Gera nú eisini smoltkør

Plastvirkið í Norðagøtu tekst ikki longur bert við at framleiða vindeygu og hurðar úr plasti og aluminium. Nú tekst tað eisini við at gera smoltkør úr glastrevjum

Í nógv ár hevur Plastvirkið í Norðagøtu tikist við at framleiða vindeygu og hurðar úr aluminium og plasti. Ein tann størsta verkætlanin, ið teir hava útvegað vindeygu, hurðar og húsaklædning til, var Albert Hall á Argjum. Síðani hava teir eisini útvegað klædningin til nýggju sjónvarpshúsini.

Ikki hevur gingist illani hjá virkinum, og tískil hevur virkið havt ráð at útvega sær maskinur frá øðrum virkjum í Føroyum, ið ikki hava borið seg.


Smoltkør

Fyri at víðka eitt sindur um virki teirra, so hava eigararnir av Plastvirkið, Pætur M. Hansen og Amaliel Jacobsen, avgjørt at royna seg við at framleiða smoltkør afturat hinari framleiðsluni. Hetta hevur eydnast væl, og ætla teir at halda áfram við framleiðsluni av hesum.

Spurdur um virkið hevur merkt nógv til at fólk eru betri fíggjarliga fyri í Føroyum aftur, svarar hann: -Vit hava merkt, at arbeiðið er vorið meira støðugt. Men tó haldi eg ikki at fólk eru vorðin eins vill og tey vóru í áttatiárunum. Tey duga betri at nýta pening sín í dag. Men eisini haldi eg, eina av orsøkunum til hetta vera, at bankarnir ikki longur eru so fúsir at veita fólki lán, sum teir vóru fyrr, sigur Pætur M. Hansen við Sosialin.