Náttúrvanlukkurnar í Miðameriku

? ? ?

Vit kunnu ikki leggja nakað afturat teim mongu tíðindunum, sum fjølmiðlar okkara hava borið okkum teir seinastu dagarnar um tær vanlukkur, sum ódnin við vindi og regni hevur ført við sær.

Tað er eyðsýnt fyri einhvønn her á landi, at ólukkan er ófatulig og ófatuliga stórt er arbeiðið sum skal til fyri at hjálpa neyðstøddum við mati, klæðum og at fáa okkurt fyribils tak yvir høvdið.

Reyði Krossur Føroya tekur tí fegin ímóti peningi at senda víðari til kreppuraktu økini via Dansk Røde Kors ella alheims Reyka Kross í Geneve.

Peningur kann setast inn í peningastovnarnar ella á giro 77011 og viðmerkja: Kreppuhjálp til Miðamerika.

Hevur tú avvarðandi, sum tú ikki kanst fáa samband við, ber til at senda eftirlýsing gjøgnum Reyka Kross, skriva tínar upplýsingar so gjølla sum møguligt um identitet og bústað á donskum ella enskum, so senda vit hesar upplýsingar víðari.

Eisini kanst tú senda fax beinleiðis til Dansk Røde Kors: 035 25 93 50, sum er vitandi um hetta tíðindaskriv.

Í dag er upplýst, at til ber at ringja til londini og tað er besti máti at fáa upplýsingar uppá.