Í føroyskum fótbólti er ofta langt ímillum nýggju andlitini millum dómararnar, men í ár hevur ein ungur leirvíkingur rættiliga gjørt vart við seg sum ein væl dámdur og væl lýddur dómari.
Tað er bert 20 ára gamli Petur Hansen úr Leirvík, sum hevur givið føroysku dømingini eitt frískt kvink uppeftir.
? Jú, tað hevur gingið væl, sigur Petur Hansen við Sosialin, tá vit prátaðu við hann týskvøldið. Tá var hann á veg niðan í LÍF-húsið til spælarafund.
? Eg spældi sjálvur fótbólt fram til í fjør, men í ár hevur tað bert verið døming á skránni, sigur Petur, sum heldur ikki ivast í, at tað eisini næsta ár verður sum dómari, at hann verður á vøllinum, og ikki sum spælari.
? Eg spæli ikki meir, tí tá eg bleiv 1. deildardómari, noyddist eg at velja, og sum nú er, dømi eg aftur næsta ár, sigur hann.
Fyrstu ferð, Petur Hansen royndi seg sum dómari, var tá hann sum fimtan ára gamal dømdi dystir í 1. deild hjá kvinnum og 3. deild hjá monnum. Í fjør dømdi hann mest í 2. deild, men fekk ein 1. deildardyst ? í Gøtu millum GÍ og ÍF. Og í ár hevur hann fyrst og fremst dømt í 1. deild, har tað blivu til níggju dystir í farna kappingarári. Árið í ár var eisini fyrsta árið, hann var settur sum dómari av fyrstan tíð.
? Tað byrjaði sum so við, at eg varð noyddur at døma. Eg sat í nevndini í LÍF tá, og felagið fekk álagt at døma nakrar dystir. Eingin annar var at døma, og so noyddist eg at traðka til, minnist ungi leirvíkingurin aftur á, tá vit tosa um, hvussu alt byrjaði.
? Eg gekk í skúla tá, og krónurnar, eg fekk fyri at døma, komu væl við, sigur Petur, sum ikki dylur fyri, at tað tá júst vóru pengarnir, sum drógu hann til floytuna.
? Eg fór í handilsskúla og hevði brúk fyri pengum. Seinni kom hugurin so eisini, og nú er tað hann, sum drívur. Tú verður eisini betri nøgdur við teg sjálvan sum dómara, tá tað er hugurin, sum drívur verkið.
Sjáldan meira enn
20 minuttir uttan kort
Tað kann tykjast løgið, at ein 20 ára gamal maður dømir í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Dómarin er ein persónur, sum skal hava myndugleika, og sum spælararnir skulu hava virðing fyri. Hava spælararnir nakra sum helst virðing fyri einum manni, sum ofta er nógv yngri enn teir?
? Tað er rætt, at flestu spælararnir eru eldri enn eg, summir nógv eldri. Eg havi givið heilt fitt av gulum kortum í ár, og tey flestu hava verið, tí spælararnir brúka seg, sigur Petur, sum eisini vísir á, at linjudómararnir hjá honum ? Petur Reinert og Petur Sjúrðarberg ? báðir eru yngri enn hann.
? Ofta brúka teir seg fyri at prøva meg av, og tá eg dømi, ganga sjáldan meira enn 20 minuttir, áðrenn eg havi givið okkurt kortið. Aftan á fyrsta kortið taka teir meg í álvara, heldur Petur skemtandi fyri.
? Tað er eisini ymiskt, hvar í landinum tú ert. Nógv halda, at tað er torført at døma eitt nú í Suðuroynni, men tað haldi eg als ikki. Tað eru fitt fólk, sum eg havi alt gott at bera. Hinvegin er tað hjá mær nógv truplari at døma eitt nú NSÍ og KÍ, tí har kenni eg teir flestu spælararnir rættiliga væl, eisini uttan fyri vøllin. Eg haldi eisini, at tað eru onkur feløg her norðuri, sum hava ringt við at góðtaka, at eg dømi, sigur Petur.
Hann hevur eisini eitt hjartasuff, tá tað kemur til fjølmiðlarnar, sum hann heldur ikki altíð eru á so góðari leið. Sum dømi tekur hann unglingafinaluna, sum hann dømdi í ár, og har hann aftan á ikki fekk so gott skoðsmál í Sosialinum. Sjálvur fekk hann at vita frá FSF, at dómaraavrikið var gott, og stutt seinni stóð eisini eitt lesarabræv í Dimmalætting, har dómarin fekk rós.
