Nevndarviðgerðin ikki nóg góð

- Avleiðingarnar av, at eitt mál sum arvagranskingarmálið endaði í fíggjarnevndini beinanvegin eru, at tað fekk ikki ta viðgerð ta eigur. Arvagransking er ikki ein fíggjarspurningur, tað er fyrst og fremst ein etiskur spurningur, har vit skulu taka støðu til nøkur grundleggjandi viðurskifti, sigur Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, sum mælir til at broyta tingskipanina.

Tá ið eitt uppskot verður lagt fyri løgtingið, verður tað vanliga beint í nevnd eftir fyrstu viðgerð. Øll fíggjarlógin til dømis, sum fatar um hvønn krók í samfelagnum, fer bara í fíggjarnevndina. Tað er hetta, Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, hevur fýlst á síðani hon kom í løgtingið á fyrsta sinni, tí mál, ið ikki beinleiðis hava við búskap at gera, men krevja aðra og gjøllari umrøðu, enda í fíggjarnevndini og fáa tí ikki nøktandi viðgerð.

- Hetta koma serliga til sjóndar, nú eykajáttanarlógin kom fyri, har arvagranskingarmálið var eitt av teimum. Eitt slíkt mál er sera umfatandi og samansett og krevur eina gjølla viðgerð í trivnaðarnevndini og kanska eisini í mentanarnevndini, áðrenn tað kemur í fíggjarnevndina. Vit vóru nøkur, sum beinanvegin søgdu, at vit kundu ikki taka undir við málinum. Tað sýntist sum løgtingsfólk útilokandi hugsaðu um pengar og tað Føroyar kunnu fáa burtur úr peningaliga, tá ið tað snýr seg um arvagransking. Málið fór aftur í nevnd eftir aðru viðgerð, men eftir triðju viðgerð varð broytingaruppskotið samtykt, sum segði, at 100.000 krónur skulu játtast til at gera lógargrundarlag fyri arvagransking. Íslendingar hava ta skipan, at avvarðandi nevndir eisini viðgera málini, ikki bert fíggjarnevndin, sigur Rúna Sivertsen.

- Avleiðingarnar av, at eitt mál sum arvagranskingarmálið endaði í fíggjarnevndini beinanvegin eru, at tað fekk ikki ta viðgerð ta eigur. Arvagransking er ikki ein fíggjarspurningur, tað er fyrst og fremst ein etiskur spurningur, har vit skulu taka støðu til nøkur grundleggjandi viðurskifti. Í trivnaðarnevndini sita fólk, sum hugsa tann sosiala og etiska vegin, í fíggjarnevndini sita fólk sum hava áhuga fyri búskapi, sigur Rúna Sivertsen.


Íslendska fyrimyndin

Formansskapurin í løgtinginum hevur verið í Íslandi og vitjað formansskapin í Altinginum. Eftir vitjanina gjørdi Sjúrður Rasmussen, sakførari á løgtingsskrivstovuni eina frágreiðing, har tað millum annað verður sagt, at fíggjarmál verða viðgjørd eitt sindur øðrvísi í Íslandi enn í Føroyum av tí, at fíggjarmál verða send til ummælis hjá viðkomandi evnisnevnd, áðrenn fíggjanevndin letur frá sær álit fyri at serkunnleikin á verandi øki eisini kann siga sína hugsan, so ikki bara verður hugt fíggjarliga at málinum.

- Hetta átti eisini verið galdandi í Føroyum. Okkara tingskipan er ógvuliga óheppin í so máta og átti tí at verðið broytt. Stýrisskipanin er nógv broytt, løgtingsfólkini hava fingið nógv meiri at gera enn áður og tí er lóggávurarbeiðið hjá løgtingsfólki nógv meiri enn fyrr. Løgtingsskrivstovan er nógv ment fyri at fylgja hesum upp, men man kann ikki siga, at politiska viðgerðin í nevndunum er ment tilsvarandi, sigur Rúna Sivertsen.

- Eg havi ein varhuga av, at tað eru aðrir tinglimir sum hava somu fatan sum eg hesum viðvíðkjandi og vit eiga tí at fáa eitt kjak í lag um hetta málið. Tað er ikki sørt ørkymlandi at sita á síðulinjuni og hyggja at, meðan hesi stóru málini verða viðgjørd í fíggjarnevndini, mál, sum átti at verðið viðgjørd í øðrum nevndum áðrenn tey fara í fíggjarnevndina. Tað hevði avgjørt verið betri fyri hvørt einstakt mál. Var málið um arvagranskingina fyrst verðið viðgjørt í trivnaðarnevndini hevði nevndin kallað siðsemisnevndina inn fyri at siga sína hugsan og so segði gongdin í málinum verið heilt øðrvísi. Í løtuni situr fíggjarnevndin og arbeiðir grein fyri grein við fíggjarlógaruppskotinum, og tað sigur seg sjálvt, at limirnir í nevndini ikki sleppa út í æsir í øllum málum, sigur Rúna Sivertsen.

 Í dag verður fyrsta viðgerð av lógaruppskoti, sum Helena Dam á Neystabø legði fyri tingið mikudagin um vísindaetiska nevndarskipan og viðgerð av biomedisinskum granskingarverkætlanum.