesta.
Spælið hjá stradingum hekk nógv betur saman mikukvøldið enn tað hevur gjørt hinar báðar dystirnar, men tá skal eisini havast í huga at mótstøðan var út av lagi vánalig.
Kollfirðingar fingu nøkur mál teir næstu tjúgu minuttirnar av fyrra hálvleiki, men tað var ongantíð nakar ivi um hvat lið var tað betra.
Tá liðini fóru til hálvleiks var støðan ikki minni enn 22-8 til StÍF.
Hildu pressið
Tað, sum ofta ger seg galdandi, tá eitt lið fer ov langt fram um er, at tað verður slappa av, men hóast langt framman fyri, so hildu strandingar tørn. Teir vunnu fyrra hálvleik við fjúrtan málum og seinna við sjey.
Nógvir royndir mans spæla við á liðnum hjá KÍF, men antin eru teir ikki í venjing ella er teirra hondbóltstíð farin.
Og tá tað seinna fyrikemur at vera púra burtur við, so velja vit at trúgva, at tað er venjingarstøðan hjá kollfirðingum sum ger, at teir vera so avbukaðir sum teir vórðu mikukvøldið.
Ein nýggj stjørna
Toppskjútti hjá strandingum mikukvøldið var ikki tann sum tað plagar at vera.
Hvørki Artur, Alexandur ella John, men Marius Joensen.
Marius er ikki so gamal í garði, men tað sær út til at verða góður dugur í honum.
Tíggju mál fekk hann burtur úr mikukvøldið og gjørdist hann sostatt greidliga toppskjútti hjá StÍF.
Stuttligt er at síggja at tað leggjast nýggir til, tí hondbólturin hevur brúk fyri tí.
H71 fyri tørni
Næsti dysturin hjá strandingum verður móti hoyvíkingum í H71 leygardagin.
Hoyvíkingar hava fýra stig fyri tríggjar dystir meðan strandingar hava tvey stig fyri tríggjar dystir.
Ofta hevur verið tætt millum liðini og dystirnir sera spennandi av somu orsøk.
Hvussu fer at ganga leygardagin er sjálvsagt ikki til at siga, men skulu strandingar gera sær vónir um eitt líkinda úrslit í ár, so er greitt, at dysturin móti hoyvíkingum skal vinnast.
Spurningurin er so bara uim hoyvíkingar fara at lata sær tað lynda. Teir hava eisini ætlanir um eitt gott úrslit í ár og tí er eingin ivi um at talan verður um ein spennandi dyst.