Størri avbjóðing at døma enn at spæla
Sum dómari í fótbólti ? eins væl og í øllum øðrum ítróttargreinum ? mást tú hoyra fyri nógv, men Petur heldur ikki, at hann hevur upplivað so nógv »óbehagiligt«, sum hann veit, at onkur annar dómari hevur.
? Tey eru nógv sum halda, at tað er vera dómari er ein ótakksom uppgáva, og tað kanst tú eisini sjálvur halda undir dystinum. Men eingin hevur skeldað meg enn, so tað man vera í lagi, sigur hann.
? Tey flestu skilja ikki, at eg tími at døma, men eftir mínum tykki er tað at vera dómari ein størri avbjóðing enn tað er at vera spælari.
Petur sigur, at tað í ár kom fyri tvær ferðir, at kærur komu inn til FSF um kort í dysti, har hann var dómari.
? Báðu ferðirnar vórðu kærurnar vístar aftur við tí grundgeving, at kortini eru givin »efter dommerens skøn«, sum onkur sigur. Sjálvandi gera vit eisini mistøk, men tað skal nógv til, um tey skulu verða rættað aftaná, sigur Petur, sum viðgongur, at hann hevur dømt ein ringan dyst í ár. Tað var dysturin í Vági millum VB og KÍ, sum klaksvíkingar vunnu 4-0.
Torført at leggja
eina felags linju
Petur Hansen heldur, at føroysku fótbóltsspælararnir vita ov lítið, tá tað kemur til fótbóltsreglurnar. Hann vísir á, at reglurnar verða broyttar so at siga alla tíðina, og at tað kann vera torført hjá spælarum at góðtaka, tá dømt verður í sambandi við nýggju reglurnar, sum teir kanska ikki kenna ov væl ella ikki hava vant seg við. Hann heldur eisini, at føroysku dómararnir sum heild eru ov lagaligir.
? Eg var samdur við Jóhan Carl Dam, tá hann herfyri segði, at tað ikki er nóg gott samstarv millum dómararnar. Dómararnir tosa ikki nóg nógv saman, sigur Petur, men leggur afturat, at tað hóast alt er rættiliga torført at savna allar dómararnar saman á einum stað, tí teir koma úr øllum pørtum av landinum, og allir hava eitt annað arbeiði og familju at røkja.
? Tað er torført at savna dómararnar saman, og tí verður tað eisini torført at leggja eina felags linju, sigur Petur Hansen.
? Summir dómarar døma sera hart, og aðrir dómarar døma alt ov lint. Eg havi valt at leggja meg upp at teimum, sum døma hart. Spælararnir mugu laga seg eftir dómarunum, og dómararnir mugu sum heild vera harðari í síni døming, heldur Petur, sum eisini vísir á, at ein dómari hevur ongantíð dømt betur enn sín seinasta dyst.
? Sjálvur dámar mær væl harðan fótbólt ? enskan fótbólt serliga ? men takklingar aftanífrá og tílíkt, tað dámar mær ikki at síggja, og tað skal eisini revsast. Summi halda, at føroysku dómararnir geva alt ov nógv kort, men hevði tað borið til hjá dómarunum at sæð alt tað ljóta, sum fer fram á vøllinum, ivist eg ikki í, at vit høvdu givið enn fleiri kort, sigur Petur Hansen, sum sostatt finst eitt sindur at spælarunum.
? Spælararnir eru undir størri trýsti enn vit, og summir dystir enda við at gerast rættiliga harðir. Tí mugu dómararnir royna at tosa meira saman, so spælararnir vita, hvat teir kunnu vænta av dómarunum. Tað er meiri enn so komið fyri, at eg havi hugt eftir onkrum 1. deildardysti sum áskoðari og havi sæð eitt fríspark, sum eg hevði givið beinleiðis reytt kort fyri, men har syndarin ikki fekk nakað kort yvirhøvur.
Vil ikki døma liðið
hjá beiggjanum
Tað slepst ikki undan, at fótbóltur ofta er samrøðuevnið í familjuni hjá Peturi. Eldri beiggi hansara er landsliðsspælarin Hans Fróði Hansen, sum í ár hevur spælt við HB. Av tí sama sleppur Petur ikki at døma, hóast hann sjálvur ikki ivast í, at hann hevði klárað tað eins væl og nakran annan dyst.
