og Birgir Andreasen, sum eisini høvdu handil í húsunum. Tá fór Kári at sigla sum 3. hovmeistari við Smyrli í uttanlandasigling, summarið 1975, síðan sigldi hann nakrar mánaðir sum dekkari við Ísborg hjá [...] Danmarkar at búgva. Einasti handilin sum er eftir í familjuni er, Skálkur í SMS, sum sonurin, Lars Müller, eigur og rekur. Flutti til Hirtshals Kári arbeiddi síðan sum hotellstjóri í Skagen í tvey ár. Í [...] eiga trý børn, Beinta sum er gift við Kristian Guttesen, tey búgva í Keypmannahavn og eiga eina dóttir, Lars, sum er giftur við Hannu, tey búgva í Havn og eiga tvey børn, Jonny, sum er gift við italienaranum
koreanskt við meg, sigur Rúni. Hann kendi seg sum ein part av býnum á tann hátt, men mentalt kendi hann seg sum ein gest. ? Mentalt eri eg føroyingur ? sum hevur búð leingi í Keypmannahavn ? tað er eingin [...] við hann, og hann stóð brádliga við valinum um at fáa svar uppá allar teir spurningar, sum hann hevði gingið við sum ættleiddur. Nær var hann føddur? Hvør var til staðar? Hví varð hann ættleiddur? Rúni kendi [...] brævið, hugsaði hann, at tað tómrúmið, sum hann altíð hevði kent, tí hann er ættleiddur, fór at fyllast út, um hann hitti hesi fólkini og fekk svar uppá teir spurningar, sum hann hevði havt, alt hann mintist
at tað vindur meiri og meiri uppá seg, at sita heima og arbeiða. Ein annar møguleiki, sum vindur meiri og meiri uppá seg, er fjarlestur. Tað er at sita heima og taka eina útbúgving. Hendan møguleikan ætlar [...] teimum uppfinnilsunum, sum hesi seinastu árini hevur havt størst ávirkan á gerandisdagin hjá vanliga fólkinumí okkara parti í heiminum. Mangan verður tosað um teir møguleikar, sum alnetið hevur við sær [...] Læraraskúlanum umvegis alnetið. Tað er støddfrøði, sum hon nú lesur umvegis alnetið og í summar ætlar hon sær upp til roynd. Men hetta er ikki eitt tiltak, sum skúlin hevur fyriskipað. ? Tað er við góðari vælvild
sova á, og sum livdi innan fyri hesar veggirnar. Ein persónur, sum var avbyrgdur, hóast hann hevði grannar; sum livdi í einsemi hóast hann var í stórbýi; sum ongan góðan hevði hóast hann var heima. Býurin [...] luttaka sum einstaklingar, tí familjan er atgongumerkið. Tað hava altíð verið undarlig fólk í stórbýunum; fólk, sum eru partur av býarmyndini, sum øll hava sæð, hóast tey ongan góðan eiga. Fólk, sum liva [...] tá tú gongur í tínari egnu stovu. * Jólini, sum nú nærkast, og sum onnur síggja fram til, umboða avgjørt mest hugtyngjandi tíðina í árinum hjá teimum, sum liva avbyrgd í einsemi. Á jólum skulu øll hugna
hann bert 13 ára gamal, og er enn av og á við Jákup B, har hann loysir av sum maskinmeistari. Jancy hevur fyri tað mesta verið heima, men eitt skifti starvaðist hon í tógvbúðini, Búnanum, og í matvøruhandlinum [...] Øll árini hava tey havt sína trúføstu gongd í samkomuni í Betesda. Jancy er tvíburðasystir Kitty, sum eisini kann halda diamantbrúdleyp sama dag. Diamantbrúdleypsdagurin hjá Jancy og Jakku, verður hildin
og Vina, sum tær oftast verða nevndar, eru døtrar hjá Mikkjal og Súsonnu í Gortrastovu í Nólsoy, og sum navnið bendir á, so var Gortrastova í lonunum í Nólsoy barndómsheimið hjá teimum báðum. Sum vera man [...] árum til Havnar, har hon fór at tæna hjá Carl á Lag. Bæði sum genta í húsinum, og sum krambagenta í handlinum. Her hitti hon Mortan Mørk, sum um tað mundi starvaðist í Landshandlinum. Tey bæði giftust [...] í Hornabø, og fingu tey fýra børn. Magdalenu, Mikkjal, Jógvan Martin og Mortan, sum øll eru búsitandi í Havn. Mortan, sum fyri nógv mundi vera ein býarmynd í Havn, doyði í 1994. Frá tí at hon var gift,
útlandinum at greiða frá um ymsu útbúgvingarnar, meðan tey eru heima í jólafrí, sigur Altjóða Skrivstovan í tíðindaskrivi. Nakrir (4-5) føroyingar, sum allir eru undir útbúgving uttanlands, fara m.a. at greiá [...] Lancashire í Preston. Maiken Poulsen, 43 ár, úr Tórshavn, lisið 3 á Fróðskaparsetri Føroya og 1/2 ár sum skiftisstudentur við Stockholms Universitet í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum.
saman, sum er eitt frálikt hugskot, soleiðis at tríggir aðalstjórar vóru til yvirs. Hettar kemur helst at bera við sær, at teir fara til hús. Hesi trý fólkini kunnu sostatt í 3 ella 3 1/2 ár sita heima við [...] di. Nú er aftur val í úrtíð. Ein hópur av fólki kemur at bjóða seg fram. Er tað eingin av tykkum, sum torir at leggja rygg til at broyta hesa vælsignaðu tænastumannalóg ella helst avtofta hana. 95% av
í SEV eru serstakliga órein og ómøgulig. Tað er bara ongin, sum setur teimum mørk. Náttúruvernd, umhvørvis- og orkupolitikkur, er nakað, sum politikararnir í Føroyum hava hildið seg langt burtur frá. Burtursæð [...] óavmarkað vald at gera sum tað vil. Valdið til Løgtingið Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri at fáa veruliga valdið á náttúru- og umhvørvispolitikkinum til Føroya Løgting, har tað hoyrir heima. Tað skal vera [...] framvegis. Vit skulu gera eina greiða ætlan um eina reinari orkuframleiðslu í Føroyum. Ein ætlan, sum verður staðfest við lóg. Harvið fær SEV greiðar reglar at arbeiða eftir. SEV verður kravt at halda
samdir. Tá verkfall varð í vár, lá parturin hjá Homm ikki eftir; hann mundi sum fáur stuðlað felagnum bæði nátt og dag. Homm mundi sum fáur geva frá sær; aldri segði hann nei til at hjálpa til, og man hansara [...] foreldur og sykstin; tit hava mist ein son og bróðir, sum tit elskaðu nógv, og serliga leita tankarnir til Ninnu, Petur og Oleu og børnini, sum upplivdu hesa syrgiligu hending so nær upp á lívið; mega [...] eina hond í, bæði til tær løttu uppgávurnar og ikki minst tær tungu uppgávurnar; sterkur varð hann sum ein bjørn. Sama varð galdandi, tá ið vit keyptu hús á Argjum: Homm varð beinanvegin klárur at hjálpa