? Eg bleiv settur at døma HB tríggjar dystir á rað í ár, men segði teir frá mær, tí beiggi mín spælir á liðnum, og tá er so skjótt, at fólk fara at tosa. Sjálvur veit eg, at eg hevði klárað at dømt, men tað loysir seg jú ikki. Tað stuttliga er, at HB vil hava meg at døma, tá teir spæla?
Næsta málið er at gerast altjóða dómari
Tað hevur gingið væl hjá Peturi Hansen í ár, og FSF, sum seinastu árini hevur roynt at lokkað yngri fólk til, so ættarliðsskiftið hjá dómarunum verður so lætt sum møguligt, hevur alla orsøk til at fegnast um unga leirvíkingin.
? Eg havi verið sera væl móttikin av hinum dómarunum, og tað fegnist eg um. Serliga Niklas á Líðarenda, sum eg kenni væl og sum eisini býr nærhendis, hevur hjálpt mær sera nógv. Tað er sjálvandi eitt ávíst sálarligt trýst á dómarunum, serliga tá tú ert so ungur, men enn havi eg so ikki mist hugin at døma, sigur Petur.
? Tað var so avgjørt ikki ætlanin hjá mær at koma so langt sum dómari upp á so stutta tíð. Tú kanst vera eitt sindur mótfallin viðhvørt, men tú fært góðan stuðul frá hinum dómarunum. Hevði eg ikki fingið tað, veit eg ikki, um eg hevði dømt, sigur hann.
Petur Hansen ivast ikki í, hvat næsta málið hjá honum nú er.
? Tá eg av álvara byrjaði at døma, setti eg mær sum mál, at eg skuldi vera 1. deildardómari, tá eg var 25 ár. Tað málið havi eg so rokkið nógv skjótari, enn eg hevði roknað við, og nú má næsta málið vera at gerast altjóða dómari. Har haldi eg, at tú skalt vera í øllum førum 23 ára gamal, men tað verður so tað, eg fari at stremba eftir í framtíðini.
Hevur altíð brosið
við á vøllinum
Tað eru nógv sløg av dómarum. Summir vilja ikki hoyra eitt orð frá nøkrum og minna mest um krúttunnur á tveimum beinum, tá teir eru á vøllinum. Aðrir lata alt um seg ganga og síggja út til bert at vilja sleppa av aftur vøllinum sum skjótast. Og so eru aðrir, sum taka sær tíð at tosa við spælararnar og eisini hava yvirskot til eitt lítið bros av og á.
? Eg royni altíð at hava brosið við mær, tá eg dømi. Tað skal sjálvandi ikki gerast ov nógv av við tí, tí tað kann eisini gerast ov nógv av tí góða, sigur Petur Hansen.
Tað var helst danski dómarin Peter Mikkelsen, sum undir HM-endaspælinum í Italia í 1990 førdi hetta at brosa nógv og síggja fryntligur og fyrikomandi út á vøllinum (men framvegis við myndugleika) inn í fótbóltsdømingina. Síðani tá eru alsamt fleiri dómarar farnir at nýta hetta sum ein avvápnandi hátt at sissa uppøstar spælarar.
? Tað kann koma væl við onkuntíð, tá onkur spælari vindur seg upp og vil hava fríspark. Gev honum eitt lítið bros og rist á høvdinum, og so noyðist hann at brosa aftur, tí hann veit, at tað er nakað tvætl, hann kemur við, sigur Petur, sum eisini leggur dent á, at brosið ikki skal nýtast ov nógv, tí so tekur eingin teg í álvara, tá avtornar.
? Eg hitti Peter Mikkelsen, fyrstu ferð eg var niðri á dómaraskeiði, og hann greiddi mær eisini frá týdninginum, tað hevur, at dómarin er í góðum lag.
Ikki góður við nakran
Petur Hansen verður 21 ár nú í desember. Síðani hann í 1997 varð liðugur við HH-útbúgvingina, hevur hann m.a. arbeitt sum lærari og á Hotel Föroyum, har hann var inntil fyri einari viku síðani. Í løtuni livir hann av at smíða og ansar annars eftir seyði heima í Leirvík. LÍF kom ikki upp í 1. deild á hesum sinni, men felagið hevur so ein av fremstu dómarum í landinum eisini komandi ár.
? Tá eg eri heima saman við familju og vinfólkum, tosi og tvætli eg nógv. Tá eg fari á vøllin sum dómari, eri eg kaldur og róligur. Tá eri eg ikki góður við nakran?










